Helgi er nýggjur á landsliðnum

Tað er greitt, at umframt Toda Jónsson verður heldur ikki liðformaðurin, Jens Kristian Hansen við ímóti Sveis og Jugoslavia

 


Í gjár kunngjørdi Allan Simonsen, landsliðsvenjari, hvørjar átjan spælarar hann ætlar at hava við til heimadystirnar ímóti Sveis og Jugoslavia. Einki er at ivast í, at venjarin hevði viljað havt tveir spælarar, sum ikki eru ímillum teir átjan, ímillum tey fyrstu nøvnini á pappírinum.

Umframt Toda Jónsson, so er stórur saknur í liðformanninum tey seinastu árini. Vøddaskaðin hjá Jens Kristiani Hansen er so mikið álvarssamur, at tað tykist vera greitt, at B36 maðurin ikki verður førur fyri at spæla landsdystir um eina góða viku.

Í hópinum er ein spælari, sum ikki hevur spælt á landsliðnum áður. Ikki óvæntað hevur venjarin sent boð eftir Helga L. Petersen, sum í steypakappingini og serliga í fyrstu fýra umførunum í landskappingini hevur verið sera væl upplagdur á GÍ liðnum. Tað kundi sæð út sum um landsliðsvenjarin hevur úttikið GÍ spælaran, tá tað var greitt, at Todi Jónsson ikki verður við hesa ferð.

Helgi L. Petersen var í hópinum, tá Føroyar í 1997 á heimavølli vunnu 2?1 ímóti Malta. Helgi var á beinkinum allar 90 minuttirnar, og síðani tá hevur hann ikki verið í landsliðshópinum. Í blaðnum týsdagin segði Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, at teir tríggjar ella fýra ferðir høvdu sent boð eftir Helga, men at hann hevði borið seg undan. Í sama blaði segði Helgi, at nú var hann tøkur á landsliðnum, og í gjár sendi landsliðsvenjarin boð eftir honum.

Átjan manna landsliðshópurin sær hesa ferð soleiðis út: Jákup Mikkelsen, Herfølge BK, Jens Martin Knudsen, NSÍ, Óli Johannesen, Hvidovre IF, Hans Fróði Hansen, B68, Pól Thorsteinsson, B36, Johan B. Hansen, OB, Allan Mørkøre, HB, Øssur Hansen, B68, Fróði Benjaminsen, B68, Sámal Joensen, GÍ, John Petersen, B36, Julian Johnsson, Sogndal IL, Rógvi Jacobsen, HB, Jákup á Borg, B36, Kurt Mørkøre, Sogndal IL, Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, Helgi Lamhauge Petersen, GÍ og Uni Arge, HB.

Fleiri av úttiknu spælarunum vóru ikki við í 1. deild sunnudagin, tí teir vóru skaddir. Uni Arge var ikki á HB liðnum ímóti VB, Julian Johnsson spældi ikki við Sogndal, og Pól Thorsteinsson noyddist at taka seg av vøllinum, tá B36 var í Gøtu.

Harafturat vóru onkrir spælarar ikki á vøllinum, tí teir vórðu ikki mettir at vera nóg góðir til besta liðið. Tað snýr seg um Kurt Mørkøre í Sogndal og Johan B. Hansen í OB.


Ov lættir

Onkrir av spælarunum, sum hava verið við tær síðstu ferðirnar, tykjast ikki at hava verið komnir upp á tal, tí teir eru so mikið skaddir, at teir hava ikki spælt síðstu vikurnar. Her hugsa vit um HB menninar Jóhannis Joensen og Andrew av Fløtum.

Súni Olsen, sum spælir í FC Zwolle í næstbestu deildini í Hollandi, er ikki úttikin. Hann var heldur ikki úttikin til dystirnar í Luksemburg og Russlandi, men tá Uni Arge gjørdist sjúkur, vórðu boð send eftir Súna Olsen.

Tveir spælarar, sum hava spælt nógv á landsliðnum, men sum ikki hava verið við tær síðstu ferðirnar, hava staðið seg væl í landskappingini, og tí kundi kanska roknast við, at boð fóru at verða send eftir teimum. Men Allan Simonsen tykist ikki halda, at tað longur er pláss fyri Jan C. Dam og Henningi Jarnskor ímillum teir átjan bestu føroysku spælararnar.

Landsliðsspælararnir skulu møta hósdagin í komandi viku. Tá fara teir at fyrireika seg til dystin ímóti Sveis, sum verður á Svangaskarði leygarkvøldið 2. juni, sum er hvítusunnuaftan, klokkan 19.15.