tíðin at vísa. Í høvuðsstaðnum iðra tey seg um, at fleiri 10-mannafør í alt summar hava staðið í neystinum, men á ólavsøku gekk væl hjá teimum í høvuðsstaðnum í mannfólkakappingunum. Í heimasjógvi vórðu [...] útisetamanning var fyrstur á mál í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Sigurin vunnu óføru útisetarnir í tættari kapping við Stráluna, sum ikki hevur verið millum teir fremstu í ár. Triðja plássið hjá Jarnbardi [...] við umborð á Havnarbátinum. Í tí høpinum eru tað fyrst og fremst óføru dreingirnir umborð á Drekanum, sum í summar hava víst, at tað framvegis er stiril í onkrum manningum í sigursvanda felagnum. Drekin
útboðið av føroyskari arbeiðsmegi er ein broyting í skattalógina. - Ein broyting, ið kann gerast í hesum tíðum, er ein javnan í skattinum millum tey, ið arbeiða í Føroyum og tey, ið arbeiða uttanlands. Á tann [...] grundin til, at man má føra ein skynsaman fíggjarpolitikk. Í løtuni fær man ikki meira í gongd við at seta meira í gongd, tí fólk eru longu í starvi aðrastaðni. Tí er betri hjá tí almenna at seta peningin [...] ikki er tann besta, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Loysnin hjá flestu fyritøkum og vinnugreinum í hesari støðu er at leita eftir arbeiðsmegi úr øðrum londum. Í Føroyum er eisini tann lóg galdandi,
sum tora at hugsa út í minstu krókar í landinum og út í stóran heim. Tað er gull og alla æru vert. Kjallarabólkar bjóða seg fram í undankappingin. Teir meira garvaðu koma víðari. Tað verður vant og mett [...] Poulsen, føroyskur produsari í útlegd, Sigrid Rasmussen, songkvinna í Noregi, og Rannvá Joensen, sangari í Creamy, longu hava prógvað, at vit hava møguleika. Hugskotið at seta pening í útgávufeløg og útbyggja [...] møtið í Runavík, men til eina stak góða og spennandi tónleikafinalu í Norðurlandahúsinum. Tað er eitt sindur síðani, at eg yvirgav meg til tiltakið, og Prix Føroyar er eisini vorðið mítt hjartabarn. Í mínari
úr dansinum í Klubbanum oman í Ebenezer, harið miðnáttarsamkomurnar um tað mundið góvu náttarlívinum eina heilt serliga dimensión. Og eftir dansin í Glyvra Bio ella í Sjónleikarahúsinum í Fuglafirði, var [...] varð rullaður fram undir hesum sama ljóðara, harið gospeltónleikurin nú, í kvøld og í morgin, fer at verða varpaður út í hvønn krók, í hesum megnarskála, ið hevur verið føroyskari mentan og list, eitt satt [...] amerikansku suðurstatunum. Intensiteturin í hesum sjangrum botnar óivað í ringu korunum tær eru sprotnar úr. Í trælatíðini vóru orðini í gospelsanginum duldar bønir um frælsið, skrúvaði saman úr eini serligari
avrikunum í hesi deildini, so eiga tvey tey bestu feløgini í U-18 deildini góða framtíð. KÍ var meistari í fjør og í 2010, og NSÍ var meistari í 2008 og 2009 og so aftur í 2013. HB vann unglingadeildina í 2011 [...] Í góðveðrinum í fyrrakvøldið vóru nógv eygnavitni við Løkin í Runavík, tá ið U-18 liðið hjá NSÍ staðfesti sína støðu sum besta unglingaliðið í 2013. Longu undan dystarbyrjan var greitt, at NSÍ hevði [...] unglingaliðnum í tvey ár aftrat. Avbjóðingarnar Spurningurin er so, hvørjar avbjóðingar Egil og Sámal og hinir í føðiketuni til besta liðið síggja fyri sær: – Í fyrstu atløgu snýr tað seg um karmarnar í og kring
sær uttanlands við kapitalinum. Teir hava keypt alla alivinnuna í Hetlandi og í Skotlandi. Somuleiðis hava teir keypt nógv alibrúk í Kili og í Kanada. ? Og nú eru tað Føroyar, sum skulu leggjast víðopnar [...] ið. Løgtingið fer at viðgera uppskotið í dag. Kunnu ikki selja føroyska grundfæið Men tað er ikki semja í samgonguni um hesa ætlanina. Ein av teimum tingmonnum í samgonguni, sum ikki tekur undir við u [...] og leggja tað upp í útlendskar hendur. ? Og nógva staðni, har tað er hent, er tað enda í eini vanlukku. Tað er ikki neyðugt longur at fara longur enn til Hetlands. ? M.a. lósu vit í Sosialinum nú um dagarnar
sigur Katrin Olsen. Misti í startinum Katrin Rubek Nielsen, sum í sínari kapping fyrst skuldi rógva innleiðandi, var samanumtikið rímiliga væl nøgd við sítt fjórðapláss í finaluni. ? Í innleiðandi kappingini [...] fram enn á fjórðaplássið, sum kortini var í lagi. Í startinum fór Katrin av kós og endaði heilt úti í boyunum í bakborði, og so noyddist hon at rætta seg upp í stýriborði. Men hóast hetta, var hon skjótt [...] um DM-heiti í kappróðri á Bagsværd vatninum leygardagin. Katrin Olsen, 24 ár, og Sigrid Svartá, 25 ár, róðu tvískullara í lættvektsbólkinum, og Katrin Rubek Nielsen, 32 ár, róði einskullara í tungvektsbólkinum
Poul E. Petersen varð borin í heim í Sørvági 29. august 1901. Sum ungur fekk Poul tokka til ítrótt. Eftir lokið lærarskúlaprógv í 1923 varð hann settur sum lærari í Mykinesi og røkti hetta starv til 1941 [...] 1. árgangi til nr. 7 í 7. árgangi 1947. Hann helt eisini skeið fyri lærarum, serliga í frælsari ítrótt og í svimjing. Hesi skeið vórðu hildin á sumri og vórðu nøkur teirra hildin í Mykinesi. Tá ítrótta [...] Árini hann var í Danmark fekk hann stóran ans fyri hvussu danska ítróttarørslan varð skipað og eitt tað fyrsta hann gjørdi, tá hann varð settur í starv sum ítróttaráðgevi, var at fáa í lag eina samskipan
panina til gransking, sum Granskingarráðið umsitur, hevur í krónum og oyrum staðið mestsum í stað í 15 ár. Við prístalsviðgerð merkir hetta í veruleikanum, at hon er minkað, samstundis sum granskaralønin [...] tikin seinnu árini í Føroyum fyri at raðfesta gransking, menning og nýskapan. Tað ásannar Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan í fyrstu ársfrágreiðing síni, ið varð løgd fram í Kongshøll fyri eini [...] vnum í minsta lagi eiga at fylgja við prístalinum og í fleiri førum økjast. Eisini heldur Ráðið, at neyðugt er at vera opin fyri útlendskari fígging, men vísir samstundis á, at útlendsk fígging í stóran
til støðið, sum er í eitt nú Danmark. Hon samanber 1. deild í Føroyum við 2. deild (triðbesta deildin) í Danmark, og hon metir heldur ikki, at nakar føroyskur spælari í kappingini í dag hevði kunnað staðið [...] venja í. Føroyski hondbólturin ? í øllum førum í Havn ? hevur brúk fyri eini høll afturat. Sum dømi kann eg siga, at U18-landsliðið bert skal hava fimm ? fimm ? venjingar, áðrenn vit skulu í kapping. Havnin [...] januar mánaði av. Í fjør settu vit okkum sum mál at vinna FM, og tað eydnaðist. Kappingin hjá kvinnunum var spennandi í fjør, og tey flestu rokna við, at hon verður enn meira spennandi í ár. Í løtuni er Kyndil