Jan sigur farvæl á Toftum

Men veteranurin, ið sigur seg ongantíð hava fegnast so nógv um eina heiðurskrónu, sum hann gjørdi leygardagin, ætlar ikki heilt at seta skógvarnar á hillina

 

Fótbóltstos


Jan C. Dam fer ikki aftur at umboða B68. Landskappingardysturin í Klaksvík leygardagin var tann síðsti hjá honum fyri Tofta Ítróttarfelag:

? Eg ætli mær ikki at skriva undir nakran sáttmála fyri komandi ár. Eg rokni við, at eg fari at venja við 2. deildarliðnum hjá HB og at spæla við teimum. Um tað so fer at vísa seg, at teir á besta liðnum kanska fara at hava brúk fyri einum verjuspælara, og um teir so heita á meg, so vil eg ikki avvísa, at eg kann hjálpa til, men tað er ein sannroynd, at tað ikki verður, sum tað hevur verið higartil, sigur Jan C. Dam.

Eftir dystin leygardagin fingu B68 spælarnir bronsukrónurnar hongdar um hálsin. At fáa heiðurskerki er ikki nakað nýtt fyri Jan C. Dam. Hann hevur vunnið trý FM heiti við HB ? í 1988, 1990 og í 1998, og hann hevur vunnið steypafinaluna seks ferðir við HB ? í 1987, 1988, 1989, 1992, 1995 og í 1998.

? Skal eg vera sannur, so havi eg ongantíð verið so fegin um eina gullkrónu, sum eg var um bronsukrónuna leygardagin. Meðan vit stríddust við at javna, so hugsaði eg aftur á 1994. Tá skoraði GÍ í síðstu løtu í Klaksvík. Harvið tóku teir gullkrónurnar frá okkum. Eg hugsaði, at tá gøtumenn kundu skora í síðstu løtu í Klaksvík, so kundu vit eisini, og tað eydnaðist.

Men bronsumerkini kunnu ikki vera nógv at gleða seg yvir hjá einum spælara, sum hevur verið við til at vinna so nógvar gullkrónur, sum tú hevur vunnið?

? Um tú hevði spurt meg í summarsteðginum, so hevði eg svarað, at eg hevði ikki havt nakra vón um at vinna nakað sum helst. Men síðani tá hava vit verið ógvuliga raskir, og eg haldi, at vit so hjartaliga høvdu uppiborið at vinna okkurt.

Hví hevur talan verið um so ólíka fyrru og seinnu hálvu?

? Eg havi hugsað allar dystirnar ígjøgnum. Ein av stóru mununum hevur verið, at vit síðani summarsteðgin hava havt tveir spælarar, sum hava verið so framúr væl upplagdir. Eg hugsi um Hans Fróða Hansen í verjuni og um Fróða Benjaminsen á miðvøllinum. Næst eftir John Petersen haldi eg, at teir báðir eru bestu spælararnir í landinum. Men eg skal bera øllum á Toftum alt gott. Jann Ingi Petersen er ein fínur miðvallarspælari, sum eg heilt víst rokni við rættuliga fer at koma fyri seg komandi ár. Hann hevur spælt fleiri góðar dystir í ár, men tað var spell, at so fá sóu hann spæla í Intertoto Cup dystinum í Lokeren. Tá var hann uttan iva besti maður á vøllinum.

Jan C. Dam spældi fyrstu ferð á landsliðnum í august 1990, tá Ísland vann 3?2 á ovara vølli í Gundadali. Ta ferðina skoraði hann seinna føroyska málið upp á brotsspark. Tilsaman hevur Jan C. Dam spælt 39 landsdystir. Hann hevur droymt um at spæla nummar fjøruti eisini, men hann ásannar, at nú sær tað svart út fyri tí.

Ein tann besta og kanska tann besta dystin spældi Jan C. Dam, tá landsliðið 24. apríl í 1996 tapti 3?1 í Beograd.

? Landsliðið fer leygardagin enn eina ferð niður á Balkan. Tað verður torført hjá teimum ímóti Slovenia, sum skal vinna dystin. Men eg vóni og rokni eisini eitt sindur við, at okkara menn fara at standa seg væl, heilsar Jan C. Dam, sum síðani 1986 hevur verið í fremstu røð í føroyskum fótbólti, tá hann ikki hevur roynt seg í Danmark.