Álitið, ið er onkisigandi og ikki átti at borið heitið álit, man verða høvuðsorsøkin til, at orðaskiftið fór av sporinum, til stóran skaða fyri kommunala sjálvstýri.
Verður barnaansingin løgd út til kommunurnar, sum fyrisligið í áltinum, kemur hetta m. a. at kosta Tórshavnar kommunu uml. 50% ella 15 mió meir enn í dag at nøkta verandi barnaansingarvirksemi. Harumframt tekur álitið ikki hædd fyri tí ovurhondsstóra ónøktaða tørvinum á barnaansing í Tórshavnar kommunu. Tað standa uml. 400 børn á bíðilista til dagstovn/røkt. Tað kemur at kosta kommununi aðrar 15 mió, bert til rakstur, at skaffa hesum børnum ansingartilboð,umframt íløgunar í stovnar og útbúna.
Sambært borgarstjóran í Havn er hetta ongin trupulleiki, tí kommunan rindar fegin, og heldur ikki er neyðugt at hækka skattaprosentið, tí kommunan flýtir yvir í skattaborgarans pengum. Um so er, at kommunan kann átaka sær hesar øktu útreiðslur uttan at hetta nervar virsemi annars ella viðførir skattahækking, so er einasta rímuliga niðurstøða mín, at borgarar í Torshavnar kommunu í dag rinda meiri skatt, enn kommunan hevur tørv á, og at skattaprosentið tí átti at verið lægri.
Tað var eisini borgarstjórin í Havn, ið sambært Sosialinum legði ósolidariska støðið við at spyrja, um tað var rímuligt at bygdafólk rinda fyri barnaansingina í Havn. Jógvan við Keldu rósir Leivur Hansen og nýtir høvi til sítt afturvendandi álop á høvuðstaðin og fólkavaldu umboð tess. Orsøkin til at Jógvan við Keldu nú er so glaður fyri Leiv Hansen er, at Klaksvíkar kommuna sambært barnansingarálitið kemur at hava 3.6 mió í minni útreiðslum til barnaansing.
At borgarstjórarnir í Havn og Klaksvík og landsstýrismaðurin í almannanálum bera brenni til tann ósolidariska eld, ið er kyknaður í Føroyum seinatu tíðina, mugu fólk stríðast ímóti, serliga fólk í útjaðaranum. Latið tykkum ikki taka av fótum við bíligum retorikki um tað órímuliga í, at tit rinda barnaansingina í Havn. Hugsið tykkum um, hvør verður veruligi taparin, miðstaðarøkið ella útjaðarin, um prísur skal setast á hvørja tænastu og útreiðslu í samfelagnum, og fólk fara at nýta sína orku bert til at pleyga síni egináhugamál?
Hvat hendir, tá fólk í miðstaðarøkinum fara at spyrja, um tað er rímuligt, at tey rinda fyri undirsjóvartunnlar, nýggjar ferðafólkafergur, fólka- og farmaflutning millum oyggjarnar, eldraøkið á bygd og mangt annað.
Um Føroya Landsstýri er uppgávuna vaksið, so eigur álitið um barnaansing at verða koyrt í pappírskurvina og orkan nýtt til at komið í løgtingið við uppskoti um eina samlaða loysn á kommunubygnaðinum, har uppgávu, heimildar og ábyrdarbýti millum land og kommunur er púra greitt.
Nýggi kommunubygnaðurin og landsstýrisins politikkur annars eigur at hava sum høvuðsmál at halda saman uppá solidartetin í samfelagnum og framhaldandi menna hugssjónina um at lata eftir førimuni og nýta eftir tørvi.
Kristian Magnussen
løgtingsmaður