Fótbóltur
Hóast matematiska vissan enn ikki er til staðar, so bendir alt á, at EB/Streymur vinnur Formula-gullið í ár.
Tað inniber samstundis, at B36 fær UEFA-Cup plássið fyri steypavinnarar, og og verður tað upp til HB og NSÍ at stríðast um seinna UEFA-plássið, sum er vert nakað nógv meira enn eitt pláss í InterToto-kappingini.
Og tí kann væl sigast, at nakrar hundraðtúsund krónur standa upp á spæl, tá liðini fara á vøllin sunnudagin.
Og til hetta eru bæði á leið somikið væl fyri, sum hugsast kann. Eingir skaðar av týdningi gera um seg í nakrari av legunum, og heldur ikki eru nøkur leikbann at stríðast við, so venjararnir hava so at siga allar mans tøkar, tá liðini skulu setast.