Góð og væl polerað nýggjársrøða

Nýggjársrøðan hjá løgmanni var fyri einaferð skyld trúgv móti síni genru. Hon var savnandi og fevndi allar føroyingar. At løgmaður torir at viðganga, at ávís ting áttu at verið betri handfarin, er eisini rós vert.

Nýggjársrøðan hjá løgmanni er ikki ein politisk røða. Endamálið við henni er, at løgmaður skal fevna og savna tjóðina, tá farið verður inn í eitt nýtt ár. Løgmaður skal við hetta serliga høvið prógva, at hann er løgmaður hjá øllum føroyingum, og hann skal vísa á nøkur virði, sum vit komandi árið eiga at hugsa meiri um.
Skoðsmálið frá Sosialinum er, at røðan var góð og savnandi, og at hon - við smáum lýtum - livdi fult upp til sína genru.

Høvuðsboðskapurin:
»Vit hava tørv á øllum føroyingum í Føroyum«.
Tað er høvuðsboðskapurin í hesi heldur óvanligu løgmansrøðuni, sum tordi at stýra uttan um partapolitikk, men í staðin legði dent á at savna tjóðina við virðum, vit øll kunnu taka undir við, óansæð politiskan lit.
Stórt fokus var sett á størstu avbjóðingina, samfelagið hevur, nevniliga øll tey lesandi, ið ikki koma aftur til Føroya. Løgmaður vendi sær til tey lesandi í eini beinleiðis áheitan: Vit vilja hava tykkum heimaftur!
Umframt »gløggu høvdini« nevndi hann tó eisini bæði »hegnigu hendurnar«, vísandi til øll tey við handaligum størvum, og »heitu hendurnar«, vísandi til øll tey við umsorganarstørvum, sum eisini hava alstóran týdning fyri samfelagið.
Ein undirboðskapur í røðuni var fyribrigdið »at vilja gera mun«, sum altíð hevur ført føroyska samfelagið støðugt fram á leið, og ein spurningur, sum komandi árið eigur at vera í huga okkara er: »Hvussu kann eg gera mítt besta fyri mítt land?«

Bygnaðurin:
Røðan byrjar uttan nakran inngang við eini søgu um teir tríggir varðarnar, William Heinesen, Heðin Brú og Christian Matras, sum ganga sum ein reyður tráður ígøgnum alla røðuna.
Myndin av varðunum riggar væl til høvuðsboðskapin um, at útisetarnir skulu koma heim, og at vit øll skulu royna at gera mun og »laga ein varða eftir okkum«.
Síðani verður skift ímillum viðurskifti, sum eru góð, og viðurskifti, ið eiga ella áttu at verið betri.
Hann nevnir, at vit í Føroyum fáa gott í beinið, og at góðar broytingar eru á útbúgvingarøkinum. Hinvegin harmast hann um hugburðin um, at tey, ið bera brek, og tey gomlu verða sædd sum byrðar.
Síðani fegnast løgmaður um skipanina við eftirlønini, og at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar. Júst hetta er einasti krókurin í allari røðuni, sum beinleiðis politiskur kritikkur kann heingjast á, tí stórt rumbul hevur verið um eftirlønarskipanina, har øll skulu rinda til egna eftirløn. Andstøðan og fakfeløgini hava víst á Samhaldsfasta, sum eina nógv betri skipan, og kommunurnar hava milt sagt ikki tosað vøkur orð um at skula yvirtaka eldraøkið uttan at fíggjarligur styrkur fylgir við. Hetta er at kalla einasta flísin, sum stingur út úr eini annars sera væl pussaðari røðu.
Sum nakað gott nevnir løgmaður síðani minkandi arbeiðsloysið, og at vit hava fótað okkum aftur eftir fíggjarkreppuna.
Fiskivinnunýskipanin er ein avjóðing, heldur løgmaður, og hóast vit øll vilja tað besta fyri landið, so eru tað ymsar meiningar um, hvør er besta leiðin at fara. Harvið viðurkennir hann, at ymsar meiningar eru um politikkin, og at tað er gott, at so er. Hann koppsetir seg hervið eisini ímóti einum komandi harðligum kjaki, sum uttan iva fer at standast av fiskivinnunýskipanini, tí í løtuni tykist ein semja um tað málið sera fjar.
Hóast hann kundi latið vera - ella gjørt ilt verri við at forsvara tað - nevnir løgmaður málið um Skálafjarðartunnilin, og at tað átti at verið handfarið betri. Tað er óvanligt, at leiðarar tora at taka í egnan barm í so ítøkiligum málum í sjálvari nýggjársrøðuni. Hinvegin tykist sjálvrósið ofta fáa innivist, men tað sømir seg og riggar væl at hann viðgongur egnar feilir og tosar lítið um egin avrik. Hann nevnir elefantin í rúminum, sum hevur fylt so nógv í ár, men hann megnar at gera tað á ein virðiligan hátt, har hann tekur ábyrgd, og tískil framvegis megnar at halda savnandi megini í røðuni.
ES stríðið verður nevnt sum eitt tekin um, at vit megna at standa saman, tá um ræður.
At enda tekur hann afturíaftur varðarnar og høvuðsboðskapin.
Síðani koma nakrar reglur um Mandela. Hóast eina roynd at flætta tað inn, so tykist hetta seinasta brotið koma sum ketta úr høvdatrogi, og spurningurin er, um tað ger røðuna betri ella skuldi verið lagt burturúr.

Framburðurin:
Hóast tað var eyðsæð, at løgmaður hevði vant røðuna og dugdi hana væl, kundi hon tó verið framborin við størri innliving og orku.
Tónalagið og andlitsbráið vóru í stóran mun einstáttað, og serliga allarfyrsta søgan um teir tríggjar varðarnar hevði havt gagn av størri innliving og størri fjølbroytni í rødd og upplestri, serliga tí eingin inngangur var frammanundan, sum kundi fanga lurtaran.
Av og á legði løgmaður skeivt trýst á orðini, sum gjørdi, at meinginin broyttist ella hvarv, men hetta eru smáting.

Skoðsmál:
Alt í alt ein sera djørv og vælskrivað røða við einum greiðum reyðum tráði, góðum yvirgangi millum ymsu brotini og við eini sterkari savnandi megi, serliga við myndini av teimum trimum undangongumonnunum og varðunum. Onkur orðing skapar grundarlag undir politiskum kritikki, men viðurkenningin av, at málið um Skálafjarðartunnilin ikki varð handfarið nóg væl, hevur uppiborið rós.
Sum heild er framburður ikki sterkasta síða løgmans, og hóast hann hevði vant røðuna væl - og var væl betri, enn hann ofta er - so hevði røðan verið enn betri, um hann hevði borið hana fram við størri innliving og størri fjølbroytni í tónalagið, andlitsbráið og rødd.

Myndatekstur:
Teir tríggir varðarnir, William Heinesen, Christian Matras og Heðin Brú, vóru nýttir sum fyrimynd og reyður tráður ígjøgnum ta sera góðu og vælskrivaðu nýggjársrøðu løgmans.

Mynd: Úr filminum »Tríggir varðar« eftir Roland Thomsen