Í februar 1999 hava 5.773 fólk ferðast um Vága Floghavn. Hetta er ein minking í mun til februar 1998, tá 5.826 fólk ferðaðust um floghavnina. Minkingin svarandi til 0,9%, kann stava frá, at ferjusamband nú er alt árið. Farmamongdin er í februar 1999 økt við 30,1% til 38.200 kg., meðan posturin er øktur við 11,3% til 49.300 kg.
Nakrar seinkingar og 1 avlýsing vóru í rutuflogferðsluni í februar í ár orsaka av veðurlíkindunum, har kavaveðrið hevur verið orsøkin.
Tann felags frágreiðingin, sum føroyskir og danskir myndugleikar í felag gera um Vága Floghavn, er um at verða liðug. Arbeitt verður nú við at finna fram til, hvat ein útbygging kemur at kosta. Hetta arbeiði ger Landsverkfrøðingurin.
Hagtølini fyri flogferðsluna um Vága Floghavn finnast annars á heimasíðuni hjá Vága Floghavn.