Árnaspørkini útsettu FM ballið

Odmar Færø og Árni Frederiksberg áttu størstu leiklutirnar, tá ið meistararnir fyri aðru ferð í ár vunnu ímóti Víkingi, sum framvegis hevur hondina á FM steypinum

Rakettir og annað fýrverk mundi ivaleyst vera í taskum kring vøllin í Sarpugerði í kvøld, tá ið Víkingur og KÍ – komandi og verandi meistarin – spældu toppdyst.

 

Einki fýrverk verður í Sarpugerði í kvøld. Tað bíðar nakrar dagar aftrat. At tað fer at verða brúk fyri tí, ivast eingin í.

 

Men í kvøld er tað tey í KÍ leguni, sum fegnast. Tað gera tey, tí teirra lið í kvøld hevur vunnið 2-1 á útivølli ímóti heimamonnunum.

 

-Vit vóru øgiliga uppsettir, og vit fegnast um sigurin. Vit rokna framvegis við, at Víkingur vinnur FM, men soleiðis sum kappingarárið hevur verið, so fegnast vit sjálvandi um úrslitið í kvøld, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við Heðin Arge í Televarpinum.

 

Ólavur Mikkelsen hjálparvenjari hjá Víkingi hevur bæði beinini á jørðini.

 

-Vit harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. Hugburðurin var góður, og vit spældu okkum til nógvar málmøguleikar, men í kvøld eydnaðist tað ikki. Nú venda vit nøsini ímóti næstu avbjóðingini, sigur Ólavur Mikkelsen.

 

KÍ legði fyri sum eitt ódnarveður. Tað vóru fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, og tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, gav tað úrslit. Verjuspælararnir vóru ikki nóg avgjørdir, tá ið teir royndu at beina bóltin burtur, og at brotsteigarmarkinum sveiggjaði Árni Frederiksberg sleggjuna, og bólturin streyk í netið.

 

KÍ helt fram eina løtu í sama stíli, og Bárður á Reynatrøð vísti onkra ferðina, at hann avgjørt hoyrir heima í landsliðshópinum.

 

Men sum fyrri hálvleikur leið, fekk Víkingur fatur í fótbóltsspælinum, og seinna partin av fyrra hálvleiki og fyrra partin av seinna hálvleiki vóru víkingarnir nógv meiri í álopi, meðan klaksvíkingar vóru í verjustøðu. Tað vóru nógvar spentar støður, tá ið tað fleiri ferðir var aftur og fram í brotsteiginum, og tá ið Olaf Bárðarson og Ari Olsen royndu seg við innleggum.

 

At tað ikki eydnaðist at fáa bóltin í málið komst av, at Mark F. Jensen var stinnur millum KÍ stólparnar og eisini tí Odmar Færø var sannur brandur, sum í miðverjuni vísti, at hann aftur er búgvin at spæla á landsliðnum.

 

Tólv minuttir undan leikloki økti KÍ um leiðsluna. Aftur var tað Árni Frederiksberg, sum átti stóran leiklut. Hann sendi við horna inn úr høgru, og eftir aftur og fram var tað Odmar Færø, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í netið og so var 2-0.

 

Tá fekk KÍ fatur á meiri, meðan víkingarnir ikki tóktust rokna so nógv við møguleikanum. Men tveir minuttir undan leikloki var eldur í aftur, tá ið dómarin metti, at Odmar Færø hevði koppað Olafi Bárðarson.

 

Dómarin legði fýra minuttir aftrat, men víkingarnir megnaðu ikki at javna.

 

 

 

 

 

Víkingur – KÍ 1-2 (0-1)

 

0-1: Árni Frederiksberg 8.

 

0-2: Odmar Færø 78.

 

1-2: Sølvi Vatnhamar br 88.

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson  – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi (Árni Nóa Atlason, 81.), Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen (Finnur Justinussen, 70.), Olaf Bárðarson

 

Gult kort: Aron Jarnskor Ellingsgaard, Atli Gregersen, Olaf Bárðarson, Jákup Johansen, Ingi Jonhardsson

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Alexander Berntson, Claes Philip Kronberg (Børge Petersen, 93.) – Hallur Hansson, Mads Bo Mikkelsen, Albert Ejupi (Patrick Da Silva, 76.) – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken

 

Gult kort: Hallur Hansson, Páll A. Klettksarð, Árni Frederiksberg

 

Venjari: Espen Haug