Føroyskar róðrarkvinnur væntaðu meira enn silvur

Hóast Katrin Olsen og Sigrid Svartá leygardagin vunnu silvur í DM-kappingini í tvískullara, vóru tær vónsviknar. Katrin Rubek Nielsen var hinvegin nøgd við sítt fjórðapláss í einskullara.

KAPPRÓÐUR

Tríggjar føroyskar róðrarkvinnur vóru við, tá kappast var um DM-heiti í kappróðri á Bagsværd vatninum leygardagin.
Katrin Olsen, 24 ár, og Sigrid Svartá, 25 ár, róðu tvískullara í lættvektsbólkinum, og Katrin Rubek Nielsen, 32 ár, róði einskullara í tungvektsbólkinum.
Í báðum førum var róðrarteinurin 2.000 metrar. Tær báðar í tvískullara skuldu beinleiðis í finaluna, men Katrin Rubek Nielsen fyrst skuldi rógva eitt innleiðandi umfar.
Tá avtornaði, vunnu Katrin Olsen og Sigrid Svartá silvur í tvískullarakappingini við tíðini 7.26:00 minuttir ? bara ellivu hundraðpartar av einum sekundi aftan fyri bátin, ið vann gull. So tætt var millum bátarnar báðar, at myndirnar á málinum máttu gjøgnuhyggjast, áðrenn endaliga úrslitið var greitt.
Men hóast tað neyvan kann síggja út sum annað enn eitt gott úrslit, eru tær als ikki nøgdar:
? Leygardagin vóru vit so móðar, tá vit høvdu róð, at vit kanska ikki hugsaðu so nógv um tað. Men nú nakrir dagar eru farnir, eru vit bæði keddar og argar um, at vit ikki skuldu vinna gull, sigur Katrin Olsen.
? So at siga allan teinin vóru vit nógv fremstar, og tað var bara ein annar bátur, ið kundi hótta okkum. Men tær byrjaðu at spurta eitt sindur áðrenn vit, og í sjálvum endaspurtinum eydnaðist teimum at sleppa fram um okkum ? enntá á sjálvari mállinjuni.

Vekttapið kostaði
Tað, sum Katrin og Sigrid iðra seg einamest um, er at tær undan kappingini høvdu lagt so nógv orku í at missa vekt, tí tað kostaði bæði kreftir og yvirskot til at vinna róðurin, tær vóru favorittar at vinna.
? Fyri yvirhøvur at sleppa upp í lættvektsbólkin, máttu vit royna at koma niður í vekt, og tað hevur so havt við sær, at vit hava etið lítið síðstu tíðina og eitt nú hava sitið nógv í hitarúmi. Eisini høvdu vit ov lítla vætu í avgerandi løtuni, sigur hon.
? Tá avtornaði, vóru vit bara 50 gramm frá at vera ov tungar, so tað eydnaðist akkurát at missa tað av vekt, ið skuldi av. Men hetta halda vit eisini vera fremstu orsøkina til, at vit listu sigurin í evstu løtu leygardagin.
Móti endanum á róðrinum, tá hinar byrjaðu spurtin, stýrdu Katrin og Sigrid eitt sindur skeivt, og tí máttu tær rætta kósina upp, samstundis sum tær skulu taka av avbjóðingini í endaspurtinum.
Eftir róðurin kunnu tær báðar so bara staðfesta, at næstu ferð noyðast tær at ansa betur eftir, so vekttapið ikki skal avgreiðast so seint, at tað í sjálvum sær kann órógva róðurin.
? Tú kanst siga, at vit hava lært hetta upp á tann harða mátan, tí hóast eitt silvurmerki ikki er so galið, eru vit veruliga vónbrotnar um, at vit ikki megnaðu at vinna gullið, sigur Katrin Olsen.

Misti í startinum
Katrin Rubek Nielsen, sum í sínari kapping fyrst skuldi rógva innleiðandi, var samanumtikið rímiliga væl nøgd við sítt fjórðapláss í finaluni.
? Í innleiðandi kappingini komu tríggjar tær bestu víðari, og har royndi eg ikki at leggja alt ov nógv fyri, men helt meg á næstfremsta plássinum allan teinin, so eg rímiliga lætt kom í finaluna. Tað ráddi bara um ikki at møða seg ov nógv í hesum fyrra umfarinum, sigur hon.
? Í finaluni fór eg eftir triðjaplássinum, tí har vóru tveir sera góðir landsliðsrógvarar framman fyri meg, sum eg neyvan fekk gjørt nakað við. Men av tí at eg fekk ein ringan start, kom eg ikki longur fram enn á fjórðaplássið, sum kortini var í lagi.
Í startinum fór Katrin av kós og endaði heilt úti í boyunum í bakborði, og so noyddist hon at rætta seg upp í stýriborði. Men hóast hetta, var hon skjótt rímiliga væl við og endaði altso við at koma um málið við tíðini 8.11:09 minuttir.
Meðan Katrin Olsen og Sigrid Svartá undan kappingini skuldu missa vekt, er støðan næstan tann øvugta hjá Katrin Rubek Nielsen, tí í tungvektsbólkinum ræður um at halda vektina og helst økja um hana við vøddum.
? Sum heild verður øgiliga nógv hugsað um vekt, og av tí at eg ikki eri so stór á vøkstri, má eg syrgja fyri at hava nóg mikið av »búffum«. Tí er styrkivenjing ein stórur partur av mínari fyrireiking, sigur hon.

Venja hart alt árið
Hóast ikki fleiri uttandura kappingar eru eftir í ár, stendur veturin fyri framman við fleiri spennandi avbjóðingum innandura. Í november eru kappingarnar um Sælands-meistaraheitini á skránni, og í januar verður kappast um innandura danmarkarmeistaraheiti.
? Næstu tvær ella tríggjar vikurnar leggja vit ikki so nógv fyri, men venja bara einar tríggjar ferðir um vikuna. Men so byrjar vit av álvara aftur, og tá venja vit tríggjar tímar hvønn gerandisdag og so helst einar tvær ferður um dagin um vikuskiftið, sigur Katrin Rubek Nielsen.
At vera við í innandura kappingunum er sjálvandi ikki tað sama, sum at rógva uttandura, men av tí at úttøkurnar til danska landsliðið fyri ein stóran part eru tengdar at innandura kappingunum, ræður um eisini at vera við har.
? Málið hjá okkum er at koma á landsliðið, tí tað er einasti mátin, skal tað eydnast okkum at koma upp á hægri stig. Vit fáa ikki fleiri avbjóðingar enn kappingarnar um danmarkarmeistaraheitini, eru vit ikki á landsliðnum, sigur Katrin Olsen.
? Venjarin, vit hava nú, er eftir okkara tykki betri enn landsliðsvenjarin, men skulu vit kortini koma longur, mugu vit helst vinna okkum pláss á landsliðnum, sjálvt um tað kann vera trupult. Men vit hava framgongd alla tíðina, so kanska eydnast tað.

Garvaðar róðrarkvinnur
Hesar tríggjar, ið altso bjóðaðu teimum bestu í Danmark av um vikuskiftið og framvegis leita eftir nýggjum avbjóðingum, lesa allar til lækna, men brúka altso ein stóran part av sínari tíð og frítíð til róðurin.
? Tað er helst ein fyrimunur fyri okkum, at vit lesa heldur enn at arbeiða, tí sum lesandi fáa vit betur lagt okkum tíðina til rættis, so vit fáa stundir til bæði, sigur Katrin Rubek Nielsen.
? Sjálvandi kostar tað í hinum endanum, við tað at lesturin gerst heldur drúgvari enn arnnars, men afturfyri fáa vit so allar hesar upplivingarnar gjøgnum róðurin, ið vit annars ikki høvdu fingið.
Tær tríggjar hava allar drúgvar royndir við árarnar, og bæði í fjør og í fyrraárið vunnu tær saman við øðrum danmarkarmeistaraheiti.
Í fyrraárið vunnu Katrin Olsen, Katrin Rubek Nielsen, Beinta Hansen og Svanna Jákupsdóttir við Katrin Apol sum róðurskvinnu danmarkarmeistaraheitið í innriggara, sum er eitt slag av motiónsbáti.
Og í fjør vunnu Katrin Olsen, Sigrid Svartá, Katrin Rubek Nielsen og Beinta Hansen saman við fýra donskum róðrarkvinnum danmarkarmeistaraheitið í áttara. Tað var tá, at tær fingu samband við venjaran, ið síðani hevur eggjað teimum til og hjálpt teimum víðari, so tær eru við í toppinum í donskum kappróðri.
Allar eru tær eisini kendar frá føroyskum kappróðri. Katrin Olsen, Katrin Rubek Nielsen, Beinta Hansen og Svanna Jákupsdóttir hava róð við Jarnbardi, Sigrid Svartá við Hvessingi og Katrin Apol við Gongurólvi.