- Avtalurnar, sum býráðini í Vági og á Tvøroyri hava gjørt um nýggjar samgongur eftir kommunuvalið seinasta týsdag, eru onki verdar.
Tað staðfestir Jógvan Páll Lassen, hægstarættarsakførari.
Hann sigur, at orsøkin til tað, er rætt og slætt, at tær eru beinleiðis ólógligar, tí tær eru í stríð við kommunulógina.
Sostatt er hægstarættarsakførarin púra samdur við Rúna Joensen, lógfrøðing á Løgmansskrivstovuni, sum í Sosialinum mikudagin vísti á, at býráðssamgongurnar í Vági og á Tvøroyri bygdu á ólógligar avtalur.
Hann segði eisini, at løgmansskrivstovan fór at geva teimum báðum býráðunum boð um, at avtalurnar kundu ikki setast í verk, tí tær vóru ólógligar.
Fyri at fáa kabalina ímillum javnaðarflokkin, sambandsflokkin og uttanflokkalistan á Tvøroyri at ganga upp, er avtalað at býta borgarstjórastarvið sundur ímillum tveir býráðslimir, soleiðis, at Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum verður borgarstjóri tey bæði fyrru árini og Kristin Michelsen úr uttanflokkalistanum verður borgarstjóri tey bæði seinnu árini.
Í Vági er sama avtalað gjørd viðvíkjandi varaborgarstjóranum í samgonguni ímillum tjóðveldisflokkin, javnaðarflokkin og sambandsflokkin. Har er avtalan, at Eyðfinn Mørk úr javnaðarflokkinum skal vera varaborgarstjóri tey bæði fyrru árini og Dánjal Bjarkhamar úr tjóðveldisflokkinum tey bæði seinnu.
Sleppa ikki frá
Og tað er júst hesin parturin av samgonguavtalunum á Tvøroyri og í Vági, sum er í stríð við Kommunulógina.
Jógvan Páll Lassen sigur, at tað stendur púra greitt í kommunulógini, at borgarstjóri og varaborgarstjóri verða valdir fyri alt valskeiðið.
- Tað stendur eisini í kommunulógini, at ein borgarstjóri, ella varaborgarstjóri, kunnu søkja um at verða loystur úr starvi. Men tað er bara í heilt serligum førum, at landsstýrið góðkennir eina slíka uppsøgn. Tað kann t.d. verða um teir gera okkurt ólógligt, og verða settir fastir, ella um teir verða álvarsliga sjúkir og tí ikki fáa røkt starvið.
Jógvan Páll Lassen sigur, at hann minnist, at borgarstjóri hevur søkt landsstýrið um at sleppa frá, men at landsstýrið sýtti fyri at ganga umsóknini á møti, og at hann tískil varð noyddur at verða sitandi.
Jógvan Páll Lassen sigur, at tískil eru avtalur um at skifta borgarstjóra, ella varaborgarstjóra mitt í einum valskeiðið púra meiningsleysar.
- Kommunurnar í Suðuroy kundu akkuarát tað sama avtalað at gjørt veg í Fugloy. Ein slík avtalað er líka lítið verd sum ein avtala um at skifta borgarstjóra ella varaborgarstjóra mitt í einum valskeiði.
Hann sigur, at trupulleikin stingur seg upp, tá ið avtalan skal setast í verk og skiftið skal fara fram.
-Tá hevur Landsstýrið allan rætt til at ógyldað valið av tí nýggja borgarstjóranum.
- Sostatt kann ?nýggi? borgarstjórin heldur ikki skriva undir nakað sum helst vegna kommuna, tí hansara undirskrift er ikki gyldug.
Hægstarættarsakførarin sigur, at tí er onki hjá býráðunum í Vági og á Tvøroyri at gera, uttan at gera nýggjar samgonguavtalur, ella at góðtaka, at avtalan, sum er gjørd, ikki kann verða sett í verk.
Verja borgaran
Jógvan Páll Lassen sigur, at tað er fyri at verja borgaran, at tað ikki skal bera til at skifta borgarstjóra í einum valskeiðið.
-Borgarstjórin er hægsti embætismaður í kommununi og borgarin skal hava trygd fyri, at umsitingin hjá honum skal vera samanhangandi?kontinuerlig. Hann kann ikki verða skiftir út annað hvørt ár, tí tað kann skapa ólag í umsitingini og tað er ikki nøktandi fyri borgaran.
Jógvan Páll Lassen sigur, at hinvegin kunnu nevndir og nevndarformenn veljast umaftur so ofta sum hvørt bygda- ella býráð vil.