skal eisini hava tíð til saman við sínum starvsfeløgum at eftirmeta hvønn næming sær fleiri ferðir um árið. Næmingurin skal nú vera í sentrum, men næmingatalið, tann mongdin, sum lærarin hevur í flokkinum [...] Lærarafelag, sum hildu, at hetta ikki var nóg gott. Tað vóru nógvir limir, sum heittu á Lærarafelagið um at gera meira. Onkur skeyt upp verkfall. Tað var bara tað, at limirnir í Føroya Lærarafelag kundu ikki [...] gerast meira ?liðilig?, segðist. Føroya Lærarafelag var harðliga ímóti hesum, tí Felagið var sannført um, at hetta fór at verða brúkt sum ein fjald sparing, og at hetta fór fyrst og fremst at ganga út yvir
døgnið, tað gevur um 20 tons av mjøli. Um samøgurið kunnu teir gera 300 tons av sjógvi til fekst vatn at brúka í surimiframleiðsluni. 25.000 tons um árið Sigurð Simonsen sigur, at við dagsprísinum á surimi [...] at fiska nóg stórar nøgdir um veturin til at eitt verksmiðjuskip kann klára seg væl. Marknaðurin fyri surimi er eisini stórur ? Eftirspurningurin er umleið 550.000 tons um árið. ? Somuleiðis er prísurin [...] Talan er um eitt serbygt skip til at virka svartkjaft umborð. Sigurð Simonsen sigur, at verksmiðjudekkið er 800 fermetrar. ? Hann kann frysta 140 tons um døgnið og gera 100 tons av slógvi til mjøli um døgnið
kontoin, ið eitur "Stuðul til tær norðurlendsku málnevndirnar" verður hækkað úr góðari millión krónum um árið til slakar tvær milliónir. Í frágreiðing til løgtingið í farnu viku, søgdu føroysku umboðini í N [...] í, hava annars viðgjørt seks mál seinasta árið. Limirnir skifta ov ofta Dan R. Petersen og Jógvan við Keldu hava tosað við NORA - Norðurlendska Samstarvið, um hvussu meiri kann fáast burtur úr norðurlendska [...] verður givin skrivara okkara. Framlagda uppskotið til samtyktar kann hava fíggjarligar avleiðingar, um so er, at lógir skulu setast í verk fyri Føroyar. - Umráðandi er, at vit eru við til at gjalda og ikki
móti Drátti. Byrjanin var jøvn. Liðini fylgdust teir fyrstu bóltarnar, og tað ráddi fyrst og fremst um at fáa spælið at hanga saman. Hvørki av liðunum fekk yvirvág so tað munaði nakað og tað var ikki fyrr [...] avsmurningi. Dráttur fekk einans sjey stig í alt í teimum báðum næstu settunum, og tað sigur nakað um hvussu vælkoyrandi spælið hjá Fleyr var. Annað sett endaði 15-4, meðan triðja sett endaði 15-3. Seinna [...] endaði, og tað tyktist trupult hjá teimum, at fáa spælið at ganga. Men tá farið var inn í nýggja árið, og seinna helvt byrjaði, sá brádliga bjartari út, og tær byrjaðu at vinna dystir, sum tær høvdu tapt
skulu teir blaka fimm tungar lutir upp á ein platt. Talan er um tríggjar kaggar, sum viga 100 kilo hvør, umframt tveir steinar sum vigar um 150 kilo hvør. Ikki minst tann eini steinurin er illtungur, tí [...] sterkasta úr Svøríki, tí tað var heilt skjótt, at ein gamal skaði í rygginum á týskaranum fór at gera um seg, og hann var týðiliga darvaður av hesum alla kappingina. Hetta er ein skaði, sum hevur plágað hann [...] vektini í 46 sekund, Heinz í 43 sekund og Regin í 36 sekund Í ?Loglift? skuldu teir lyfta eina vekt upp um høvd. So verður meiri og meiri lagt afturat, so hvørt. Hetta er sterkasta greinin hjá týskaranum, men
fólk ferðast um Vága Floghavn. Hetta er ein minking í mun til februar 1998, tá 5.826 fólk ferðaðust um floghavnina. Minkingin svarandi til 0,9%, kann stava frá, at ferjusamband nú er alt árið. Farmamongdin [...] felag gera um Vága Floghavn, er um at verða liðug. Arbeitt verður nú við at finna fram til, hvat ein útbygging kemur at kosta. Hetta arbeiði ger Landsverkfrøðingurin. Hagtølini fyri flogferðsluna um Vága Floghavn
garnir kláraðu at taka. Fram vann setti 15-10. Fjórða sett mátti Mjølnir vinna, um teir skuldu gera sær nakrar vónir um sigurin. Men tað kom ikki gongd í fyrr tað næstan var ov seint. Fram var væl frammanfyri [...] 17-15, 15-11) Hóast alt var avgjørt longu undan dystinum í Klaksvík, so var kortini æran at spæla um, og hana ætlaðu klaksvíkingar ikki at lata frá sær uttan dyst. Trupult hevur verið hjá klaksvíkingum [...] spælið í ár, serlia tí at teir hava mist so nógv fólk av liðnum, sum í fjør vann meistaraheitið. Men nú árið fór at halla sá bjartari út, tí tveir teirra komu afturíaftur. Men tað er ikki bara sum at siga tað
sigur, at árið í fjør var eitt heilt serligt ár í fiskivinnuni. ?Fiskiskapurin var so góður sum kanska ongantíð fyrr. Prísurin setti øll met, og rentan var so lág sum ongantíð fyrr. ? Árið í ár var søguligt [...] at konan hevur ráð at verða heima, um hon vil tað. ? Hinvegin vita øll, hvussu óstøðugt fiskaarbeiði á landi er, tí tað er ofta ikki meiri enn ein, tveir dagar um vikuna. ? Hinvegin kunnu virkini á landi [...] framburður verða í fiskivinnuni, er tað neyðugt við nýhugsan. Og hjá honum er tað ongin sum helst ivi um, at verður fiskurin virkaður meiri umborð á skipunum, ístaðin fyri á virkjunum, hevði tað verið eitt
miðlunum, eru burturvið og vísir á, at semingsuppskotið samanlagt gevur 3,5% um árið. -Tú fær so ongantíð tað fulla talið fyrsta árið leggur hann aftrat. Karsten Hansen vísir annars á, at blokadan av Fíggj [...] blíva talan um ein drúgvan arbeiðssteðg, nú báðir partar søgdu nei til semingsuppskotið. -Men eg trúgvi framvegis uppá, at vit finna eina semju. Og fyri mína skuld kann hon einsvæl vera nú sum um eina viku [...] sum fíggjarmálaráðharri? -Tað er ikki mín persón hetta málið snýr seg um. Nú er verkfall, og tað er hesum loysast skal upp fyri. Um eg pakki saman loysir einki verkfall. Eg havi fingið eina uppgávu at røkja
tað verður um tvey ella trý ár. Skal ikki undrast, um Føroyar sigra á Skotlandi Vit tosa eitt sindur um føroyska landsliðið og tess úrslit í teimum seinastu dystunum. Milan heldur, at sjálvt um vit hava [...] hann er ein av teimum bestu útlendskum spælarum í Føroyum yvirhøvur. Og hetta er ikki løgið, um hugsað verður um tað støðið jugoslavin spældi fyrst í sínum heimlandi og seinni í Ungarn. - Eg byrjaði at íðka [...] gjørdi av kortini at koma og kanna viðurskiftini. - Eg visti ikki nógv um Føroyar, áðrenn eg kom hendan vegin. Fyri fyrstu ferð hoyrdi eg um hesar lítlu oyggjarnar fyrst í 1990, tá urslitið av lutakastinum til