framúr í meistarakappingini, og ævintýrið endar ikki í kvøld. Í næstu viku fara vit at halda fram í Europa League, og tað fara vit saman við hesum fantastisku KÍ áskoðarunum, sum hava stuðlað okkum í kvøld [...] kvøld og higartil í ár, og tað fara teir vónandi at gera í næstu viku, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen í samrøðu við Elina Miriamsdóttir hjá Kringvarpi Føroya. -Í løtuni eru vit øgiliga vónbrotnir [...] eru øgiliga vónbrotnir, tí í longdu leiktíðini kendu vit okkum hava tak á støðuni, og í fleiri førum var tað um reppið, at vit skoraðu. At teir so skoraðu avgerandi málið í tilvildarligari støðu er hamiligt
fýrverk mundi ivaleyst vera í taskum kring vøllin í Sarpugerði í kvøld, tá ið Víkingur og KÍ – komandi og verandi meistarin – spældu toppdyst. Einki fýrverk verður í Sarpugerði í kvøld. Tað bíðar nakrar dagar [...] dagar aftrat. At tað fer at verða brúk fyri tí, ivast eingin í. Men í kvøld er tað tey í KÍ leguni, sum fegnast. Tað gera tey, tí teirra lið í kvøld hevur vunnið 2-1 á útivølli ímóti heimamonnunum. -Vit [...] streyk í netið. KÍ helt fram eina løtu í sama stíli, og Bárður á Reynatrøð vísti onkra ferðina, at hann avgjørt hoyrir heima í landsliðshópinum. Men sum fyrri hálvleikur leið, fekk Víkingur fatur í fótb
at hála sigurin í land, hóast liðið ikki var fullmannað seinnu helvt av seinna hálvleiki. B36 hevði annars fatur í nógvum í Sarpugerði í gjár, men alla tíðina restaði tað seinasta í. Í seinna hálvleiki [...] sum mál, hevur B36 eisini verið. Men eftir dystin í Sarpugerði í gjár tóktist Jákup á Borg ikki hava tær stóru vónirnar um, at tað verður nøkur ferð út í Europa komandi ár. – Hetta kundi farið báðar vegir [...] eftir, tá Víkingur fekk einasta málið í dystinum og tískil eisini sat eftir við trimum stigum, meðan B36 noyddist aftur til Havnar við ongum – í øllum førum ongum stigi. Í einum álopi hjá vertunum fór Finnur
fyri hann. Jákup á Borg var allar 120 minuttirnar á B36 liðnum. Í 1. hálvleiki var hann álopskendur miðvallari í høgru, og í pørtum av 2. hálvleiki var hann meiri álopssinnaður enn so. Jákup skoraði upp [...] fótbóltsfeløg í Gundadali og hugdu at fótbóltsdystunum. Í báðum førunum var málið at finna fram til, um tað er møguleiki fyri, at føroyskir spælarar kunnu vera við til at styrkja um álopini í superliguni [...] fjalt yvir, at hann droymir um at royna fótbótsevnini uttanlands. Fyrr í summar vóru umboð fyri Grindavík í bestu íslendsku deildini í Klaksvík og sóu Hjalgrím spæla, og teir góvu honum eitt tilboð um at
okkum, sigur Randi Kúrberg í Havn, sum var millum ferðafólkini í stóra liðbussinum hjá Bygdaleiðum, ið eldur kom í nýggjársaftan. Tey fimm ferðafólkini í bussinum komu øll heim í hýruvogni, sum Strandferðslan [...] eftir at hann er komin inn í Leynatunnilin, tí førarin í bilinum, sum var í hølunum á bussinum sá ikki eld fyrr enn komið var inn í tunnilin. Eftir at førarin gjørdist greiður yvir eldin, skundaði hann sær [...] ferðafólk fingu vit ongantíð varuga av, at eldur var í bussinum meðan vit vóru í tunnlinum. Heldur ikki gáaðu vit eftir, at hann setti ferðina upp inni í tunnlinum. Útkomin steðgaði hann bussinum so mikið
at spæla í Europa á sumri í 2019. Í gjárkvøldið var fyrsta fjórðingsfinalan. Hon var á Argjum, har EB/Streymur var gestur. Tað endaði 2-2, og tað var eisini støðan eftir tvær ferðir eitt korter í longdari [...] AB eitt av liðunum í fjórðingsfinaluni. Seinnapartin og í kvøld verður avgjørt, hvørji hini trý í hálvfinaluni verða. B36 fær klokkan 14 vitjan av Skála. Hesi bæði liðini hava fyrr í ár spælt ein lands [...] long tíð frá dystarenda í fyrra dystinum í Gundadali, og til fyrsta bríksl verður í seinna dystinum. Hann verður millum HB og B71, sum hittast klokkan 17. B71 er einasta liðið í næstbestu deildini, sum
Tjóðveldi í stjórnarskipanarnevndini hava so ymsar hugsanir. Spurningurin er so bara, um Sjúður Skaale er við at mála seg inn í ein krók í Tjóðveldinum, eins og Jákup í Jákupsstovu gjørdi [...] sum var við í uppskotinum hjá upprunaligu Grundlógarnevndini. Sjúrður Skaale sigur eisini í viðmerking í dag, at tað er beinleiðis skeivt, sum Høgni Hoydal segði í Degi og Viku í gjárkvøldið [...] lagt fram til viðgerðar í fjør. Ein flokkur boðaði greitt frá, at hann var ímóti, og fleiri nevndarlimir gjørdu greitt, at teir ynsktu ávísar broytingar gjørdar í víðari viðgerðini. Tað er
tveimum málum. Í Vági endaði tað 3?1, og í Gøtu vann VB 2?0. Felags fyri bæði VB og GÍ er, at tey hósdagin vóru annar parturin av strævnari hálvfinalu í steypakappingini. Lyklaspælarar ivasamir Í hálvfinaluni [...] Ennigarð verður við í Vági. Tað er eisini greitt, at Jóan Petur Olsen verður ikki við í morgin. Magni Jarnskor lá við nógvum hita hósdagin. Í Gøtu vóna teir, at liðformaðurin verður tøkur í morgin, og sjálvt [...] fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón. Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð
viku. Í hópinum er ein spælari, sum ikki hevur spælt á landsliðnum áður. Ikki óvæntað hevur venjarin sent boð eftir Helga L. Petersen, sum í steypakappingini og serliga í fyrstu fýra umførunum í lands [...] Helgi L. Petersen var í hópinum, tá Føroyar í 1997 á heimavølli vunnu 2?1 ímóti Malta. Helgi var á beinkinum allar 90 minuttirnar, og síðani tá hevur hann ikki verið í landsliðshópinum. Í blaðnum týsdagin segði [...] Joensen og Andrew av Fløtum. Súni Olsen, sum spælir í FC Zwolle í næstbestu deildini í Hollandi, er ikki úttikin. Hann var heldur ikki úttikin til dystirnar í Luksemburg og Russlandi, men tá Uni Arge gjørdist
Í gjárkvøldið tapti NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. KÍ vann í dag 1-0 í Trongisvági, og eftir at B36 í dag tapti grannauppgerðina 2-1 ímóti HB, eru tað bara tvey lið, sum kappast um FM heitið. HB er [...] sum vann 1-0 í Trongisvági. Einasti málskjúttin var KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð, sum eftir innlegg úr høgru frá Jóannesi K. Danielsen tíðliga í fyrra hálvleiki stýrdi bóltin í málið. Í botninum sær [...] brotsspark til mál í fyrra hálvleiki, og fram ímóti dystarenda var tað innskifti Jákup Johansen, sum staðfesti sigurin. Í Hólmanum á Eiði legði Pætur J. Petersen heimaliðið framum við langskoti í fyrra hálvleiki