Tað henda alla tíðina broytingar í føroyska ítróttarheiminum. Ikki minst í hondbólti eru broytingarnar týðiligar við tað, at tað aftur er vorðið áhugavert hjá áskoðarunum at hyggja eftir hondbólti. Soleiðis tykist tað í øllum førum, tí meira fólk er í høllunum, tá dystir eru.
Fremsta orsøk til vaksandi áhugan má vera, at hondbólturin er blivin betri seinastu árini. Og ein av fremstu orsøkum til hetta má vera, at nógv av liðunum styrkja seg við spælarum úr øðrum londum.
Í januar 1997 presenteraði kvinnuliðið hjá Kyndli ein nýggjan spælara, tá liðið spældi móti Stjørnuni. Tað var tann tá 23 ára gamla Lotte Sørensen úr Viborg, og tað er helst ikki av leið at siga, at hon var tann fyrsti av teimum eftirhondini mongu útlendingunum, sum nú eru í føroysku hondbóltskappingini, í øllum førum hjá kvinnunum.
? Tað byrjaði við, at ein góður vinmaður hjá mær í Viborg, Erlendur Johannesen, spurdi meg, um eg hevði hug at fara til Føroyar at spæla hondbólt. Eg segði beinanvegin nei, tað vildi eg ikki, og so bleiv ikki meira um tað, greiðir Lotte Sørensen frá.
? Men so fekk eg ein skaða í knæið, sum gjørdi, at eg gleið út úr kappingini heima í Viborg, og so fóru vit at tosa um, at eg kundi fara til Føroya einaferð aftan á jól. Meiningin var upprunaliga, at eg skuldi vera alt kappingarárið 1996/97, men í januar 1997 kom eg so til Kyndil.
Tá hon sat í flúgvaranum á veg til Vágar, hugsaði hon bara: Áh nei, hvat er tað, eg geri, men síðani hevur hon ikki iðrað seg um, at hon kom til Føroyar.
? Tað var sjálvandi eitt sindur trupult í byrjanini, serliga tann fyrsta mánaðin, tá eg ikki kendi nakran og ikki skilti málið. Eg visti ikki, hvat eg var komin til, men aftan á tað gekk framá, og nú trívist eg væl, sigur hon.
Góð móttøka
Fyrstu ferð Lotte Sørensen spældi við Kyndli, var í Havn móti Stjørnuni.
? Eg fekk sera góða móttøku, og eg minnist, at øll gløddu eftir mær, tá vit hitaðu upp. Eg kom til Føroyar ein leygardag, og dysturin móti Stjørnuni var longu dagin eftir. Eg hevði fingið at vita, áðrenn eg kom, at eg skuldi spæla við tann dystin, men tað gjørdi eg so kortini. Vit vunnu dystin, men eg spældi ikki serliga væl, minnist Lotte.
Fantastiskt
at vinna FM
Tað árið endaði Kyndil kappingina á einum triðja plássi, men árið eftir var Lotte Sørensen ein av høvuðspersónunum á liðnum, sum vann føroyameistaraheitið hjá kvinnunum til Kyndil fyri fyrstu ferð síðani 1981.
? Tað var heilt fantastiskt at gerast føroyameistari við Kyndli. Ikki minst tí kappingin var so spennandi, og einki bleiv avgjørt fyrr enn í seinasta dystinum, sum vit vunnu móti StÍF. Tað var eisini sum um, at fyrsta árið, eg spældi við, hevði liðið einki mál, ongar ambitiónir, og sjálv hevði eg bara verið við frá januar mánaði av. Í fjør settu vit okkum sum mál at vinna FM, og tað eydnaðist.
Kappingin hjá kvinnunum var spennandi í fjør, og tey flestu rokna við, at hon verður enn meira spennandi í ár. Í løtuni er Kyndil fremst við átta stigum fyri fimm dystir. Tað sama hevur ævigi kappingarneytin og »stórasysturin« Neistin, sum hevur verri málmun enn Kyndil.
? Eg vóni, at vit vinna aftur í ár. Men kappingin er lang, og nógvir dystir eru eftir. Í løtuni eru vit javnar í stigum við Neistan, og um vit skulu endurvinna føroyameistaraheitið, veldst tað nógv um, hvussu støðugar vit eru. Ein av trupulleikunum hjá okkum er eisini, at teir dystirnir, sum á pappírinum skuldu verið teir lættastu ? t.d. móti VB í Vági og Stjørnuni í Klaksvík ? sum oftast eru teir torførastu hjá okkum. Spurningurin er, um tú klárar at vera 100 prosent konsentrerað til hvønn einasta dyst, sigur Lotte og minnist aftur á dystin í Havn í seinasta endaspælinum móti VB, sum Kyndil óvæntað tapti, og sum í seinasta enda mundi kostað teimum FM-heitið.
? Tað kann henda aftur í ár, um vit ikki eru nóg konsentreraðar. Sunnudagin vunnu vit sannførandi á Neistanum, men tað merkir ikki, at Neistin ikki kann vinna næstu ferð. Tað ber ongantíð til at siga frammanundan, sigur Lotte Sørensen.
? Men vit eiga at kunna klára tað aftur í ár. Vit hava eitt gott lið, breiddin er góð, vit eru taktiskt væl fyri, vit hava ein góðan venjara og liðið er eitt ár eldri og royndari. Í fjør høvdu vit tað strævið, tá vit fyrst vóru komnar afturum, men síðani tá er hvør einstøk av okkum blivin betri, ikki minst frá fyrstu ferð, eg var í Føroyum. Síðani tá hava tær yngstu tikið seg sera nógv fram, sigur hon.
Lotte sigur eisini, at ein av orsøkunum til, at tað hevur gingið so væl, og sum eisini er ein av fremstu orsøkunum til, at hon er komin aftur til Kyndil tvey ár á rað, er, at tær í Sophus Dahl Christiansen hava ein so sera góðan venjara.
? Sophus er uttan iva ein av bestu venjarum, eg havi havt, og tað var eisini ein av orsøkunum til, at eg kom aftur. Hann dugir væl at venja okkum tey røttu tingini. Tú sært meining í tí, tú ger mánakvøld, og at tú kanst brúka tað sunnudagin eftir. Tað er ikki bert tilvildarligt bóltspæl, men tann venjing, vit hava brúk fyri.
Dømingin dregur støðið niður
Tey flestu munnu vera samd um, at leikliga er føroyski hondbólturin á veg uppeftir. Áskoðararnir flokkast aftur um liðini hjá sær, og sum tað sær út í løtuni, kunnu so at siga øll vinna á øllum, um tað liggur væl fyri.
Lotte Sørensen er samd í, at síðani hon kom til landið fyrstu ferð fyri skjótt tveimum árum síðani, er støðið hækkað. Men hon fílist eitt sindur á, at støðið í dømingini ikki heilt stendur mát við framgongdina hjá liðunum. Tá vit spyrja hana, hvat hon heldur um føroysku dómararnar, er hon skjót at svara:
? Teir hava tað trupult. Tað er næstan synd í teimum, tí teir fáa onga hjálp og ongan stuðul nakrastaðni frá, eitt nú frá Hondbóltssambandinum. Hinvegin kanst tú so spyrja, um teir sjálvir leita eftir stuðli nakrastaðni frá. Høvdu teir sjálvir spurt eitt nú HSF, høvdu teir kanska fingið betri kor at døma undir, sigur hon.
? Føroyingar hava eitt gott dómarapar í Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, og teir eru eisini umbidnir uttanlands. Eg haldi, at tað átti at verið gjørt meira við at brúka hesar báðar, so hinir dómararnir eisini kunnu koma upp á eitt hægri støði ? tí um dømingin kemur upp á eitt hægri støði, kemur hondbólturin tað eisini, heldur Lotte.
? Ikki tí, dómararnir eru rættiliga útsettir. Eitt sum eg havi heft meg við, er, at tað í Føroyum er loyvt at siga næstan alt við dómararnar, bæði hjá spælarunum, venjarunum og áskoðarunum. Øll hava so lætt við at rópa eftir dómarunum, men um tú spyrt, um tey sjálvi hava hug at døma, svara tey nei.
Lotte heldur tað vera spell, at dómararnir skulu finna seg í so nógv. Hon sigur, at í Danmark skalt tú næstan ikki siga nakað sum helst, so fært tú tveir minuttir út.
? Tú hevur ikki loyvi til at siga nakað við dómaran, og tú hevur ikki loyvi til at nerta við dómaran. Eg haldi, at HSF, feløgini og áskoðararnir øll mugu gera okkurt fyri at fáa betri skilnað fyri tí, sigur hon.
Men tá tað er sagt, skal eisini sigast, at tað er langt eftir á mál hjá teimum flestu av føroysku hondbóltsdómarunum.
? Tað líkist ongum, at nógvir av dómarunum ikki duga reglur, sum eftirhondini eru tvey ára gamlar. Eitt nú hetta við at sentra frá miðjuni beinanvegin og time-out. Vit hava dómararnar, men mugu gera okkurt fyri at gjøgnumganga reglarnar fyri teimum. Tú kundi t.d. fingið dómaraeygleiðarar, sum fylgdu við og aftan á góvu eina evaluering av dømingini. Eitt annað hugskot hevði kanska verið, at dómararnir aftan á dystin fingu videoupptøkur ? í dag verða so at siga allir dystir tiknir upp ? og gjøgnumgingu dystin umaftur, heldur Lotte Sørensen.
Áskoðararnir
mugu hugsa meir
? Áðrenn dysturin byrjar, veitst tú, at dómararnir fara at gera onkur mistøk ? tað slepst jú ikki undan ? men tað er ov galið, at tvey ára gamlar reglur framvegis ikki rigga í Føroyum. Vit mugu fáa fatur á dómarunum, dómaraborðunum og áskoðarunum, sum standa og rópa »nei«, men sum ikki hava rætt, tí teir ikki hava lært reglurnar. Tað hava eisini verið trupulleikar av hesum í Danmark, men so mugu dómararnar sendast á skeið, sigur Lotte, sum ásannar, at áskoðararnir í Føroyum leggja nógv meira eftir dómarunum enn áskoðarar aðrastaðni.
? Eg havi upplivað í Danmark, at áskoðarar eisini kunnu fáa reytt kort og burturvísast úr høllini, og har verður tað átalað, tá teir eru ov nógv eftir dómarunum. Men í Føroyum tykist alt at vera loyvt, og tí fer tað heilt niður til børnini. Tað er greitt, at støðið ikki kann hækka, so leingi eingin dugir reglarnar til lítar. Til dømis eigur skump at geva tveir minuttir útvísing, men tað vísir seg ofta, at hvørja ferð ein spælari fer inn í verjuna, verður spælarin skumpaður, uttan at nakað hendir, og hetta ger tað nógv truplari hjá spælarum at menna seg, sigur Lotte og vísir eisini á, at tað er torført hjá føroyskum liðum at spæla í øðrum londum, tí dømingin er so øðrvísi.
Mugu ikki døma
í cowboybuksum
Lotte Sørensen heldur eisini, at her eiga feløgini at taka í egnan barm og vera eitt sindur meira seriøs.
? Tað er ikki seriøst, tá dómararnir, tveir minuttir áðrenn dysturin skal byrja, koma úr bilinum og fara beinleiðis á vøllin at døma í ullintari troyggju og cowboybuksum. Hetta hendir ov ofta, men má ikki henda. Tað er eisini órættvíst mótvegis spælarunum, sum hava vant hvørt kvøld fram til henda dystin, og tað minsta dómararnir kundu gjørt, var at vísa eitt sindur av virðing og skifta eins og spælararnir gera. Tað er ikki tí teir endiliga døma betri í svørtum klæðum enn í cowboybuksum, men bara tað fær støðið at lækka, sigur Lotte, sum heldur, at dómararnir eiga at koma saman eitt sindur áðrenn og tosa saman um dystin og liðini, teir skulu døma, og sum heild seta seg inn í tingini.
? Nú eru tey flestu liðini eisini farin at gera nógv meira við venjingina, og alt er á veg uppeftir, men dómararnir fylgja ikki við. Vit hava Hjalmar og Kristian sum eina góða fyrimynd, og kanska eiga vit at brúka teir meira. Tað er ofta soleiðis, at fyrimyndir gera, at onnur eisini koma víðari.
Lotte leggur afturat, at í síðsta enda ávirka dómaraavrikini sum oftast ikki úrslitini, men at tað ofta er ein keðiligur tóni á vøllinum við tað, at dómarar, spælarar og venjarar standa og rópa í holið á hvørjumøðrum. Og hon avdúkar eisini, at tað er komið fyri, at í øllum førum liðið hjá teimum altíð tosar um, hvør skal døma, og av og á eisini leggur taktikkin eftir tí.
Taktiski parturin
ov veikur
Sum nevnt er menningin í hondbóltinum í Føroyum eyðsæð, men Lotte Sørensen heldur, at tað framvegis er langt upp til støðið, sum er í eitt nú Danmark. Hon samanber 1. deild í Føroyum við 2. deild (triðbesta deildin) í Danmark, og hon metir heldur ikki, at nakar føroyskur spælari í kappingini í dag hevði kunnað staðið seg á einum liði í ovastu donsku deildini.
? Tað er heilt greitt, at menningin er har, og áhugin er vaksandi. Men sum nú er, haldi eg ikki, at nakar spælari í kvinnudeildini hevði klárað seg í donskum topphondbólti. Til tað eru tær ov veikar taktiskt, sigur Lotte.
? Tað tykist, sum um tann taktiski parturin vantar í venjingini frá byrjan av. Eg haldi eisini, at tað er okkara styrki í Kyndli, at vit eru eitt sindur betri fyri taktiskt enn hini liðini. Um vit t.d. taka dystin móti Neistanum sunnudagin. Hvat gjørdi Neistin taktiskt, tá tær vóru aftan fyri 9-1? Einki. Hinvegin, so taptu vit eisini móti Stjørnuni, har vit kanska gjørdu okkurt skeivt taktiskt, men sum heild haldi eg, at okkara lið hevur flestu verju- og álopsvariantar, og at tað er ein av okkara sterkastu síðum, sigur hon.
? Hinvegin haldi eg, at ein spælari sum Katrin á Neystabø hjá Neistanum er eitt sera stórt talent, sum eitt danskt felag kanska hevði funnið upp á at tikið sum eitt talent. Hon hevur góð evni og eitt danskt felag hevði kanska sæð eina framtíð í henni.
Tíðin ikki búgvin
til A-landslið
Tað hevur ofta verið tosað um, at vit mugu fáa A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum upp at koyra aftur, men Lotte Sørensen heldur ikki, at tað hevur skund. Sjálv er hon venjari hjá føroyska U18-landsliðnum, sum skal í kapping í næstum, og hon heldur tað vera rætt heldur at byrja við teimum yngru.
? Tað er skilabetri at byrja við ungdómslandsliðunum, og heilt erligt, so haldi eg, at kreftirnar heldur skulu setast inn á dómaraøkinum, sum eg tosaði um í áðni. Vit mugu fáa skil á alt tað, sum er undir landsliðnum, áðrenn vit kunnu fara at tosa um eitt A-landslið, heldur hon.
? Tað ber heldur ikki til at hava eitt A-landslið, tá tað nóg illa hevur nakra høll at venja í. Føroyski hondbólturin ? í øllum førum í Havn ? hevur brúk fyri eini høll afturat. Sum dømi kann eg siga, at U18-landsliðið bert skal hava fimm ? fimm ? venjingar, áðrenn vit skulu í kapping.
Havnin er hugnalig
Lotte Sørensen er fallin væl til í Føroyum, síðani hon kom úr Danmark fyri skjótt tveimum árum síðani.
? Eg haldi, at Havnin er ein hugnaligur býur, men eg má siga, at eg hevði ikki kunnað ímyndað mær at búð nakra aðrastaðni enn í Havn, um eg skuldi búð í Føroyum.
Sjálv kemur Lotte av oynni Mors í Limfjørðinum.
? Tað búgva 25.000 fólk á Mors, og har eg komi frá, búgva bert 500. Størsti býurin á Mors er næstan á stødd við Havnina, so eg komi sjálv frá einum líknandi umhvørvi. Men eg flutti so til Viborg, sum er ein býur við upp móti 40.000 íbúgvum, so har er eitt sindur av muni.
Henni dámar væl í Havn, men føroyska matin heldur hon lítið um.
? Nei, tað dámar mær als ikki. Bara lukturin av skerpikjøti ger, at eg ikki kundi funnið upp á at smakkað tað. Men hinvegin havi eg ikki roynt so nógv av føroyskum mati.
Maturin er eitt, men føroyska veðurlagið er eisini nakað, ein skal venja seg við.
? Fyrstu ferð, eg upplivdi storm í Føroyum, var eg so bangin, at eg ivaðist ikki í, at onkur fór at koma eftir mær, og at vit skuldu í eitt verjuskýli ella okkurt sovorðið, tí íbúðin risti øll sum hon var. Eg havi ikki vant meg við tað, men nú havi eg so eisini roynt tað, greiðir Lotte frá. Hon hevur ikki upplivað so nógv av føroysku náttúruni, tí tað mesta av tíðini fer til venjing og dystir. Tað, hon sær, sær hon tá hon er úti um landið við Kyndlaliðnum. Og so vísir hon eisini á, at hon fyrst og fremst er her fyri at spæla hondbólt.
Umframt at spæla hondbólt arbeiðir Lotte í dag hjá bilasøluni Reyni Service.
? Tað tað av fyrstan tíð kom upp á tal, at eg skuldi spæla við Kyndli, var meiningin, at eg skuldi arbeiða á einum fiskavirki, men tað hevði eg ikki hug til, sigur hon og flennir.
? Síðani var tað meiningin, at eg als ikki skuldi arbeiða, men so bleiv tað til, at eg fekk hálvtíðararbeiði hjá Reyni Service. Eg byrjaði á lagrinum, men nú hjálpi eg til við at skráseta bilar, fari ørindi oman í býin og hjálpi annars til á skrivstovuni.
Hon hevur ikki arbeitt við slíkum fyrr, men henni dámar væl. Annars er hon handilsútbúgvin í einum ítróttarhandli í Danmark.
Ikki aftur næsta ár
Men hvussu verður so í framtíðini? Kemur Lotte aftur til Føroyar at spæla hondbólt næsta ár?
? Nei, tað rokni eg ikki við. Ok, tað segði eg eisini í fjør, men hesaferð er tað við 95 prosents vissu. Mær dámar væl heruppi, men eg haldi, at tíðin skjótt er komin at »fara víðari«, sigur Lotte.
? Eg eri ikki nóg góð til at spæla í bestu deildini í Danmark, men eg kundið hugsað mær at satsað upp á 1. deild. Tað eru framvegis avbjóðingar eftir í Føroyum, eitt nú at vinna steypakappingina við Kyndli, sum hevur tapt finaluna seinastu fýra árini, haldi eg. Tað og at endurvinna meistaraheitið eru so míni nærmastu mál, sigur Lotte Sørensen.









