Avtalan gevur longu afturljóð

Tað er ikki ein vika síðani mentamálaráðharrarnir í Føroyum og Íslandi skrivaðu undir ein avtalu um framtíðar samstarv innan skúla, mentan og gransking. Longu nú er fyrispurningur komin úr Íslandi um samstarv við føroyingar.

Samstarvsavtalan, sum føroyski og íslendski mentamálaráðharrin skrivaðu undir seinasta sunnudag í Norðurlandahúsinum, er søgulig og er byrjanin til eitt samstarv, ið fevnir bæði um gransking, skúlaskap og mentan.

Íslendingar eru ógvuliga frammalaga í øllum hesum viðurskiftum, eru slóðbrótandi og ganga undan, og vit kunnu læra nógv av teimum. Men andin í samstarvsavtaluni er sjálvandi, at hon skal galda báðar vegir. Og á vitjanini í Føroyum seinasta vikuskiftið fekst longu ein varhugi av, at føroyingar eisini hava vitan, kunnleika og royndir, ið íslendingar kunnu fáa gagn og gleði av.

- Björn Bjarnason var ógvuliga hugtikin av, hvussu frammalaga vit eru innan kunningartøkni í miðnámsskúlanum. Hann vitjaði á handils- og studentaskúlanum á Kambsdali og sá, hvussu framkomin skúlin er á økinum og hvussu væl skipanin við at brúka teldu í frálæruni roynist. Tí er tað væl hugsandi, at einir 3-5 íslendskir lærarar koma higar at seta seg inn í tað, vit duga á økinum, sigur Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum.

Tað er ikki ein vika, síðani avtalan varð undirskrivað, men landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum hevur longu fingið fyrispurning úr Íslandi, frá einum deildarleiðara á lærda háskúlanum á Akureyri, ið fegin vil hava samstarv við føroyingar. Hvat slag av samstarvi talan er um, er ov tíðliga av siga nakað um.


Væl eydnað

- Vitjanin hjá Björn Bjarnason í Føroyum eydnaðist sum heild ógvuliga væl. Hann var sera hugtikin av tí hann sá og hoyrdi. Í Fuglafirði hoyrdi hann børnini syngja og kvøða, í Nólsoy framførdu børnini dansispæl og føroyskan dans, og hann vitjaði eisini Emil Juul Thomsen, sum hann kendi frá síni tíð sum fjølmiðlamaður.

- Tað var eisini ein sera hugtakandi løta á studentaskúlanum á Kambsdali, tá ið næmingarnir hjá Eyðuni á Lakjuni í kreativu tónleikalærugreinini sungu og spældu. Tað fløvaði at hoyra og síggja, hvussu væl tey dugdu, sigur Signar á Brúnni.