Í sálma 71 frá 17 ørindi og frameftir stendir soleiðis skrivað í týðingini hjá Victor: ?Guð! Tú hevur lært meg tað líka frá ungdóminum, og líka til nú kunngeri eg undur tíni. Svík meg so heldur ikki, táið eg verði gamal og gráur, Guð! Enn skal eg kunngera øllum komandi ættum arm tín, øllum teimum, ið koma skulu, mátt tín. Og rættferð tín, Guð, røkkur líka til himmals, tú, sum hevur gjørt stórverk, Guð, hvør er sum tú! Tú sum lætst okkum síggja nógvar trongdir og vanlukkur, tú skal gera okkum livandi aftur og draga okkum upp aftur úr avgrundum jarðarinnar. Tú skal gera meg enn størri og venda við og troysta meg. Afturfyri skal eg við hørpuspæli prísa trúfesti tíni, Guð mín, leika á sitara fyri tær, tú hin heilagi Ísraels. Fegnast skulu varrar mínar, ja, eg skal syngja tær lov ? sál mín, sum tú loysti út. Og tunga mín skal allan dagin tala um rættferð tína, tí teir standa til skammar og við kinnroða, teir, ið vilja mær illa.
Tað er ikki so langt síðani at jazzurin varð rullaður fram undir hesum sama ljóðara, harið gospeltónleikurin nú, í kvøld og í morgin, fer at verða varpaður út í hvønn krók, í hesum megnarskála, ið hevur verið føroyskari mentan og list, eitt satt vælsignilsi, og hevur stuðla undir frambrot, ið vóru óhugsandi var hesin karmurin ikki vorðin til í góðum norðurlendskum samstarvi.
Jazzur & gospel
Søguliga er skyldskapurin ikki so lítil. Sprottin úr trældóminum. Amboð sum eru ment fyri at fremja hitt persónliga frælsi hjá bikaðu trælunum í amerikansku suðurstatunum.
Intensiteturin í hesum sjangrum botnar óivað í ringu korunum tær eru sprotnar úr. Í trælatíðini vóru orðini í gospelsanginum duldar bønir um frælsið, skrúvaði saman úr eini serligari suðurstatsdialekt, sum hitt hvíta harrafólkið einki skilti av. Kendastu løgini frá hesi tíðini eru kanska, Joshua Fit the Battle of Jericho, Go Down, Moses & When the Saints Go Marchin´ in.
Alment er trælatíðin farin
Nekararnir sigast at hava fingið frælsið í samríkjunum U.S.A, men so tung mundi kjølfestan vera í tónleikinum, at hann yvirlivdi politisku og vinnuligu broytingarnar. Fór sum ein steppubrandur um allan heimin og hevur kanska ongantíð havt tað so gott sum ídag, - eisini í Føroyum.
Tey flestu halda, at hitt andaliga lívið hevur tikið m.a. rockin til sín, fyri at bera fram orð Guðs. Eitt jarnbrot í distributiónini kanska. Ella sum ein eftirstjóri, tá ið rekur harðast á kíkin. Men hetta er ein søguligur skeivleiki. Verðuleikin er hin øvugti. Tað eru hinvegin rútmurnar, ið lagdar vórðu afturat nekarabønunum, í trælatíðini, ið hava ávirka allar populer sjangrurnar vit kenna ídag, so sum soul, blues, rock og popp. Heldur ikki hesar nýskapanir á tónleikahválvinum megnaðu at taka broddin av gospel, takka verið m.a. eini so stórari songkvinnu sum Mahalia Jackson.
Og føroyingar hava ikki verið sørir heldur. Traditiónirnar eru stórar. Í kvæðum og sálmum. Og tað grør framhaldandi um gangandi fót, tað er m.a. hesin festivalurin eitt gott dømi um.
Hoyri eg orðið gospel nevnt, tá hugsi eg fyrst og fremst um Øss Berghamar og M.C., - Restorff sjálvandi. Eri frá tí ættarliðnum sum plagdi at fara úr dansinum í Klubbanum oman í Ebenezer, harið miðnáttarsamkomurnar um tað mundið góvu náttarlívinum eina heilt serliga dimensión. Og eftir dansin í Glyvra Bio ella í Sjónleikarahúsinum í Fuglafirði, var tað ikki so sjaldan at vit stukku inn á gólvið í Berøa ella í Siloa fyri at hoyra eitt slag av gospel, sum tá hevði sína frumtíð í Føroyum.
Vinylið á Meistarans Hond hjá Nikodemusar Sangbólkinum er nú so mikið slitið, at tað er ikki meiri enn, at tað grælar úr henni. So oftani havi eg havt hesa plátuna á plátuspælaranum. Minnist serliga hvussu tíðum vit plagdu at taka upp eftir hinum órædda eiðismanninum, Svenningi á Lofti, tá ið hann resiteraði úr Efesus-brævinum og frá Jóhannusi og Matheussi, í songunum Íðin gakk tað smølu leið & Í skýnum.
Tað serliga við Øssi og M.C. var og er, at teir grundfestu tónleikin í hitt føroyska kristnilívið, á hitt føroyska málið og harvið hina føroysku mentanina. Hetta var uppruni og ikki plagiat. Tí livir hesin tónleikurin framvegis sítt sáliga lív. Og fer at gera tað. Tit ungu eiga ikki at kopiera teir, men heldur at hava teir sum fyrimyndir, heldur enn nógv av hesi angelsaksisku kommercialismuni, sum ongan botn fær í Føroyum.
Tá ið vit tosa um gospel og sang fái eg illani komi uttan um hin stóra listamannin, Ingálv av Reyni. Hevði hann havt verið líka so íðin við røddini sum við penslinum, tá høvdu føroyingar kanska verið eins kendir í stóra heiminum á tónleikaøkinum, sum teir eru í bókmentaheiminum við Willami Heinesen og í fótbóltsheiminum við føroyska A-landsliðnum.
Ímeðan eg siti og seti hesi orðini saman, kemur mær eisini til hugs allar kavaroksnæturnar í Íshavinum, slotandi fram ígjøgnum brúgvarútin, út í náttina, eftir næsta vandanum. Einsemi hevur oftani verið ekstremt. Og serliga tá kendist fløvin øðiligur og intensur frá hesum gospelrøddunum, sum dundraðu fram úr hátalarunum, í harðari kapping við motordunið úr skipsbjølginum. Eingin ivi um, at gospelartistarnir vilja nakað við sínum tónleiki. Tað flýtur yvir av tí sum hjarta er fult av.
Sum við Jazzfestivalinum verður hetta eftir øllum at døma seinasta ferðin at gospeltónleikurin verður umboðaður á festival, sum hesari, í hesum líki. Íslendski oddvitin í Norðurlandahúsinum, hevur bundið ein nýggjan leist, harið samstarvað verður um listarlig mørk. Hetta er Listastevna Føroya. Gongst sum ætlað verður hetta eitt frambrot, serliga fyri útjaðaran og bygdirnar, ið tá gerast ein partur av hesum serliga stemninginum, sum tú mást vera nær hjá, fyri at læra og kenna.
Skal ikki troytta tykkum meira. Sjálvandi eru tit ikki komin higar fyri at lurta eftir einum uppturkaðum politikkara, sum lítið hevði formátt sær á einum palli sum hesum. Pallurin verður nú latin tónleikinum og hansara framherjum.
Gævi at gospeltónleikurin eigur eina dygga framtíð, - í Føroyum eisini. Kjølfestan skuldi verið góð eftir eina menning í eitt heilt milennium, ja, líka síðani kredan hjá Trónda í Gøtu kom undan vaðingini.
Givnir eru einglar góðir,
Ganga ei eg eina má,
Ferðum mínum fylgja fróir
Fagrir einglar Guði frá;
Biði bøn eg, fyri Krist
Bera mína bøn teir vist;
Syngi sálm eg Guð at æra,
Sær hann til mín lut at varða.
Seinasta reglan er hon sum stendur meitlað inn í hválvið yvir høvuðsdyrnum í Gøtu Skúli, harið eg fekk mín fyrsta førning í námum, sum leiddu meg fram til hesa stund, harið gospelfestivalurin fer at verða settur.
Fari til seinast at ynskja fyrireikarunum góðan byr. Somuleiðis Siloakórinum, Heina Lútzen, Eyðuni Jacobsen, Elsebeth Lindegaard, Jan Honningdal, Jesus Band, Liqid Gravity, A2J, Saltbrøðrum og til seinast Iam við teirra framførslum, sum máttu verið til gagns, gleði og signingar fyri tann stóra flokk av áhoyrarum, sum uttan iva fara at vitja festivalin hesar dagarnar.
Hervið er gospelfestivalurin 2000 settur.
Takk fyri.
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður