Ítróttarklumman
Fríggjadagin kundi nú fyrrverandi landsliðsvenjari okkara, Jógvan Martin Olsen, biðja almenninginum farvæl, tá móttøka varð hildin í FSF-húsinum við Tórsvøll.
Tað mesta, sum er at siga, er longu sagt og skrivað um tíðina hjá Jógvan Martini sum landsliðsvenjara. Kanska hava orðini ikki altíð verið eins positiv, men eftir stendur framvegis, at hann átók sær eina serstakliga trupla uppgávu í eini tíð, har tað stóð greitt, at stórar skiftingar máttu fremjast, og at úrslitini tí neyvan fóru at verða eftir vild allatíðina.
Og hóast hann helst visti, at kreditturin ikki varð tann stóri, tá talan var um hjálparvenjaran gjøgnum átta ár, so átók treiski toftamaðurin sær uppgávuna. Og sjálvt fremstu kritikkarar hansara mugu ásanna, at ein komandi landsliðsvenjari fær munandi betri fortreytir at arbeiða við, enn Jógvan Martin sjálvur hevði.
Eftir er so hjá FSF at finna fram til, hvør avloysarin skal verða. Í september varð sagt, at góð tíð var at finna hendan, men september eru altso tríggir mánaðir síðani, og tí ræður nú um at skunda sær.
Fyrireikingarnar eru týdningarmiklar, og her má og skal FSF gera sær greitt, hvat vit vilja við einum komandi landsliðsvenjara, og á tann hátt tekna eina vangamynd av tí, sum farast skal eftir.
Sjálvandi má ansast eftir, at FSF ikki ovtekur seg fíggjarliga, men fyri føroyskan fótbólt er at vóna, at talan so ella so verður um ein kapasitet, sum eisini megnar at røkka út til feløgini kring landið. Tað er fyrst og fremst her, at lunnar verða lagdir undir eina góða føroyska landsliðsframtíð, og tað gerst best við at hugsa longur enn bara til dagin í morgin. Nakað sum føroyskur fótbóltur ikki hevur dugað nóg væl í skjótt fleiri ár.