bestu deildini seinnu árini er, at liðið hevur verið sera sterkt á heimavøllinum á Mølini. Enn tykist tað eisini so, at tað er tungt at vinna á Mølini, og enn hevur eingin fingið fult við sær aftur, men tað [...] ið sum einasti maður samlaði upp uttan fyri brotsteigin, og annað vikuskiftið á rað meddaði hann bóltin í kassan av brotsteigarmarkinum. Tvey einmansavrik Eftir steðgin vóru tað teir á heimaliðnum, sum [...] lítið vet grammari. Teir fingu fatur á flestu leysu bóltunum, og tí ferðast bólturin nógv á ÍF-hálvuni. Talan var tó aftur um deyðbóltsstøðu, tá útjavningin kom. Egil á Bø plagar at vita, hvar málið stendur
arbeiddi eisini eitt skifti m.a. úti á Skála, har Kjølbro hevði eitt stórt virki tá. Eftir at Mikkjal hevði verið í Danmark á keypmannsskúla, var hann í tvey ár leiðari á Klædnabúðini, sum tá taldist millum [...] føroyska mergjaða navnið Mikkjal á Bergi, sum gjørdist kent bæði her og aðrastaðni. Eftir loknað skúlagongd, har hann øll árini lá væl frammi í oddinum, fór hann í læru á skrivstovuni hjá P/f J. F. Kjølbro [...] Mikkjal. Gavst ikki á hondum Hann var tá komin eitt sindur til árs, men segði, at "eingin skuldi fáa seg at fara í nakra sosiala skipan". Tók tí súkkluna, fór til Danmarkar, fekk sær starv á fiskavirki, fór
ikki minst á Skála hevur hetta av álvara sett bygdina á høvdið. Vanliga plagar tað at vera hondbóltstosið, sum gongur heitast har um leiðir, men hesa seinastu tíðina hevur bert fótbóltur verið á skránni. [...] góðu støðuna á talvuni, so tykjast hvørki Jónhard ella viðleikararnar at hava mist sambandið við veruleikan, sum sigur at Skála tvey ár á rað hava bjargað sær tilveruna í bestu deildini á evsta leikdegi [...] seinasta vóru ein av heitastu FM-biðlunum. Nú vitjar B36 aftur á Skála, men hesaferð er talan so ikki um nakran botndyst. Liðini sum tá lógu á ávíkavist 10. og 9. plássi er nú nummar eitt og tvey, og ein
Helgi Abrahamsen ??????????????? Tað var einaferð ein maður, sum datt út av sjeyndu hædd á einum húsum. Tað fyrsta sum hann hugsaði var, at her fór at enda galið, men tá hann var komin árakað fimtu hædd [...] teimum fyri at takka, at Bárður Nielsen er komin niður á 1. hædd, tí so leingi sum teir sótu í landsstýrinum vóru teir ongantíð longri niðri enn á 2. hædd, og teir kunnu sjálvandi heldur ikki gera við, [...] teimum, sum skulu taka stoytin. "Farið til arbeiðis", sigur Karsten Hansen, meðan Høgni Hoydal vísir á, at Føroyar hava onga búskaparstýring havt síðani Tjóðveldisflokkurin fór úr landsstýrinum. Bárður Nielsen
lærdan ribbald, men eisini ein hugfarsligan heimspeking og listarliga væl útbornan listarmann á fleiri økjum, sum á ein natúrligan hátt dugdi at sveima í ríka heimi sínum og koma niður aftur til okkum jarðbundnu [...] tørvar, hann setir litir á lørift og fær trænum júst ta telging, sum gevur hvørjum kvisti og hvørji lynd tað lív, sum bert hann, ið er góður við tað, hann fæst við, megnar. Ein maður segði við meg nú ein dagin [...] Fuglafirði eiga vit Frits, um vit hugsa um, hvat ið hendir á listarliga økinum. Rætt er, at fleiri onnur eru; men høvdu mong av teimum váða sær upp á ?listarpallin?, um Frits ikki stóð teimum við lið? - Jú
hevur eitt stríð tikið seg upp um eitt byggimál. Ein maður hevur søkt kommununa um at sleppa at leiga eina neystagrund at byggja sær eini sethús á. Kommunan hevur játtað honum hesa umbøn, hevur gjørt [...] sum neystagrundin liggur á, hoyrir undir serligu byggisamtyktina fyri Reyn, og í hesi byggisamtykt eru serligar reglur galdandi. Eitt nú er matrikkulnummarið, neystagrundin liggur á, ætlað almennum stovnum [...] av fráviki í byggisamtyktini, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. Jan Christiansen vísir á, at tað er sami myndugleiki, ið skal góðkenna leigusáttmálan sum skal geva frávik í byggisamtyktini
uttan iva besti maður á vøllinum. Jan C. Dam spældi fyrstu ferð á landsliðnum í august 1990, tá Ísland vann 3?2 á ovara vølli í Gundadali. Ta ferðina skoraði hann seinna føroyska málið upp á brotsspark. Tilsaman [...] og at spæla við teimum. Um tað so fer at vísa seg, at teir á besta liðnum kanska fara at hava brúk fyri einum verjuspælara, og um teir so heita á meg, so vil eg ikki avvísa, at eg kann hjálpa til, men tað [...] Hansen í verjuni og um Fróða Benjaminsen á miðvøllinum. Næst eftir John Petersen haldi eg, at teir báðir eru bestu spælararnir í landinum. Men eg skal bera øllum á Toftum alt gott. Jann Ingi Petersen er
viðgingið á løgreglustøðini, at hann ætlaði at drepa hana. Hann sleppur undan, tí rætturin helt tað ikki vera prógvað, og tað ljóðar heilt órímiligt fyri okkum, sigur Elin Reinert Planck, leiðari á Kvinnuhúsinum [...] ferðir í høvdið við einum hamara. Eina ferð í tinningina, tvær ferðir aftan fyri og eina ferð mitt á høvdið. Fyrstu ferðina helt hann kvinnuni, sum hann livdi saman við, fasta niður ímóti gólvinum og slerdi [...] sambært læknunum mundi doyð av løstunum. Lukkutíð slapp kvinnan til rýmingar. Tá maðurin var avhoyrdur á politistøðini viðgekk hann, at hann ætlaði at drepa hana. Men í grundlógaravhoyringini broytti hann
TREYSTI fyri árligu Føroya Bjór renningini á norðoyastevnu. Henda rennikapping er nú vorðin ein fastur táttur í leygardagsskránni á norðoyastevnu, og er hetta fimta ári á rað, at runnið verður í Miðbýnum. Í 1999 [...] klárur og fær eitt klapp frá tí næsta og rennur síðani avstað, og tá hann kemur á mál er alt liðið komið á mál. Tvs. at 3. maður er avgerandi fyri hvussu liðið klárar seg. Best er, um teir 3 luttakarnir frá [...] verður lættari at halda skil á skiftum. Virkir, stovnar o.l. kunnu tilmelda eitt ella fleiri lið á tríggjar rennarir. Heiðursmerki og steyp Tá seinasti rennarin er komin á mál, og úrslitini eru greið,
sagt, so vóru vit eisini uttanlands á jólum fyri trimum árum síðan - tá á Tenerifa og nú halda vit jólafrí á Gran Kanaria. Tað sigur Erla Ree Winthereig. Hon vísir á, at hin 22. desember komu tey heimaftur [...] við okkum. Erla Ree Winthereig sigur, at hon, maður og børn fara heimaftur til Føroya 27. desember og halda nýggjárið saman við góðum grannum á Gaddavegnum á Nesi. - Nýggjárið í Nes kommunu verður heilt [...] vera ein bygd til at gerast ein býur. Hetta var, meðan vit vóru á Gran Kanaria, so eg gleði meg at koma heim at heilsa uppá øll býarfólkini á nýggjárinum. Nýggjárið í Nes kommunu verður sostatt heilt serligt