500 fólk sóu risarnar kappast á Tvøroyri

Regin Vágadal er væl fyri.Men tað var ikki nóg mikið til at basa heimsins sterkasta manni í kappingini á Tvøroyri leygarkvøldið

? Eg eri væl nøgdur við kappingina á Tvøroyri. ? Munurin var ikki so stórur og við eitt sindur av hepni, kundi munurin verið enn minni.

Regin Vágadal heldur, at kappingin millum teir tríggjar sterku menninar á Tvøroyri leygarkvøldið hepnaðist væl.

Hann hevði bjóðað týskaranum Heinz Ollesch og svianum Magnus Samuelson, sum er heimsins sterkasti maður í ár, til Føroyar til eina kapping á Tvøroyri leygarkvøldið.

? Tað vóru einir 500 fólk og hugdu at meðan risarnir kappaðust og tað var í hvussu so er ikki meiri enn roknað var við, tí onkuntíð, tá ið Regin hevur einsamallur í Suðuroy, hevur hann savnað 1000 fólk.

Kappingin á Tvøroyri leygarkvøldið kom fyrst og fremst at standa ímillum Regin og heimsins sterkasta úr Svøríki, tí tað var heilt skjótt, at ein gamal skaði í rygginum á týskaranum fór at gera um seg, og hann var týðiliga darvaður av hesum alla kappingina.

Hetta er ein skaði, sum hevur plágað hann heilt leingi. Hann oyðilegði alt kappingarárið í fjør fyri hann og herfyri varð hann lagdur undir skurð. Hann fekk at vita, at tað fór at taka sína tíð.

Men í Trongisvági varð so aftur galið og hann sigur, at batnar ryggurin ikki nakað skjótt, noyðist hann at umhugsa at gevast.

Hann fekk tí ikki lagt so nógv fyri, sum hann hevði ætlað á Tvøroyri og í onkrum kappingum gavst hann.


Sviin vann

Teir tríggir risarnir kappaðust í fimm kappingum, sum allar eru góðkendar av altjóða felagnum fyri sterkar menn.

Av teimum fimm kappingunum vann Magnus Samuelson fýra og Regin Vágadal vann eina.

Samlaða úrslitið varð, at Magnus Samuelson fekk 13 stig, Regin Vágadal fekk 10 stig og Heinz Ollesch fekk 7 stig.

Kappingin, sum Regin vann, var ?Deadlift? ella rættstøðulyft á føroyskum, sum er hansara avgjørt sterkasta síða.

Hinar fýra kappingarnar vóru ?Forward Hold?, ?Millwalk? ?Loglift? og ?Loading Event?.

Í rættstøðulyfti skuldu teir lyfta eina vekt av einum lágum platti og strekkja kroppin heilt upp.

Her er Regin serliga sterkur. Hann hevur lyft 405 kilo uppá hendan mátan.

Teir hitaðu upp við at lyfta 200 kilo.

Magnus kláraði ikki 295 kilo. Tað gjørdi týskarin, men so gavst hann. Regin lyfti 345 kilo, og so vann hann hesa kappingina.Í ?Millvalk? ganga teir kumpassina runt við eini stong í ørmunum við einum loddi í uppá umleið 350 kilo.

Týskarin gekk trý umfør, Regin trý og ein fjórðing og sviin fýra umfør.

Í ?Forward Hold? skulu teir halda eini vekt uppá 28 kilo frammanfyri sær strektum ørmum.

Magnus helt vektini í 46 sekund, Heinz í 43 sekund og Regin í 36 sekund

Í ?Loglift? skuldu teir lyfta eina vekt upp um høvd. So verður meiri og meiri lagt afturat, so hvørt.

Hetta er sterkasta greinin hjá týskaranum, men hann gavst, tá ið hann hevði lyft 140 kilo. Hansara persónliga met er annars 170 kilo. Hetta er samstundis veikasta síðan hjá Regini Vágadal. Hansara persónliga met er 135 kilo.

Hann royndi at lyfta 140 kilo, men tað gekk ikki.

Tá ið Magnus so lyfti 145 kilo, vann hann.

Og í ?Loading Event? skulu teir blaka fimm tungar lutir upp á ein platt.

Talan er um tríggjar kaggar, sum viga 100 kilo hvør, umframt tveir steinar sum vigar um 150 kilo hvør.

Ikki minst tann eini steinurin er illtungur, tí hann er trillrundur.

Í hesi kappingini mátti týskarin eisini gevast á hálvari leið.

? Regin hevði gott tak á svianum og var fleiri sekund frammanfyri, tá ið hann tók tann illtunga steinin.

Men so misti hann javnvágina og tað kostaði honum sigurin.


Áskoðarar royndu seg

Áskoðararnir fingu eisini høvi at royna seg.

Men hugurin var ikki stórur.

Men tá ið 5.000 krónur blivu lætnar í virðisløn til tann, sum lyfti tann illtunga, runda steinin uppá 150 kilo, uppá ein platt, royndu tríggir mans seg.

Einasti føroyingur, sum hevur lyft steininum er Regin Vágadal.

Men leygarkvøldið var um reppið, tí Fróði Kjærbo úr Sumba var líka við. Hann fekk steinin upp í fangið, men so mist hann takið á tí runda steininum.

Hetta er tað longsta nakar annar føroyingur enn Regin, hevur lyft hann.

Hinir báðir skalaði hann ikki.


Væl nøgdur

Regin vágadal sigur, at hann ner væl nøgdur við kappingina.

Hann er eisini væl nøgdur við sítt egna avrik.

Hann sigur, at munurin ímillum Magnus og seg var ikki so stórur, at tað ikki kann broytast, sum árið líður.

Men hetta er onnur kappingin í ár og tað tekur sína tíð at koma rættiliga ígongd.

Regin sigur, at venjingin gongur heilt væl og hann er tætt við at vera á toppinum.

Nú verður av álvara farið undir tað tungu venjingina til kappingarnar seinni í ár.