Bara fimm minuttir vóru eftir, tá Víkingur fekk einasta málið í dystinum og tískil eisini sat eftir við trimum stigum, meðan B36 noyddist aftur til Havnar við ongum – í øllum førum ongum stigi.
Í einum álopi hjá vertunum fór Finnur Justinussen um koll frammarlaga í høgru síðu, og dómarin dømdi fríspark, sum Erling Jacobsen fór fram at skjóta.
– Erling sendi frísparkið væl innfyri, og eg fekk nakkan á bóltin, so hann endaði í málinum. Eg sá tað ikki sjálvur, segði málskjúttin, Sam Jacobsen, eftir dystin.
Eitt lítið korter undan hesum hevði Sverri Jacobsen fingið sítt seinna gula kort, so tí spældi Víkingur síðstu 20 minuttirnar við einum manni í minniluta á vøllinum – og megnaði kortini at vinna.
– Vit vildu allir vinna, og tá vit blivu ein í minniluta, kempaðu vit allir meira. Og so hjálpti tað sjálvandi eisini væl, at vit fingu málið, segði Sam, ið gjørdist hetjan hjá teimum ljósabláu.
– Dysturin var nokk so væl spældur og undirhaldandi, og hann kundi koppa báðar vegir. Og av tí at vit vunnu, eru vit framvegis við í kappingini um at koma út í Europa aftur næsta ár, sum er okkara mál fyri árið.
Kanska næsta ár…
Júst hetta við europeiskum fótbólti komandi kappingarár er ein gularót hjá fleiri av liðunum, og millum teirra, ið hava havt Europa sum mál, hevur B36 eisini verið.
Men eftir dystin í Sarpugerði í gjár tóktist Jákup á Borg ikki hava tær stóru vónirnar um, at tað verður nøkur ferð út í Europa komandi ár.
– Hetta kundi farið báðar vegir, men hetta var ein av teimum dystunum, har vit skuldu vísa, at vit vóru menn fyri at spæla við í toppinum, men tað kláraðu vit ikki í dag, segði hann.
– Vit mugu bara hugsa eitt sindur øðrvísi og fáa tað at fungera, so vit noyðast helst at hyggja longur fram. Eina ella aðrastaðni eru vit á rættari kós, og tað skal nokk eisini gerast betri. Men tað verður neyvan í ár.
Stigatalvan gevur Jákupi á Borg rætt í, at tað sær meira enn bara trupult út, um B36 skal sleppa upp í part millum fýra tey fremstu. Á sætta plássi er B36 sjey stig frá at enda millum fýra tey fremstu, og hartil er kappingin beinhørð millum liðini, sum eru frammanfyri.
Meira beinleiðis
Eitt av teimum er Víkingur, ið vísti styrki, tá tað eydnaðist at hála sigurin í land, hóast liðið ikki var fullmannað seinnu helvt av seinna hálvleiki.
B36 hevði annars fatur í nógvum í Sarpugerði í gjár, men alla tíðina restaði tað seinasta í. Í seinna hálvleiki blivu fleiri góðir bóltar – serliga frá Hjalgrími Elttør, ið var sera væl upplagdur – sendir innfyri málið hjá Víkingi, men har var bara ongantíð nakar til staðar, sum kundi gera arbeiðið liðugt.
– Vit fingu bóltin til baklinjuna fleiri ferðir, men vóru ikki nóg djarvir, tá tað ráddi um at fáa bóltin inn, mátti Jákup á Borg staðfesta, meðan skuffilsið lýsti av honum.
Sum bæði hann og Sam Jacobsen staðfestu, var hetta ein av hesum dystunum, ið kundi farið báðar vegir, men munurin var tann, at Víkingur – sjálvt í minniluta – søkti meira beinleiðis at, tá møguleikin var har. Stríðsviljin hjá teimum ljósabláu kann røkka langt, og hesa ferð rakk hann til trý stig.