Hanus og Aldubáran - vemmiligt og lekkurt í senn

Hanus og Aldubáran spældu eina frálíka konsert á Norður Bryggjuni, har framførslan av lagnum Timburmenn var so sannførandi, at upplivingin varð vemmilig og lekkur í senn.

Tað var fullsett á Norður Bryggjuni, tá Hanus, Karl Martin og Anna Maria saman við Aldubáruni spældu konsert fríggjakvøldið. Hetta var seinasta konsert á konsertferðini hjá teimum. So nógvur gravgangur var eftir atgongumerkjum, at útselt var, og fólk stóu á bíðilista fyri at sleppa inn.
 
Tað besta innan føroyskan tónleik
Aldubáran umboðar kremið innan føroyskan tónleik, og tað er ringt at seta fingur á naka í teirra framførslu. Hon var frálík. Eisini var tað gleðiligt at síggja øll tey ungu andlitini á pallinum, og at hesi fingu so gott pláss í ljóðmyndini.
Eisini frásøgumaðurin var herligur, við síni gøtudonsku dialekt og frálíku frásøgnum um yrkjarar og listarfólk annars. Tó var eingin ivi um, hvør var stjørnan á kvøldinum. Tá Hanus kom á pallin varð klappað, bríkslað og rópt.
Konsertin var býtt upp í tveir partar, seinna part við Hanusi og fyrra part við løgum, ið Páll Sólstein hevði skrivað til yrkingar eftir Christian Matras, William Heinesen, Hans Andrias Djurhuus og Steintór Rasmussen. Í hesum parti av konsertini sungu Anna Maria Olsen og Karl Martin Samuelsen.  Hetta vóru fitt løg til fittar yrkingar, fyri tað mesta sungin sera fitt, tó tyktust bæði Karl Martin og Anna Maria rættuliga merkt av nervum fyrsta part av framførsluni.
 
Ikki so spennandi
Tey fyrstu løgini, ið vóru bygd á yrkingar eftir Christian Matras, vóru ikki serliga spennandi. Tey vóru pen og klassisk, men høvdu eina undirliggjandi kenslu av onkrum eitt sindur meira dramatiskum, tó megnaðu sangrøddirnar ongantíð at røkka hetta.
Karl Martin er kendur av rokkpallinum, og røddin manglar ikki góðsku, men hóskaði illa til hendan stílin, í øllum førum fríggjakvøldið. Fyrsta lagið ljóðaði av klumpi í hálsinum hjá Karl Martini.
Anna Maria hevði sungið eina løtu, áðrenn man fyrstu ferð hoyrdi hana. Um hetta var orsakað av ringari mikronstýring, ella um ljóðmaðurin átti feilin, veit eg ikki. Men hesin trupulleiki var afturvendandi í framførsluni hjá Karl Martini og Annu Mariu, fleiri ferðir hoyrdust tey als ikki, og tá tey sungu kór hjá hvør øðrum, bar næstan ikki til at hoyra tey.. Annars ljóðaði Aldubáran sum heild væl, eg sat tó ov aftarliga til at síggja, um okkurt ljóðføri varð gloymt av og á. Tað er jú nógv týðiligari, tá man gloymir ein sangara.
 
Meðan vit bíða eftir Hanusi
Longu í næsta lagi var Karl Martin eitt sindur betur við, tó uttan at fullkomiliga sannføra. Fyri áskoðararnar, ið bíðaðu eftir Hanusi, var hetta sum ein skál av rís, meðan man bíðar eftir Lambslundum í trøffelsós. Heilt galið gjørdist tað í triðja lagnum Barnsligt minni, ið Christian Matras eisini átti orðini til. Anna Maria var solistur, og henda vanliga so frálíka songkvinna, leveraði eina sera ókekkaða framførslu, røddin var á markinum til at knekka, og andlitsbráið á Anna Mariu sá út, sum um hon visti tað, og bað um umbering. Um tað er nakað, sum telir niður, so er tað ein sangari, sum ikki sær sannførandi út. Ólavur Olsen bjargaði  lagnum eitt sindur við síni flugenhorn solo.
 
Manglandi innliving
Eg eri ikki greiðir yvir, um tað er ov stór virðing fyri Aldubáruni, manglandi trúgv uppá løgini ella okkurt heilt triðja, sum fekk tvær av teimum heilt góðu songrøddunum, at verða so lítið sannførandi.  
Innlivingin hjá bæði Annu Mariu og Karl Martini var ikki nóg góð til at lyfta løg, ið vóru miðalhampa upp á eitt hægrið støði.
Í lagnum Kvøld eftir yrking av H.A. Djurhuus sungu bæði við, og her komu manglandið evnini at geva løgunum lív týðiliga fram, Anna Maria sá hesa løtuna heilt forpínd út.
 
Góður endi
Men móti endanum á teirra parti av konsertini, gekst væl betur. Í lagnum Lív, við orðum av Steintór Rasmussen gingu røddin hjá Karl Martini, tónleikurin hjá Aldubáruni og orðini hjá Steintóri upp í eina hægri eind. Lagið var ikki líka fitt sum tey undanfarnu, og hetta var jaligt. Tann markanta violin gandaði í ljóðmyndini og riggaði øgiliga væl.
Bestu løgini hjá Páll Sólstein vóru tey trý seinastu, hesi átti William Heinesen orðini til. Hæddarpunktið var Hoyrdi tú havsins andalag. Her var Aldubáran veruliga í essinum. Í næst seinasta lagnum fekk Anna Maria endiliga víst, at hon er ein góð songkvinna. Hon sang veruliga væl.
Fyrsti partur av konsertini var bygdur upp, sum ein ferð inn í heimin hjá nøkrum av okkara skøldum, men gjørdist ongantíð meira enn ein ferðafrásøgn.Tað er ikki lætt at skula hita upp fyri Hanus. Eg haldi, at hetta eru sera truplar umstøður at geva løgunum hjá Páll Sólstein. Eg ivist ikki í, at tey høvdu verið betur, um tey ikki vórðu spæld í eini støðu, har vit øll bíðaðu eftir Hanusi.
 
Eitt sindur meira
Sum siður er á konsertum á Bryggjuni, varð steðgur miðskeiðis í konsertini. Aftan á steðgin kom Hanus á pallin, uttan kassagittarin virkaði myndin av troubadurinum næstan skeiv, og lukkutíð kom gittarin eisini fram seinni á konsertini. Men áhoyrararnir vóru beinanvegin í hopla, lógvabrestir og bríksl buldraðu í øllum hølunum. Hanus legði fyri við trimum Poul F. løgum, og sum frásøgumaðurin segði, so er Hanus tann besti Poul F. tolkarin. Tey bæði fyrstu løgini vóru Marita og Saknur. Hesir báðir klassikararnir í føroyskum tónleiki umboða nakað av tí stuttligasta og tí vakrasta bæði hjá Poul F og hjá Hanusi. Í hesum hami, ið Aldubáran gav løgunum gjørdust hesir eginleikar eitt sindur týðiligari. Marita var enn stuttligari við tí eitt sindur svaka klassiska tónleikinum undir, og Saknur var enn vakrari kýndur út úr teimum klassisku ljóðførunum
Triðja Poul F. lagið var Heimsins dýrasta lag, ið ikki telist millum tey best eydnaðu á fløguni hjá Hanus og Aldubárini, men fríggjakvøldið riggaði lagið perfekt.
Røddin hjá Hanus er ein tann mest gandakenda og bergtakandi føroyska sangrøddin. Í Aldubáruni hevur Hanus funnið ein bólk, ið megnar at liva upp til heiðurin at spæla við honum. Saman eru Hanus og Aldubáran framúrskarandi.
 
Persiskt drama
Yrkingin Úr Rubaijat er gomul persisk yrking av Omar Khajjam, ið Rikard Long hevur umsett. Hanus hevur gjørt eitt øgiliga gott lag til yrkingina, og í tí djørvu og flottu útsetingini hjá Aldubárini, er talan um eitt meistaraverk. Hetta lag gjørdist uttan iva hæddarpunktið á konsertini.
Men eisini tittullagið av fløguni hjá Hanus og Aldubárini, tolkingin av H.A. Djurhuus yrkingini Bukett, var stórsligið og serliga vakurt.
Styrkin í samstarvinum millum Hanus og Aldubáruna kom allar best til sjóndar í lagnum Timburmenn, ið Hanus hevur skrivað til eina yrking eftir Sverra Djurhuus. Tónleikurin er marrukendur, og kenslan av timburmonnum breiðir seg um kroppin, kenslurnar vórðu rørdar, og hetta var vemmiligt og lekkurt í senn.
 
Ein frælsari Aldubára
Umframt nógv av løgunum á fløguni, var eisini pláss til trý løg, sum Hanus hevði skrivað til yrkingar hjá Jakob Sande, hesi vóru ikki bestu løgini á kvøldinum, men serliga í seinasta lagnum Hymnesang til Havet, tyktist Aldubáran eitt sindur frælsari enn ofta fyrr, og hetta klæddi lagnum.
 
Eykaløg við sløktum kóri
Tá lógvabrestirnir ongan enda vildu taka, rópti Hanus Karl Martin og Annu Mariu uppaftur á pallin, og saman sungu tey Blómuna og Á kundi á tíðarhaviHHH   hjá Poul F. Tíanverri hoyrdust Karl Martin og Anna Maria bert hendingaferð undir framførsluni av hesum løgum, og tað var ein óheppin endi á eini væleydnaðari konsert