Ímillum umsorgan, stuðul og eftirlit

Verði henda grein skrivað í takksemi til skiparan Martin í Søldarfirði og øll góð fólk á føroyska ar­beiðsmarknaðinum á sjógvi og landi, sum seinastu 30 árini hava givið revsulógarbrótarum ein kjans at fóta sær aftur í sam­felagnum

Kriminalforsorgin
Karin Kjølbro
Kriminalforsorgarleiðari


Tað var fyrst í 70-árunum at táverðani fúti í Føroyum harra Klerens søkti danska løgmálaráðið um, at fáa eina kriminalforsorgardeild í Føroyum. Løgmálaráðið gjørdi av at senda ein med­ar­beiðara til Føroyar at meta um, antin tað var tørv­ur fyri tí. Hetta var ein sosialráðgevi, ið m.a. hevði arbeitt í Kriminalforsorgini í Grønlandi. Hann var her í 2 ár og kom til tað niðurstøðu, at arbeiði var til eitt fólk. Starvið var lýst til setan 1. mai 1976. Undirritaða var sett í starvið - fyrstu árini einsamøll, seinni kom ein skrivari og seinastu 10 árini hevur harumframt verið ein fulltrúi, ið er sosialráðgevi. Í dag arbeiða 4 fólk í trimum ársverkum. Bygnaðarliga liggja vit undir Direktoratet for
Kriminalforsorgen og danska Løgmálaráðið eins og donsku deildirnar, har ein er í hvørjum amti.
Fría kriminalforsorgin er tann partur av revsiverkinum, ið er uttanfyri fangahús.
Viðskiftafólkini verða dømd til Kriminalforsorg. Starvsøkið er allar Føroyar. Aldurin er fólk yvir 18 ár. Uppeftir er onki aldursmark. Talið av viðskiftafólkum sein­astu árini sæst á mynd 1.
Tølini siga ikki beinleiðis, hvussu støðan er við revs­i­lóg­ar­brotum í Føroyum sum heild. Tey siga bert, hvussu mong eru dømd til Kriminalforsorgina seinastu 8 árini og slag av dómi. Í dag eru kvinnur sløk 10% árliga. Talið av fólki, ið hava framt nýggj revsilógarbrot, áðrenn eftirlitstíðin er av, hevur seinni árini ligið millum 6 og 8 %.
Fyrsta árið var húsast á Fútaskrivstovuni. Síðani hava vit leigað í Vágsbotni og í Gongini, og nú er ad­ressa okkara Húsabrúgv 13  ein sonn perla, ið liggur millum Havnar Kirkju og Hot­el Hafnia, sum vit leiga frá Brøðrum Marstein.
Árliga játtanin (2005) er: 1.4 mió.kr. við øllum (løn­ir, pensiónsgjald, ferðir og rakstur). Tað er ein rár hending at farið er út um játtanina.
Endamálið:
At fyribyrgja, at fólk, ið dømd eru fyri revsulógarbrot, gera nýggj revsulógarbrot.
Okkara egna stavnhald er, at viðskiftafólk okkara skulu vera betur fyri, tá tey fara, enn tá tey komu.
Hvat gera tey?
Sbr Rættargangslógini § 808 skal Kriminalforsorgin gera persónkanningar viðv. sosialu og persónligu viðurskiftum teirra, ið væntast kunnu at vera dømd treytaðan dóm. Tað er vanliga Føroya Land­fúti, ið biður um hesar kann­ing­ar. Endamálið er at út­v­ega Rættinum kunning um skuldsetta, tá støða skal takast til revsiingina. Sum vegleiðing til rættin verður vanliga eisini gjørd ein nið­ur­støða við uppskoti um møg­u­liga revsing og eftirlit av Kriminalforsorgini, og kanska eisini um sertreytir t.d. at fara í viðgerð móti misnýtslu av rúsdrekka/rús­evnum, at lata vatnroyndir eftir nærri áseting av Krim­i­nalforsorgini o.a.
Persónkanningin er eis­ini týðningarmikil hjá Krim­i­n­alforsorgini, ið ofta hevur eftirlit (aloftast í eitt ár, men upp til 3 ár) við teimum, ið vera dømd treytaðan dóm, eins og við fólki, ið verða royndarleyslatin úr fang­a­húsi.
Tey, ið sita meira enn 2 mánaða fongsul, verða ofta leyslatin aftaná 2/3 tíð við ávísum treytum, um ikki tað er nakað, ið beinleiðis talar ímóti tí.
Umframt at koma við nið­ur­støðu og uppskoti um møguliga revsing, so er persónkanningin týð­n­ing­ar­mesta amboð okkara til at gera eina ætlan um, hvussu framtíðin skal skipast, tá skuldsetti er dømdur. Ofta er talan um ungfólk, og stund­um eru tey uttan mál og mið. Hetta erí ofta rætta løtan til at endurskoða lív sítt.
Samstundis sum vandi kann verða fyri álvarsamari revsing, so er altíð ein vón um, at ein hurð er á gloppi til eina ljósari framtíð, um tú ert fús/ur veruliga at gera nakað munagott. Út­gangsstøði okkara er, at næstan alt ber til, sjálvt um tú kanska fyrst skalt inn at sita. Ert tú hugagóð/ur, gerst tú títt besta, so ganga vit langt við tær. Tað merkir, at útbúgvingarverk, almannaverk og ar­beiðs­markn­aður eru okkara frem­sti samstarvsfelagar. Men stigið verður varliga, tí fólk okkara skulu ikki ger­ast sjónlig ella markast sum kriminel í almenna rúm­inum.
Tey avvarandi
Foreldur ella hjúnarfelagi kanska børn venda sær til okkara. Ofta kenna tey seg rivnan og skræddan, tá tey mugu ásanna, hvat er hent  ikki minst, tá tey vara av einum álvarsamum máli, ið kanska verður viðgjørt í miðlunum. At tosa við mamm­ur og konur, ið kanska fyri fyrstu ferð koma í eina púra ókenda verð, er natúrligur partur av arbeiðinum, eins og at vera millumlið millum danskt fangahús og heimið, tá fólk sita í útlegd. Hesi eru sera fá  í løtuni 2.
Samfelagstænasta
Nógvar broytingar eru farnar fram seinastu árini. Heimild er t. d. at vera dømdur at gera samfelagstænastu ístaðin fyri fongsulsrevsing. Tað er í áðurnevndu persónkanning, at tað eisini verður kannað, um skuldsetti er egnaður til samfelagstænastu, og um tað er møguligt. Slagið av arbeiði, ið verður gjørt, er altíð nakað, ið ikki má vera kappingaravlagandi. Tað kann vera í sosialum ar­beiði, innan ítrótt, kirkjur, samkomur, mentannarhús og hjálparfelagsskapir. Hetta er rættiliga væl­um­tókt aðrastaðir, men ikki hjá okkum, tí hildið verð­ur, at so vita øll, at eg eri revsilógarbrótari. Ann­ars vísa kanningar aðr­a­stað­ir, at fólk, ið gera sam­felagstænastu, i nógv minni mun fremja nyggj revs­i­lógar­brot, enn tey, ið fara inn at sita. Hetta hevur sjálvsagt eisini samband við, at tey, ið fáa samfelagstænastudóm ofta eru betri fyri (hava ikki framt so nógv lógarbrot) enn tey, ið fáa fongsulsdóm.
Alkoholviðgerð
Tað er rættiliga vanligt, at partur av treytaðum dómi er orðaður á tann hátt, at dømdi skal fara í vig­erð móti misnýtslu av rúsdrekka, sum áløgd verður av Kriminalforsorgini. Sjálv­­andi verður fyrst mett um, um tað er tørvur fyri tí. Tey fyrstu mongu árini var viðgerðin í samráð við kommunulækna, ið út­skriv­aði antabusheilivág, sum var umsitin av Krim­in­al­for­sorg­ini. Tað bar til, og tað veitti ugga og hjálp hjá nøkrum. Men munin betur hevur tað verið, eftir at vit hava fingið viðgerðarheim í landinum, har hugsjónin er verulig lívs­stílsbroyting.
Tá vit nýliga frættu um nýggjan heilivág, ið tekur hugin at drekka rúsdrekka við at fáa innspræning eina ferð um mánaðin, so ljóðar tað áhugavert , um ikki hjá­árin fylgja við, og um tað ikki verður ov dýrt. Tað eru so mong, ið eru forpínd og ynskja at sleppa burturúr tí, men ikki megna lívlanga dagliga strevi við at halda seg leysan av rúsdrekka.
Rúsevni
Tað var tann tíð, tá vit kundu fegnast um, at okk­ara ungdómur ikki brúkti rús­evni. Men tann tíð er farin, og vit mugu ásanna, at nøkur ung bæði brúka og selja rúsevni, og at so gott sum alt slag av hesum ilgresi er tøkt í Føroyum. Fólk , ið sita fyri slík lógarbrot, hav­a møguleika fyri móti end­a­­num av avsitingartíðini und­­ir ávísum treytum at fara í rúsevnisviðgerð, um tørvur er fyri tí. Bæði fang­avørar og kr­i­min­al­for­sorg­ar­með­ar­beiðari gera tað tey kunnu fyri at motivera til viðgerð. Í seinastuni eru dømi um, at hin royndarleyslatni hevur sum treyt, umframt at halda seg frá rúsevnum, at lata vatn, tá Kriminalforsorgin krevur tað.
Talva 2. vísir ávís mál viðgjørd í Føroya Rætti í 1980 sammett við 2005. Álv­ar­som harðskapsmál eru nærum tvífaldað og mál viðv brot á lógina um eu­foriserandi evni eru 11-faldað. Hetta var eisini tað vit høvdu eina hugmynd um. Og tað er ein syrgilig gongd.
Tey sálarsjúku.
Tað kemur fyri, at fólk fremja revsilógarbrot í sál­arørsku. Hesi eru ikki egnað til vanliga revsing og vera tí dømd til ambulanta viðgerð á sálarsjúkrahúsi ella til inn­legging, og til eftilit av Kriminalforsorgini, tá tey eru uttanfyri sjúkrahús. Nú tað finst so góður heili­vág­ur, eru ikki stórvegis trup­ul­leikar av hesum við­skift­afólkum . Eisini kann nevnast, at psykiatriska deild á Landssjúkrahúsinum hevur verið fyrimyndarlig í umsorganini fyri hesum viðskiftafólkum.
Sexologisk viðgerð
Eins og í grannalondunum vóru seinast í farnu øld fleri kynslig lógarbrot framd, eis­ini móti børnum, her hjá okkum. Hetta slag av rev­s­i­lóg­arbrotum hevur altíð ver­ið í øllum londum. Tey gjørdist bara sjónligari tá. Revsingin hevur fyrr verið ymisk aftrat fongsulsrevsing t. d. kastratión og kem­isk kastratión sum roynd­a­r­leys­latingartreyt m.a. tí at tað hevur víst seg, at fólk (einamest menn) gevast ikki við slíkum ógerningum. Hesi 30 árini veit eg bert einstøk dømi um, at menn hava fingið kvinnulig kyns­hor­monir sum part av revs­ingini. Í dag er partur av viðgerðini sexologiskar psyk­o­log­samrøður, ið verða hildnar at gera mun. Tað ber eisini til og virkar í landi okkara frá byrjan av hesi øld, tá Føroya Landsstýri hækkaði játtanina til psykologmanning á psyk­i­a­trisku Deild, so bæði hin dømdi og órættaði kundu fáa hesa neyðugu hjálp. Viðgerðin byrjar van­liga, meðan menn sita, og heldur so fram, tá teir verða royndarleyslatnir. Hetta fer fram í samstarvi millum Kriminalforsorg og Psykiatrisku Deild.
Nyttar tað við Krim­inal­for­sorg?
Her er vert at hyggja at bólkinum sjálvboðin í mynd 1, ið er stórstur í Krim­inalforsorigni. Tað eru tey, ið annaðhvørt ikki hava fingið dóm enn, og sum kortini ynskja at vera frívilliga í eftirliti, ella tey, ið eru liðug í eftirliti, men kenna seg ikki til reiðar at standa á egnum beinum.
Donsk kanning vísir, at 75% av viðskiftafólki krim­i­n­a­lforsorgarinnar hava svar­að, at hóast tað er strævi at vera undir eftirliti, so er tað góð hjálp at hava ein at tosa við at koma burturúr revsiógarbrotum,
at fáa eina hjálp, ið ikki fæst aðrastaðir,
at koma burturúr rús­drekka/­rúsevnum,
at fáa hjálp til at koma aft­ur í arbeiði og
at fáa hjálp til bústað

Kriminalforsorgin her hevur ilt við at hjálpa fólki til bú­stað, men møguleikarnir at koma í ókeypis rúsdrekka/rúsevnisvigerð ofta uttan bíð­i­tíð eru góðir. Kenni meg púra sannførda um, at í mun til útbúgving og ar­beiði, so liggja vit her langt framm­anfyri  føroyska ar­beiðs­marknaðinum fyri at takka. Tað er so seint sum hesa vikuna at ein verk­ætl­anarleiðari segði: hann skal vera takksamur fyri sín dóm, annars var hann ikki komin her, nú veit hann, at hann dugur nakað, hann upplivir nakað hjá okkum, og við tí tilmæli hann fær, fær hann helst lætt við at fáa læripláss ella annað arbeiði.
Og so hava vit sent so mang­an unglingin umborð á fiskiskip og fingu ein vaksn­an mann aftur. Teir fingu positivt samband, lærdu at virka í felag og teir vunnu pening. Samanumtikið  flestu teirra, ið vilja til ar­beiðis koma til arbeiðis.
Og so má eg siga eina søgu av mongum um skiparan Martin í Sølarfirði, ið far­in er fyri mongum árum síð­ani.
Brian, ið áður hevði verið til skips við honum, hevði framt ein ógerning og fekk fleira ára fangahús. Sat í Dan­mark og kom heim at sita seinastu tíðina. Einasta hann ynskti, tá hann fór at koma út, var at fara aftur til skips. Eg kendi Martin í Søldafirði. Hann hevði havt fleiri av okkara við  ikki tí, at eg altíð hevði ver­ið millumgongukona. Fór at tosa við Martin. Av­talað var, at hann kom í varðhaldið at tosa við Brian. Jú hann gjørdi av, at taka Brian við sær. Hetta var av sonnum ein góður dagur í Krimunalforsorgini. Men stutt eftir fóru konur at ringja. Skuldi Brian við skipinum, so skuldi teirra maður/sonur ikki við. Eg mundi skelva á málinum, tá eg aftur fór at práta við Martin. Men hann risti hvørki á hondum ella rødd.
Umborð á skipi ræður skip­arin, tá eg sigi, at Brian skal við, so kemur hann við. Teir sum ikki vilja við, teir kunnu vera heima.
Allir mans vóru við, tá Mart­in fór til Flemmish Cap við Briani, sum aftur taldist mill­um menn og ikki hevur verið aftur í fangahúsi.
Framtíðin
Nógv er broytt hesi 30 ár­ini og fleiri revsingar vera flutt­ar úr fangahúsi til fríu Kriminalforsorgina. Sum er, koma nakrir sprittbilistar und­ir ávísum treytum undir eftirlit av Kriminalforsorgini ístaðin fyri at sita. Tankar eru frammi um, at allir vanligir sprittbilistar skulu undir frí­u Kriminalforsorgina ann­hvørt við treytaðum dómi við sertreyt um rúsdrekkaviðgerð ella við samfelagstænastu. Tað ber væl til, men krevur lógarbroyting. Í Danmark og Svøríki fáa hesi nú eisini tilboð um elektroniska av­sit­ing, um tú ert egnað/ur, men tað verður neyvan hjá okkum  hartil er íløgan ov dýr.
Lítla samfelag okkara er gott í nógvar mátar, og tey flestu fáa ein sess ímillum okkum, tá tey hava staðið sín dóm. Nøkur eru tó, ið hava valt at fara úr Føroyum með alla, tí tey kendu seg ikki væl her longur. Dreymurin hjá starvsfólkunum í Krim­inalforsorgini ­er støð­ugt at gerast betur til at fáa viðskiftafólk okkara at gera seg leysan av krim­i­nella umhvørvinum og revs­u­lóg­ar­brotum: Vísa á

at tað ber til,
at tað altíð er ein vón, og
at tað blíðkar fyri hugaðum fólkum