Teir settu punktum á toppinum

Magnus Norðberg er ein av fleiri umborð á Klaksvíkingi, sum segði farvæl á ólavsøku, tá ið høvuðsstaðurin vann tríggjar av fýra kappingum millum mannfólkini

Jóannes Hansen
-----------

Róðrarárið er av, og longu tá ið kjalarvørrurin sást frá 10-mannaførunum, ið vóru á veg aftur ímóti dráttinum, har fegnu viðhaldsfólkini hjá trífalda meistaranum og trífalda ólavsøkuvinnaranum Klaksvíkingi bíðaði fyri at syfta bátin upp á land, spøkti spurningurin, hvussu tað verður næsta ár.
Í bygdum og býum, har kappróðurin hevur havt fastatøkur á, og tað hevur gingið væl – ikki minst hjá 10-mannaførunum – siga royndirnar, at samleikakenslan er væl sterkari ella øðrvísi frá norðoyastevnu av og fram til á ólavsøku, tá ið báturin er við í kappingini og helst vinnur, enn hon er, tá ið hann ikki er við, ella tá ið tað gongur minni væl.
Hetta kunnu tey skriva undir upp á í eitt nú Vestmanna og á Skálafjørðinum. 10-mannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ vann FM fyri fyrstu ferð í 1998, og síðani var hann eisini meistari í 1999, 2002, 2003, 2005, 2007 og 2010. Síðani hevur ikki verið nógv at hoyra til gulu snekkjuna av Skálafjørðinum, og hetta eru tað fleiri, sum harmast um.
Eysturoyingur kveikti felsgs kenslu í stóum og víðum øki, men nú er hann burtur, og tað er ikki tað sama, serliga hesa ársins tíðina. Tí verður nú arbeitt fram ímóti, at Eysturoyingur skal halda seg framat aftur næsta ár. Um tað fer at eydnast, fer bara tíðin at vísa.
Í høvuðsstaðnum iðra tey seg um, at fleiri 10-mannafør í alt summar hava staðið í neystinum, men á ólavsøku gekk væl hjá teimum í høvuðsstaðnum í mannfólkakappingunum. Í heimasjógvi vórðu tríggjar av fýra kappingum vunnar – Drekin við dreingjum, Jarnbardur og Argjabáturin.

Jarnbardur fyri fyrstu ferð
Á ólavsøku høvdu teir á 6-mannafarinum Sølmundi, ið eru ein partur av grundarlagnum undir vónini á Skálafjørðinum um, at tað, sum ikki hevur verið seinastu árini, aftur skal verða veruleiki, møguleika at tryggja sær FM heitið, men tað gekk ikki. Eftir illveðurstúrin í Sørvági, tá Sølmundur endaði á áttanda plássi, hevði Jarnbardur møguleikan at tryggja sær FM sigurin á ólavsøku, og teir í Knørrafelagnum tóku av.
Sundabáturin við útisetamanning var fyrstur á mál í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Sigurin vunnu óføru útisetarnir í tættari kapping við Stráluna, sum ikki hevur verið millum teir fremstu í ár. Triðja plássið hjá Jarnbardi var nóg mikið at tryggja bláa 6-mannafarinum hjá Róðrarfelagnum Knørri fyrsta FM heitið nakrantíð.
Tað er komið fyri áður, men tað er ikki á hvørjum ári, at ein bátur, sum vinnur tvær av sjey kappingum, verður meistari. Soleiðis er tað hjá Jarnbardi í ár. Hann var fyrstur á mál á Sundalagnsstevnu og á Fjarðastevnu. Í hinum fimm kappingunum vóru úrslitini hjá Jarnbardi støðugari enn hjá kappingarneytunum, og tað bar FM heitið við sær.
Hjá Sølmundi gekk tað aftur hesa ferð av skriðuni, tí hann endaði á áttanda plássi og harvið var ólavsøkuúrtøkan einki stig. Sølmundur hevur annars vunnið tríggjar róðrar í summar – á norðoyastevnu, á jóansøku og á varmakeldu.

Ivi í Klaksvík
Trý tey seinastu árini hava Klaksvíkingur og mongu viðhaldsfólkini hjá 10-mannafarinum har norðuri kent tað hugaligt, tí væl trimmaða og roynda manningin hevur vunnið so nógv, og tað hevur borið trífaldan sigur í FM kappingini við sær.
Nú kann tað væl fara at vísa seg, at gylta skeiðið er av. Í hvussu so er við tí manningini, sum ólavsøkuaftan við maner setti bæði Suðuroying og Havnarbátin upp á pláss. Klaksvíkingur leyp beinanvegin framum kappingarneytarnar, og so kendist spurningurin bara at vera, hvussu trivaligur sigurin fór at verða.
Tann einasti, sum hevur verið við til at manna Klaksvíking allar róðrarnar í 2006, 2009, 2011, 2012 og 2013 og harvið hevur verið við til at vinna 28 róðrar og fimm FM heiti
Magnus sigur, at hann á ólavsøku róði við Klaksvíkingi fyri síðstu ferð:
- Hetta var ein heilt ótrúlig kensla, tí eg hevði gjørt upp við meg sjálvan, at hatta var síðsti róðurin hjá mær. Men hatta var samstundis tann harðasti róðurin, eg nakrantíð havi róð, tí eg vildi geva alt í síðsta róðrinum, sigur Magnus Norðberg.
Tað eru eisini aðrir av royndu monnunum umborð á Klaksvíkingi, sum nú ætla at leggja árarnar inn – í hvussu so er tá ið tað ræður um kappingina í 10-mannafarinum. Um báturin verður mannaður aftur komandi ár ella ikki er tó ov tíðliga at siga nakað um.
Í 2013 vóru tað sekstan rógvarar, sum vóru við til at vinna FM, og arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis, at hjá fleiri ber tað bara til at vera við ein part av árinum.
 
Hóma metið á Argjum
Á Argjum er tað 8-mannafarið, sum er flaggskipið. FM heitið var vunnið við maner, tí Argjabáturin legði seg beinanvegin framum Miðvingin, og reyða báturin var alla tíðina undan kappingarneytanum.
Hetta er tólvta ferðin, at argjamenn eru meistarar í 8-mannafarinum. Og nú bjóða teir teimum heimanfyri ánna orduliga av. Flest FM heiti av øllum, síðani tað í 1973 varð farið undir kappingina í tí høpi, sum hon er kend, eigur Havnarbátuin, sum hevur vunnið trettan ferðir.
10-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag hevur vunnið tey flestu av sínum meistaraheitum tey fyrstu árini. Havnarbáturin var meistari øll sjey árini 1973-1979. Tað vil siga, at tá vann hann meiri enn helmingin av teimum trettan FM sigrrunum, sum higartil eru komnir upp á loggið.
Argjabáturin vann FM fyri fyrstu ferð í 1991, og hann hevur tískil seinastu fjórðingsøldina verið mest vinnandi báturin.

Framtíðin í Havn
Veteranarnir umborð á Havnarbátinum hava verið drúgvir í summar. Setningurin hjá teimum hevur verið at hildið lív í sigursvanda bátinum, og tað hava teir megnað væl, hóast teir hvørja ferð hava tapt fyri bæði Klaksvíkingi og Suðuroyingi.
Vónin er, at tað skal eydnast at seta nýggja mannining við umborð á Havnarbátinum. Í tí høpinum eru tað fyrst og fremst óføru dreingirnir umborð á Drekanum, sum í summar hava víst, at tað framvegis er stiril í onkrum manningum í sigursvanda felagnum.
Drekin vann ólavsøkuróðurin, og Drekin vann FM. Royndin Fríða úr Vági legði bragdliga fyri við at vinna á norðoyastevnu. Fyrrapartin av stutta teininum á ólavsøku vóru vágsdreingir fremstir, men tá ið mest galt um, vístu drekadreingirnir, at tað eru teir, sum eru teir bestu.
Sum í kappingini millum 10-mannaførini so var tað eisini soleiðis í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum, at tað vóru teir úr Havn, úr Suðuroy og úr Klaksvík, sum vunnu heiðursmerkini. Kanska er hetta fráboðan um, at føðiketan er í lagi, og so er at vóna, at eitt nú teir á Skálafjørðinum og í Vestmanna fara at bjóða seg fram aftur, so kappróðrarspenningurin aftur fer at eyðkenna summarið í hesum róðrarplássum, sum eiga so nógvar róðrartraditiónir.