Meistararnir fingu bara eitt stig við Stórá

Meistararnir úr B36 missa samband við oddaliðini eftir 0-0-javnleik ímóti TB í Trongisvági leygardagin. Skert lið við lítlum hugflogi hóvaði TB væl, sum vann sær eitt stig til botnstríðið.

Leygardagin var B36 annað viku­skiftið á rað í Suðuroy, har teir hesaferð vóru gestir hjá TB við Stórá í Trongisvági. B36 var fram­vegis nakað skert. Jákup á Borg sat uttanfyri við leikbanni, Høgni Eysturoy við skaða og Súni Olsen var ikki førur fyri at byrja inni vegna argandi liðbandsskaða.
TB hevði hinvegin fleiri leikarar tøkar aftur eftir leikbann. Talan var um lyklaleikarar sum Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilla Sørensen.
Ein riðil av fólki var savnaður kring nýggja vøllin við Stórá, har veðrið – sól og dýrdarveður – helst átti sín lut í góðu uppmøtingini.

Ørkymlaðir meistarar
Tað sást frá dystarbyrjan, at B36 tóktist nakað ørkymlað við frá­ver­uni av trimum føstum leikarum, og gav hetta TB eitt yvirtak fyrstu løtuna. Gestirnir ressaðust tó við aftur og komu betur við í dysturin sum dysturin leið, og við eitt sat B36 á tí mesta. Nógv av spælinum gekk tó fyri seg á miðjum vølli og kom lítið skapandi spæl burturúr. Serliga hjá B36, sum jú skuldi mynda henda dystin, var tað eitt vónbrot at síggja so lítið skapandi. Ein grund kundi verið, at Súni Olsen, sum kanska er hin mest skapandi á liðnum, sat uttanfyri. Tað sama gjørdi Jákup á Borg.
Í fyrra hálvleiki var eingin mál­møguleiki, sum er verdur at nevna, og stóð á jøvnum 0-0, tá ið liðini fóru til hálvleiks.
Hóvaði TB væl
Tað, at B36 fyri tað mesta spældi bóltin runt og var lítið vandamikið heilt frammi á vøllinum, hóvaði TB væl. Hetta gav teimum møguleika fyri at vera á lúr í mótálopum, har teir eru vandamiklir og eiga kvikar leikarar, kanska serliga í Gilla Sørensen.
TB vardi væl fyri og dugdi væl at gera tað trongligt hjá B36, tá ið teir nærkaðust brotsteiginum. Tá ið TB so vann sær bóltin, gekk skjótt hinvegin. Hetta gav teimum ein góðan málmøguleika miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá ið TB slapp at leypa á við tveimum leikarum ímóti einum B36-verjuleikara. Odmar Færø tuskaði tó væl aftur og við góð­ari plasering og upprudding vísti hann hví Lars Olsen júst hevur givið honum landsliðsboð.

Endaði málleyst
Eitt korter fyri leiklok varð Súni Olsen settur á vøllin. Hann kveikti nýtt lív í álopspartin hjá B36, og royndi hann seg eisini við skotum, sum tó fóru við síðuna av og á mál­verjan.
Tað var ein meginregla í dyst­inum, at liðini høvdu trupult við at spæla sær til upplagdar mál­møgu­leikar, og tá ið nærkast mál­felt­inum, vóru liðini lítið av­gjørd. Hetta var ein dystur við sera fáum málmøguleikum, og hósk­andi end­aði dysturin eisini við 0-0-javn­leiki.
Liðini rundan um TB í botn­stríðnum fingu eitt stig, so á tann hátt var tað eitt umráðandi stig hjá TB. Í B36-leguni iðra tey seg heldur um bara ein stigið, hóast teir ikki høvdu uppiborið betur, og líkist tað nú alt meiri at meistararnir missa samband við oddin og skulu av álv­ara leggja á annan bógvin, um teir so frægt sum skulu ogna sær evro­peiska luttøku til komandi kapp­ingarár.