BYGGISTRÍÐ
Úti í Bakka í Havn hevur eitt stríð tikið seg upp um eitt byggimál. Ein maður hevur søkt kommununa um at sleppa at leiga eina neystagrund at byggja sær eini sethús á. Kommunan hevur játtað honum hesa umbøn, hevur gjørt leigusáttmála við mannin. Og maðurin er farin at byggja.
Men ein trupulleiki er, at økið, sum neystagrundin liggur á, hoyrir undir serligu byggisamtyktina fyri Reyn, og í hesi byggisamtykt eru serligar reglur galdandi. Eitt nú er matrikkulnummarið, neystagrundin liggur á, ætlað almennum stovnum og skrivstovum. Tí má byggisamtyktin broytast, ella frávik gerast, um sethús skulu byggjast.
Tá ein kommuna ger ein slíkan leigusáttmála, skal hann eisini góðkennast av landsstýrinum, og tí sendi kommunan sáttmálan til góðkenningar ? og sáttmálin varð góðkendur í landsstýrinum.
? Tað stendur púra greitt í leigusáttmálanum, at ognin skal brúkast til privatan bústað, tí tók umsitingin hjá okkum tað sum givið, at góðkenningin av sáttmálanum samstundis var ein góðkenning av fráviki í byggisamtyktini, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Jan Christiansen vísir á, at tað er sami myndugleiki, ið skal góðkenna leigusáttmálan sum skal geva frávik í byggisamtyktini, tí dugir hann ikki at skilja, at neyðugt skal vera at senda umsóknina í tveimum.
Hann vísir á, at tað er ein tung prosess at broyta eina byggisamtykt, og at kommunan tí bað um eitt undantak ? og soleiðis skuldi tað skiljast, tá kommunan bað Løgmansskrivstovuna góðkenna leigusáttmálan.
Mánadagin í síðstu viku fóru menn undir byggingina oman á neystagrundini. Men eftir at grannar høvdu kært til Løgmanssrkivstuvna, varð byggingin steðgað.
Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at býráðið nú fer at orða eitt skriv til Løgmanssrkivstovuna, har tey fara at greiða frá sjónarmiðunum hjá kommununi.
? Vit eru ósamd við tulkingina hjá Løgmanssrkvistovuni. Vit tulka hetta sum eina umsókn um frávik í byggisamtyktini, sigur hann.
Men í einum innanhýsis notati hjá Løgmanssrkivstovuni skrivar Eyðbjørn Larsen, fulltrúi, at Løgmansskrivstovan hevur boðað Jóannes Madsen, advokati hjá Tórshavnar býráð frá, at ætlanirnar við økinum eru ikki í samsvar við byggisamtyktina, men at hetta annars ikki hevur týdning fyri góðkenning av leigusáttmálanum.
Løgmansskrivstovan hevur fyrr avvíst leigusáttmála millum býráðið í Havn og mannain, sum søkti um at leiga grundina. Fyri tveimum árum síðani vildi Løgmansskrivstovan ikki góðkenna leigusáttmálan m. a. tí, at eitt kommunalt grundøki eigur at verða lýst til sølu ella leigu.
Fíggjarnevndini hjá kommununi samtykti í november 1999 at mæla býráðnum til at taka skrivið frá Løgmansskrivstovuni til eftirtektar og harvið taka samtyktina um leigu av ognini aftur. Síðini hevur málið koyrt eitt sindur aftur og fram í umsiting og nevndum í býráðnum, og á fundi 23. mai í ár samtykti ein meiriluti í Fíggjarnevndini at góðtaka nýggja uppskotið til leigusáttmála, sum advokatar hjá býráðnum og landsstýrinum í felag hava gjørt, har m. a. ásett er, at føst leiga er 300 kr um mánaðin. Minnilutin, andstøðuumboðini, sóknast eftir eini grundgeving frá landsstýrinum (kommunala eftirlitinum) til at ganga frá fyrru niðurstøðu síni, og helt tí fast við fyrru samtyktina.
Saman við grannunum hevur minnilutin í býráðnum kært avgerðina. Minnilutin í býráðnum heldur eisini, at byggiloyvið er latið í heimildarloysi, og heldur tað vera løgið, at hetta verður gjørt dagin eftir, at umsitingin hjá Tórshavnar býráð er farin í summarfrí. Tí krevja minnilutaumboðini í byggi- og býarskipanarnevndini, Hildur Eyðunsdóttir og Jógvan Arge, at málið verður tikið uppaftur, og tey vilja viðgera, hvørjar avleiðingarnar av hesum skulu verða.
Fundur skuldi vera í gjár, man hann er útsettur til seinni í vikuni.
Arbeiðið at byggja húsini er steðgað og kann ikki takast uppaftur, fyrr enn Løgmansskrivstovan gevur loyvi til tess.