? Vit mugu hugsa okkum sera væl um, áðrenn vit fara at selja útlendingum burturav føroyskari arvajørð.
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður tekur ikki undir við ætlanini hjá landsstýrinum um at hereftir skal tað vera loyvt útlendingum at eiga 49% av føroysku alivinnuni.
Higartil hava útlendingar kunnað átt 33% av ognarpengunum í einum alibrúki, men nú ætlar landsstýrið at geva útlendingum rúmari ræsur, so at teir hereftir kunnu eiga 49% av einum alibrúki, meðan 51% framvegis skal vera á føroyskum hondum.
Landsstýrið sigur, at tá ið hugsað verður um samfelagsliga týdningin av føroysku alivinnuni, kann tað vera óheppið, um útlendingar fáa meirilutin av avgerðarrættinum í alivinnuni, ið sum kunnugt byggir á tilfeingið á staðnum.
? Hetta, hóast tað eisini kunnu liggja nógvir fyrimunir í at fáa útlendskar íløgur til Føroya.
Og ætlanin við broytingini er at geva tekin um, at útlendskur kapitalur og vitan eru vælkomin til Føroyar, sigur landsstýrið.
Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá Havbúnaðarfelagnum, hjá Felagnum fyri Løggildar Grannskoðarar og hjá Advokatfelag Føroya og tey høvdu ongar viðmerkingar til lógaruppskotið.
Løgtingið fer at viðgera uppskotið í dag.
Kunnu ikki selja føroyska grundfæið
Men tað er ikki semja í samgonguni um hesa ætlanina.
Ein av teimum tingmonnum í samgonguni, sum ikki tekur undir við uppskotinum, er Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum.
Hann sigur, at hetta er jú grundfæið undir føroysku tjóðini, sum ætlanin er at selja á útlendskar hendur og tað kann hann ikki góðtaka uttan víðari.
? Tað náttúrutilfeingið, vit eiga, má blíva verandi á føroyskum hondum. Tað ber ikki til at selja avreiða tað á útlendskar hendur. ? Hetta eru matriklar á føroyskum firðum, sum ætlanin er at avhenda til útlendingar. Og eru teir fyrst farnir, fáa vit teir ongantíð fáa aftur.
Torbjørn Jacobsen sigur, at aðalreglan má verða, at vinnulívið, sum liggur omaná náttúrutilfeinginum í einum landi, má vera á innlendis hondum.
? Tað er neyðugt, m.a. fyri at hava tann tryggleikan, at um alt annað fer fyri bakka, so hava vit í hvussu so er náttúrutilfeingið eftir.
? Náttúrutilfeingið hevur so mikið stóran týdning, at tað eru tey fægstu londini, sum lata tað frá sær og leggja tað upp í útlendskar hendur.
? Og nógva staðni, har tað er hent, er tað enda í eini vanlukku. Tað er ikki neyðugt longur at fara longur enn til Hetlands.
? M.a. lósu vit í Sosialinum nú um dagarnar, at skrivarin í Fiskimannafelagnum í Hetlandi er komin til ta niðurstøðu, at tá ið oljan einaferð verður uppi, er onki hjá hetlendingum at gera, uttan at rýma av landinum, ella at mynstra sum dekkari við onkrum útlendskum fiskiskipi í kapping við manning úr eysturlondum, sum fær 4.000 krónur um mánaðin í løn.
? Hetta er ein avleiðing av, at hetlendingar hava selt norðmonnum alivinnuna og fiskikvotunum eru aðrir útlendingar farnir við.
Sjálvir eiga hetlendingar onki eftir.
Torbjørn Jacobsen sigur, at gongdin í Hetlandi eigur at fáa ávaringarlampurnar at blinka hjá føroyskum politikarum, tí hetta vísir, hvussu varnir vit mugu vera, áðrenn vit fara at selja útlendingum burturav føroyskari arvajørð.
Ikki brúk fyri tí
Torbjørn Jacobsen heldur ikki, at tað er brúk fyri útlendskum kapitali í føroysku alivinnuni.
? Alivinnan gongur væl og hon er í stórum vøkstri og hevur stóran týdning. Hon stuðulsfrí og kastar rættiliga fitt av sær.
? Eftir, hvat eg veit, er øll útsetingin av smolti í ár longu fíggjað.
? So hví verður rópt eftir útlendskari fígging, tá ið vinnan gongur væl og gevur avkast.
Løgtingsmaðurin heldur, at skal útlendskur kapitalur í føroyskt vinnulív, skal tað verða í vinnum, har føroyingar ikki gera seg so væl galdandi nú.
?Møguligur útlendskur kapitalur eigur at verða brúktur til at menna føroyskt vinnulív, har menna eitt vinnulív omaná tað vinnulív, sum longu er, fyri at økja umsetningin í Føroyum.
? Útlendskur kapitalur skal ikki brúkast til vinnur, sum virka væl í føroyum frammanundan.
Nógvir strámenn
Løgtingsmaðaurin á Glyvrum vísir á, at tann, sum eigur 49% av einum felag, er so sterkur, at tað er ein spurningur um hann ikki í veruleikanum hevur fult ræði á tí.
? Siga vit, at fimm føroyingar eiga hini 51%, skal tað undra meg stórliga, um tað ikki altíð onkur av teimum verður til sølu.
? Tað eru nógvir føroyingar, sum heldur enn fegnir vilja vilja verða strámenn hjá útlendskum feløgum.
?Føroyingar hava altíð verið til sølu fyri lítið og lætt. Og ivist ikki í, at tað verða nógvir føroyingar til sølu fyri 2% í partapengum, so at útlendsk felag skjótt fáa fult tamarhald á allari alivinnuni í Føroyum, sigur hann.
Torbjørn Jacobsen sigur, at tað ber eisini væl til við ymsum lógfrøðiligum snildum at sleppa uttanum regluna um, at útlendingar bara kunnu eiga 49% av kapitalinum í einum alibrúki.
? Tað kann lættliga lata seg gera at geva útlendingum fult ræði í einum føroyskum alibrúki við at stovna fleiri partafeløg, holdingfeløg o.sfr, soleiðis at útlendsku feløgini í veruleikanum eiga meirilutan.
? Og hvar fer so yvirskotið av alivinnuni, tá ið útlendskur kapitalur eigur so stóran part av henni, spyr hann eisini.
Sleppa ikki at mennast
Torbjørn Poulsen sigur, at tá ið hugsað verður um útlendskan kapital í alivinnuni, verður fyrst og fremst hugsað um, at tað eru norðmenn, sum skulu gera íløgur her.
? Sjálvir hava norðmenn rættiliga strangar treytir fyri alivinnuni. Norska stjørnin hevur lagt bond á alivinnuna, so at hon ikki sleppur at mennast.
? Tað er m.a. gjørt við at seta fóðurkvotur eftir avtalu við ES, so at hon ikki sleppur at mennast.
Hetta er gjørt fyri at halda prísunum uppi.
? Men av tí sama er norskir alarar farnir at leita sær uttanlands við kapitalinum. Teir hava keypt alla alivinnuna í Hetlandi og í Skotlandi. Somuleiðis hava teir keypt nógv alibrúk í Kili og í Kanada.
? Og nú eru tað Føroyar, sum skulu leggjast víðopnar fyri norsku alarunum.
Torbjørn Jacobsen vísir á, at sjálvir eru norðmenn so varnir við at fáa útlendskan kapitali, at teir loyva ikki meiri enn 40% av útlendskum íløgum í norsku alivinnuni.
?Men teir eru so strangir, at teir hava heimild at kanna ognarviðurskiftini heilt út í ytsu liðir fyri at tryggja, at útlendingar ikki koma at eiga meiri enn tey 40% ígjøgnum holdingfeløg, ymisk partafeløg og aðrar lógfrøðiligar snildir.
Nokk av pengum
Annars heldur Torbjørn Jacobsen, at tað er nóg mikið av føroyskum kapitali til at gera íløgur í føroyskt vinnulív.
? Men tíverri er hesin kapitalurin so lítið vágafúsur av tí at vit hava ein banka, sum ikki hevur skilt, hvat bankavirksemi er, men ber seg at sum ein gamal sparikassi.
Hann leggur afturat, at ein annar vandi við at geva útlendskum kapitali víðari ræsur í Føroyum, er, at stinga útlendingarnir av aftur, verður holið eftir teir í føroyska vinnulívinum ov stórt at fylla aftur.
Torbjørn Jacobsen sigur, at hann tí er ógvuliga ivingarsamur fyri ætlanini at hækka útlendska kapitalin í alivinnuni upp í 49%, í hvussu so er so leingi, sum tað ikki fæst 100% trygd fyri, at teir ikki kunnu ogna sær meiri enn tey 49% ígjøgnum ymsar lógfrøðiligar snildir.