Í gjárkvøldið tapti NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi.
KÍ vann í dag 1-0 í Trongisvági, og eftir at B36 í dag tapti grannauppgerðina 2-1 ímóti HB, eru tað bara tvey lið, sum kappast um FM heitið.
HB er fimm stig undan klaksvíkingum og eftir fína sigurin í dag stórfavorittur at vinna FM.
Teitur Matras Gestsson var aftur í dag sera sannførandi málverji, og í hinum endanum var Adrian Justinussen framúr.
HB hevur vunnið ellivu landskappingardystir á rað og fjúrtan dystir í alt - íroknað innleiðandi og báðar hálvfinalurnar í steypakappingini. HB hevur ikki mist nakað síðani 2. apríl, tá ið landskappingardysturin ímóti B36 endaði 1-1.
Lukasz Cieslewicz legði stutt undan steðginum B36 framum við brotssparki.
B36 var allan fyrra hálvleik omaná, og um HB málverjin ikki hevði verið so óførur, so kundi B36 havt verið frammanfyri við fleiri málum.
Tí var tað øgiligur smeitur fyri B36, tá ið HB í síðstu sekundunum undan steðginum javnaði. Málskjútti var Adrian Justinussen, sum sparkaði framúr eftir fína hornasparksstøðu.
Adrian Justinussen, sum er toppskjútti, var eisini maðurin fyri sigursmálinum. Eftir innlegg úr vinstru frá Magnusi Egilsson var hann leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.
Dómarin legði níggju minuttir aftrat, og síðstu løtuna gekk tað fyri seg í og kring HB brotsteigin. HB spælararnir ofraðu seg fult og heilt, og tað eydnaðist at halda tørn, hóast talan var um nógvar spentar støður.
HB er tólv stig undan B36, sum harvið hevur langan tein upp á toppin.
Fimm stig eru frá HB og aftur til KÍ, sum vann 1-0 í Trongisvági. Einasti málskjúttin var KÍ liðformaðurin Páll A. Klettskarð, sum eftir innlegg úr høgru frá Jóannesi K. Danielsen tíðliga í fyrra hálvleiki stýrdi bóltin í málið.
Í botninum sær tað svart út hjá AB og 07 Vestur.
Skála vann á heimavølli 2-0 ímóti AB, sum síðstu løtuna var undirmannað.
Brian Jakobsen umsetti brotsspark til mál í fyrra hálvleiki, og fram ímóti dystarenda var tað innskifti Jákup Johansen, sum staðfesti sigurin.
Í Hólmanum á Eiði legði Pætur J. Petersen heimaliðið framum við langskoti í fyrra hálvleiki. Gilli Samuelsen javnaði í seinna hálvleiki, tá ið hann eftir langskot var fyrstur á returbólti. Arnbjørn Hansen varð settur á vøllin, og hann skoraði sigursmálið fyri EB/Streym.
EB/Streymur – 07 Vestur 2-1 (1-0)
1-0: Pætur J. Petersen
1-1: Gilli Samuelsen
2-1: Arnbjørn Hansen
Skála – AB 2-0 (1-0)
1-0: Brian Jakobsen br
2-0: Jákup Johansen
HB – B36 2-1 (1-1)
0-1: Lukasz Cieslewicz br
1-1: Adrian Justinussen
2-1: Adrian Justinussen
Suðringar – KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Páll A. Klettskarð
Í gjár
NSÍ – Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Adrian Cascaval 17.
0-2: Gunnar Vatnhamar 49.
1-2: sjálvmál 63.
HB | 14 | 12 | 1 | 1 | 27 | 9 | 37 |
KÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 26 | 12 | 32 |
NSÍ | 14 | 8 | 2 | 4 | 31 | 14 | 26 |
B36 | 14 | 8 | 1 | 5 | 28 | 19 | 25 |
Víkingur | 14 | 7 | 2 | 5 | 22 | 18 | 23 |
EB/Streymur | 14 | 4 | 5 | 5 | 17 | 17 | 17 |
Skála | 14 | 5 | 2 | 7 | 13 | 19 | 17 |
Suðringar | 14 | 3 | 2 | 9 | 11 | 23 | 11 |
AB | 14 | 2 | 2 | 10 | 7 | 28 | 8 |
07 Vestur | 14 | 1 | 1 | 12 | 13 | 38 | 4 |
15. umfar
Fríggjadagin 22. juni
EB/Streymur – KÍ
Skála – NSÍ
07 Vestur - Víkingur
Leygardagin 23. juni
Suðringar – HB - í Vági
Sunnudagin 24. juni
AB – B36