Fjarskifti
Tað var mikudagin hin 5. september, at tað stóð at lesa í Sosialinum um, at Vinnumálastýrið hevði skift fastnetveitara frá Føroya Tele til Kall. Orsøkin var, at Kall kundi bjóða avsláttur til Vinnumálastýrið uppá fastnettænastur. Hetta kundu og kunna teir, tí teir hava eina góðkenda avsláttarskipan. Føroya Tele hinvegin hevur onga góðkenda avsláttarskipan, og hetta merkir, at teir ikki kunnu geva einari fyritøku eitt tilboð, sum gevur fyritøkuni avsláttur uppá nøkur prosent yvir samlaðu nýtsluna. Tað er Fjarskiftiseftirlitið, sum skal geva loyvi til eina avsláttarskipan. Teir hava givið Kall loyvi til hetta, men teir meta ikki, at Føroya Tele kann fáa eina góðkenda avsláttarskipan sum nú er. Síðani Kall byrjaði við avsláttarskipanum, so hava teir megnað at fingið fleiri nýggjar vinnukundar, og seinastu tíðina hava eisini privatu kundarnir merkt, at Kall hevur eina góðkenda avsláttarskipan.
Kært
Málið um avsláttarskipaninar hevur koyrt í longri tíð. Fleiri ferðir hevur Føroya Tele roynt at søkt, men higartil hevur Fjarskiftiseftirlitið ikki valt at eftirlíka umbønina um at fáa góðkent eina avsláttarskipan.
Fyrsta hæddarpunktið í søguni kom, tá Føroya Tele hin 12. juni móttók eitt skriv frá Fjarskiftiseftirlitinum, har teir góvu greið boð um, at Føroya Tele ikki hevði heimild til at bjóða Vinnumálastýrinum eina avsláttarskipan, tá Føroya Tele longu hevði gjørt hetta. Hetta gav tað úrslit, at Føroya Tele ikki kundi veita eitt slag av einum hópavsláttri til Vinnumálastýrið. Tað eru sjálvandi onnur enn Vinnumálastýrið, sum eisini fingið tilboð um at skifta veitara við avsláttri sum høvuðsgrundarlag.
Síðani tá hava Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið spælt bóltin eitt sindur aftur og fram. Nú er málið komið so mikið langt, at Føroya Tele hevur valt at kæra avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum til Kærunevndina í fjarskiftismálum, sum síðani skal taka støðu í málinum. Tað skal havast í huga, at møguleiki er fyri at reisa málið í rættinum eftir at kærunevndin hevur gjørt teirra niðurstøðu.
Tað var tann 17. september, at advokaturin hjá Føroya Tele, Magnus S. Petersen, í skrivi til Kærunevndina, kærdi avgerðina um at ikki at loyva Føroya Tele eina avsláttarskipan.
Argumentini
Í áðurnevndu kæruni stendur at lesa, at Føroya Tele setir spurnartekin við heimildirnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum at góðkenna avsláttarskipanir. Eisini verður víst á, at avgerðin um ikki at góðkenna avsláttarskipanina, ikki er gildug.
Avgerðin ella rættari sagt niðurstøðan, sum sipar verður til, er ein ávegis niðurstøða ? avgerð, sum Fjarskiftiseftirlitið sendi Føroya Tele hin 7. september.
Í tí skrivinum stendur at lesa: ?...at, FSE (Fjarskiftiseftirlitið, blðm.) ikki á verandi grundarlagið kann góðkenna avsláttarskipanina, vegna væntandi innlit í, hvørt meginreglurnar verða hildnar og óvissa er um árini av ávsláttrunum. Henda óvissan kann eisini seta endamálið við lógini í vanda, tíðliga í gongdini við at frælsgera føroyska fjarskiftismarknaðin.?
Í sama skrivi stendur eisini at lesa, at Føroya Tele verður álagt at veita Fjarskiftiseftirlitinum fleiri roknskaparligar upplýsingar.
Við hesum leggur Fjarskiftiseftirlitið eisini eina ávísa linju um, hvussu roknskapir skulu skipast.
Høvuðsargumentið hjá Fjarskiftiseftirlitinum er, at teir ikki hava fingið nógmikið av upplýsingum, og harvið ikki kunnu annað at standa við sína avgerð.
Jógvan Thomsen stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum vísir á, at teir ikki hava annnað í at velja eftir virkandi lóggávu. Hann vísir, at teir fyrst og fremst við vilja tryggja frælsgeringina av føroyska Fjarskiftismarknaðinum.