Fótbóltsfepur á Skála

Bygdarfólkið tykist bara at tosa um fótbólt í hesum døgum, og nú verður talan um oddadyst, tá B36 vitjar

Upptakt

Nógv er vent upp og niður seinasta árið. Fyri einum ári síðani vitjaði eitt kreppurakt og sigursleyst B36 líka so kreppurakta Skála. Ta ferðina fekk B36 við einum sigri rætta skútuna somikið, at teir fram til tað seinasta vóru ein av heitastu FM-biðlunum.
Nú vitjar B36 aftur á Skála, men hesaferð er talan so ikki um nakran botndyst. Liðini sum tá lógu á ávíkavist 10. og 9. plássi er nú nummar eitt og tvey, og ein møguligur vinnari kann av álvara skræða seg leysan í oddastríðnum.

Málið er óbroytt
Og ikki minst á Skála hevur hetta av álvara sett bygdina á høvdið. Vanliga plagar tað at vera hondbóltstosið, sum gongur heitast har um leiðir, men hesa seinastu tíðina hevur bert fótbóltur verið á skránni.
- Áhugin er øgiligur. At kalla hvør maður tosar bara um fótbólt. Fólk eru og hyggja at, tá venjingarnar eru, so hetta er nakað heilt annað.
Orðini eigur áleyparin, Jónhard Frederiksberg, og hann dylir ikki fyri, at talan er um hugaliga støðu hjá leikarunum.
- Sjálvandi er tað stuttligt. Ikki minst nú vit eisini skulu spæla oddadyst. Vit taka tað í øllum førum sum eina stóra avbjóðing, og vit fara so eisini at gera okkara besta. So fáa vit at síggja, um tað er nóg mikið, heldur hann.
Men hóast góðu støðuna á talvuni, so tykjast hvørki Jónhard ella viðleikararnar at hava mist sambandið við veruleikan, sum sigur at Skála tvey ár á rað hava bjargað sær tilveruna í bestu deildini á evsta leikdegi.
- Málið er framvegis tað sama. Vit vilja fyrst og fremst tryggja okkum, at vit eisini spæla í fyrstu deild komandi kappingár.
Men við sigri leygardagin kunnu tit mest sum tryggja tykkum hetta, nú bara fimta umfar er a skránni.
- Ja, tað hevur tú rætt í, um stigini seinastu tvey árini skulu nýtast sum grundarlag. Men vit taka so ein dyst í senn. Bólturin er framvegis rundur, so vit ætla okkum ikki soleiðis at kollvelta øllum ætlanum her og nú, heldur hann.
Jónhard sigur annars, at allir mans eru tøkir til dystin. Hvørki skaðar ella leikbann tykjast hótta nakran av leikarunum, so Jóhan Nielsen hevur allar møguleikar at blanda kortini. Hvussu tað so verður gjørt hesaferð, er ein annar spurningur,

Veteranar trýsta á dyrnar
Og í B36 tykjast tey eisini greið um, at nú skal liðið av álvara ígongd, um oddasessurin skal endurvinnast.
- Vit fara so í øllum førum eftir oddasessinum. Tað verður so ikki nøkur løtt uppgáva, men royndin skal so gerast, heldur Kenneth Jacobsen, sum í ár tykist hava bitið seg fastan á høgra bakki á B36-liðnum.
Sjálvur sigur hann, at teir kenna ógvuliga lítið til Skála liðið, sum teir tó hava hitt tvær ferðir í venjingardystum. Tær báðar ferðirnar vann B36, men tey úrslitini kunnu tó sjáldan nýtast sum vísital fyri nakað sum helst.
Í B36 eru tey annars um at hava allar mans í breiða hópinum tøkar. Bárður Mortansson verður tó ikki við eftir reyða kortið, sum hann fekk seinast, og í hansara stað kann roknast við við, at Allan Mørkøre fer at spæla.
Hartil er spurningurin, hvørt tað hesaferð verður rúm fyri Jens Kristian Hansen millum teir fyrstu ellivu. Eftir enn ein skaðasteðg hevur hann verið á beinkinum tær báðar seinastu ferðirnar, men í slíkum dystum hava royndir ofta nógv at týða, og tí er ikki óhugsandi, at hann verður millum teir fyrstu ellivu hesaferð. Og so er Niels Joensen nú eisini komin fyri seg eftir skaða, men tað má metast sum sannlíkt, at hann í fyrstu atløgu verður at síggja á beinkinum.