njari okkara, Jógvan Martin Olsen, biðja almenninginum farvæl, tá móttøka varð hildin í FSF-húsinum við Tórsvøll. Tað mesta, sum er at siga, er longu sagt og skrivað um tíðina hjá Jógvan Martini sum l [...] hansara mugu ásanna, at ein komandi landsliðsvenjari fær munandi betri fortreytir at arbeiða við, enn Jógvan Martin sjálvur hevði. Eftir er so hjá FSF at finna fram til, hvør avloysarin skal verða. Í september [...] klar, og her má og skal FSF gera sær greitt, hvat vit vilja við einum komandi landsliðsvenjara, og á tann hátt tekna eina vangamynd av tí, sum farast skal eftir. Sjálvandi má ansast eftir, at FSF ikki
nógmikið av upplýsingum, og harvið ikki kunnu annað at standa við sína avgerð. Jógvan Thomsen stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum vísir á, at teir ikki hava annnað í at velja eftir virkandi lóggávu. Hann vísir, [...] spurnartekin við heimildirnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum at góðkenna avsláttarskipanir. Eisini verður víst á, at avgerðin um ikki at góðkenna avsláttarskipanina, ikki er gildug. Avgerðin ella rættari sagt niðurstøðan [...] Tele hin 7. september. Í tí skrivinum stendur at lesa: ?...at, FSE (Fjarskiftiseftirlitið, blðm.) ikki á verandi grundarlagið kann góðkenna avsláttarskipanina, vegna væntandi innlit í, hvørt meginreglurnar
ferð var tað so langt ífrá, at teir fingu nakað sum helst við sær heimaftur. VB var snøgt sagt oman á í øllum. Serliga í fyrra hálvleiki blástu teir sandoyingarnar um koll, og longu eftir góðum tíggju minuttum [...] at binda væl fyri í verjupartinum, soleiðis at teir kundu verja tað stigið, sum teir høvdu við sær á vøllin. Hendan ætlan helst tó ikki serliga leingi. Bert góðir sjey minuttir vóru farnir, tá Jón Pauli [...] leysir móti málinum. Alt var avgjørt Beint undan steðginum økti Birgir Jørgensen í 5-0, áskoðararnir á Eiðinum høvdu ivaleyst vónir um enn eina málveitslu, tá liðini komu út til seinna hálvleik. Her gjørdist
Íslendska liðið verður sagt at spæla á sama hátt, sum íslendsk feløg og landsliðið gera. Tað vil siga, at teir hava nógv fólk aftarlaga á vøllinum og dúva oftast upp á langar bóltar. Mótstøðan í morgin verður [...] upplagdar møguleikar, sum teir áttu at havt skorað uppá. Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, sum er ferðaleiðari í Hollandi. Heimaliðið setti hol á í 7. minutti, teir øktu í 21. minutti, og fyrstu løtuna eftir stegðin [...] hann um føroysku spælararnar, sigur Jógvan Martin Olsen. Jákup í Stórustovu er í Hollandi í hesum døgum. Tað er umvegis hann, at Ingi Højsted fer til PSV. Vit skilja á lagnum, at møguleiki er fyri, at onkrir
rinda fyri barnaansingina í Havn. Jógvan við Keldu rósir Leivur Hansen og nýtir høvi til sítt afturvendandi álop á høvuðstaðin og fólkavaldu umboð tess. Orsøkin til at Jógvan við Keldu nú er so glaður fyri [...] Harumframt tekur álitið ikki hædd fyri tí ovurhondsstóra ónøktaða tørvinum á barnaansing í Tórshavnar kommunu. Tað standa uml. 400 børn á bíðilista til dagstovn/røkt. Tað kemur at kosta kommununi aðrar 15 mió [...] rímuliga niðurstøða mín, at borgarar í Torshavnar kommunu í dag rinda meiri skatt, enn kommunan hevur tørv á, og at skattaprosentið tí átti at verið lægri. Tað var eisini borgarstjórin í Havn, ið sambært Sosialinum
løta á studentaskúlanum á Kambsdali, tá ið næmingarnir hjá Eyðuni á Lakjuni í kreativu tónleikalærugreinini sungu og spældu. Tað fløvaði at hoyra og síggja, hvussu væl tey dugdu, sigur Signar á Brúnni [...] vit eru innan kunningartøkni í miðnámsskúlanum. Hann vitjaði á handils- og studentaskúlanum á Kambsdali og sá, hvussu framkomin skúlin er á økinum og hvussu væl skipanin við at brúka teldu í frálæruni [...] væl hugsandi, at einir 3-5 íslendskir lærarar koma higar at seta seg inn í tað, vit duga á økinum, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Tað er ikki ein vika, síðani avtalan
rin púra samdur við Rúna Joensen, lógfrøðing á Løgmansskrivstovuni, sum í Sosialinum mikudagin vísti á, at býráðssamgongurnar í Vági og á Tvøroyri bygdu á ólógligar avtalur. Hann segði eisini, at løgm [...] - Avtalurnar, sum býráðini í Vági og á Tvøroyri hava gjørt um nýggjar samgongur eftir kommunuvalið seinasta týsdag, eru onki verdar. Tað staðfestir Jógvan Páll Lassen, hægstarættarsakførari. Hann sigur [...] seinnu. Sleppa ikki frá Og tað er júst hesin parturin av samgonguavtalunum á Tvøroyri og í Vági, sum er í stríð við Kommunulógina. Jógvan Páll Lassen sigur, at tað stendur púra greitt í kommunulógini, at bo
at tveir mans fóru við sama skipi. Aðrar vanlukkur á sjónum hava eisini kravt mannalív á Strondum og á Skála. Jógvan Fríðriksson hevur verið prestur í Sjóvar prestagjaldi seinastu átta árini, og hann [...] Seinastu árini eru tey á vestara armi á Skálafjørðinum rakt sera meint av vanlukkum á sjónum. Í apríl mánaði fyri tveimum árum síðani fórust fimm mans við Sjóborg, og tað hendi bara nøkur fá ár eftir, [...] tí vit hava møtt deyðanum upp á allar hugsandi mátar. Vit hava mist fólk í bestu árum av vanlukkum og sjúkum, og vanlukkurnar á sjónum hava rakt okkum hart, sigur Jógvan Fríðríksson. Í dag er dagur teirra
Axel mintist, hvussu tað holaði á sjónum av berum streymi. Tað var á sama hátt sum á ferðini yvir, at teir búðu á millumdekkinum. Tey kokkahúsini, sum høvdu verið umborð á ferðini yvir, høvdu verið tikin [...] sigur, at teir høvdu gott veður fyrst á ferðin. Tann 18. á midnátt, tveir dagar aftaná fráferðina, vóru teir á Kappanum nærindis landi. Tað var nærum sum á gólvinum so slætt, og tað var fullmáni. [...] endi í hendurnar á honum. Hann hálaði í hann men fekk tað ikki at standa á. So tók hann og vavdi endan um vinstra arm, gjørdi eitt lítið stikk á og helt so við høgru hond. Til endan stóð á. Tá skjeyt Hans
Brandur Øssurson, Jógvan Telling Joensen og Trúgvi Hansen, sum hevði handilin Eysturbúðina. Felagið skipar t.d. fyri tunnusláing á fastalávint, nýggjársbáli og grillkvøldi og øðrum tiltøkum á spæliplássinum [...] Johan Petur Johansen og Thorbjørn Brochs, sum er formaður. Nýggir limir eru vælkomnir at tekna seg á fundinum, og nevndin vónar, at møtt verður fjølment.