tað ikki so merkiligt, tí tá var so mangt, sum tað ikki hevði verið. Men tað er ein óskikkur, tá ið samfelagsgongdin annars er, sum tað kann roknast við, at hvør dagur skal vera merktur av tí óvæntaða, og [...] Vit eiga øll at taka í egnan barm og rannsaka okkara lut í skipanini. Tað er sunt, og tað eiga vit altíð at gera. Valstríðið er longu byrjað. Tað hoyrdu vit á viðmerkingunum í Løgtinginum í gjár. Okkara [...] greitt melda út, hvat teirra ætlanir eru. Tað eigur at vera miðjað eftir einari samgongu, sum hevur breiðan meiriluta aftanfyri seg. Politiska skipanin og samfelagið alt sum tað er, hevur brúk fyri konsensus
Hugsa vit okkum, at Valcon kemur við tilmælum, sum politiskt fella samgonguni væl og semja er um tey, ja, so er lag á manni at leggja til brots og seta tilmælini í verk. Men hugsa vit okkum hin møguleikan [...] pørtum av samgonguni, er líka vítt sum sítt. So hendir als einki - ótryggleikin og órógvin halda fram til ógagns fyri alt sjúkrahúsverkið, les tó serstakliga Landssjúkrahúsið. Tað er sostatt ikki ein vandaleys [...] ikki verður ásannað, at kreppan grundleggjandi er, bygnaðarlig, strukturel! Hendan trupulleikan skal Valcon eftir arbeiðssetninginum at døma ikki viðgera. Tað er tí lítið útlit til, at kanningin fer at elva
spardari umsiting, tí eitt er vist, og tað er, at eftir blokkniðurskurðin, er ikki ráð til at økja um samlaðu almennu rakstrarútreiðslurnar. Tað er nú tíð uppá, at samgongan etur orðini í seg aftur um [...] meðan umsitingin setir met í útreiðslum. Tað er upplýsandi fyri borgaran, og harafturat alla æru vert, at starvsfólkini í Heimarøktini siga, sum er. Tað er nú einaferð soleiðis við pengum, at virðið av [...] av teimum kann ikki lata seg diktera av kenslubornum loysingarretorikki. Tað er at vóna, at samgongan nú tekur seg um reiggj, og fær peningin til vega, ið heimarøktini tørvar, við at endurraðfesta almennar
valstríð. Sostatt eru øll ivaleyst fegin um støðuna, hvat valinum viðvíkur. Hinvegin gera flokkarnir helst klókt í at vera á varhaldi. Forsætisráðharrin er tikin úr leikum sum taktikari og kann tað tí væl [...] ynskja tað heilt at markinum fyri ríkiseindini. Hetta kann samgongan bert vera nøgd við, meðan rættir fullveldismenn helst bíta á kampi. Soleiðis er nú einaferð í politikki. Tað gongur upp og niður. Sosialurin [...] Tjóðveldisflokkurin er ivaleyst ikki minni fegin. Eitt fólkatingsval júst nú hevði ikki bert komið illa við - tað hevði verið einki minni enn ein katastrofa fyri flokkin. Flokkurin hevur sum øllum kunnugt
Hetta er torført at skilja, um ein hugsar sum ein vestulendskur demokratur. Sær ein hinvegin støðuna við eygunum hjá fólki og politikkarum í Miðeystri, er tað ikki so torført at skilja. Samgongan, sum leyp [...] gjógvin millum kurdar, sunni- og shiamuslimar er ov stór. Nú hevur innanríksiráðharrin í Bagdad so formliga boðað frá, at borgarkríggj er í Irak ræðumyndin er vorðin veruleiki. Henda støðan kann enda við [...] ræðið í Irak. Úrslitið verður, at vit fáa eitt Iran afturat í Miðeystri. Hendir hetta, má ein spyrja, hvat ið var vunnið við álopinum á Irak fyri trimum árum síðani. Sosialurin
kanna eftir, um alt nú er ?eftir bókini? við ?klokkuklárum mannagondum? o.s.fr. Í málinum um ?manuskriptið? er annars at siga, at vit hava framvegis ikki sæð manuskriptið um, hvat Tjóðveldisflokkurin skuldi [...] í Føroyum er, at tað finnast tíverri rættiliga nógv fólk, ið ikki duga at skilja politisk sjónarmið frá fakligum avriki. Ein góður maskinmaður er og verður ein góður maskinmaður, óansæð, hvat hann meinar [...] politiskt í almennari starvssetan, er tað skyldan hjá fjølmiðlunum at gera vart við hetta. Alt fór ikki rætt fram í landsantikvarmálinum, tá um starvsfólkapolitikkin umræður, og er tað belastandi fyri trúvirðið
og visjoneran mentanarpolitikk. Undantakið er tó Miðflokkurin, sum hevur boðað frá, at ókristilig list, hvat tað so enn er, ikki skal stuðlast, og hetta er hóast alt eitt slag av mentanarpolitikki ella [...] dagsskránni. Tað er valla nakar, ið ikki fegnast um hetta skifti í føroyskum politikki. Tað er ivaleyst vælgerandi hjá mongum at sleppa undan at hoyra um tunnlar, flogvallir, tilfeingisrentu og hvat eyðkennir [...] Valstríðið hevur avdúkað, at her er stórur tørvur á broytingum til tað betra, serstakliga har talan er um tilboð til børn við ymsum brekum, eftirlønarspurningar og heilsuverkið. Her er ivaleyst tørvur á nýggjum
spenningi at frætta, hvat sami løgmaður fer at gera við seinasta útspælið hjá Laksáfoss. Úttalilsini frá Fólkaflokkinum eru eisini eru eitt signal til løgmann um at ”taka afferu”. Spurningurin er bara, hvussu [...] staðfesta, at valstríðið er byrjað og møguliga framskunda eitt komandi val. Vit loyva okkum at ivast í, um tað fer at eydnast løgmanni at sissa ella flyta Laksáfoss. Hesin, sum er spildurnýggjur í føroyskum [...] Kei Leo. Og at tað nú kemur honum aftur um brekku? Ein spurningur, ið er verdur at tríva í eftir ”Sandoyarsemjuna” í lítlu samgongu er hesin: Magni Laksáfoss gekk við til at sleppa ”Sandoyarkortinum” og
kunna halda fram. Men spurningurin er hinvegin, um løgmaður hevur selt seg ov dýrt. Javnaðarflokkurin hevur fingið sítt hjartamálsøki, heilsu- og sosialmálini, men hetta er eisini tyngsta økið. Víst varðveitir [...] varðveitir flokkurin løgmanssessin, men hvat er eftir í løgmansráðnum, tá øll uttanríkismálini eru flutt til nýggja uttanríkismálaráðið, ið Tjóðveldi skal umsita? Tað sær ikki mætari út enn, at løgmaður hevur [...] til veruleika. Men hvussu og ikki, so verða tað búskaparligu útlitini, sum fara at gera av, hvat CHE samgongan megnar at vísa í verki. ? Sosialurin
ivin at koma tí ”skuldsetta” til góðar, áðrenn dómur verður feldur. Seinasta orðið er tí ikki sagt í skrivstovumálinum. Tó er hetta málið - um enn lítið - so kortini so mikið álvarsligt fyri umdømi hjá bæði [...] nógvir upplýsingar eru komnir fram í sokallaða skrivstovumálinum, so standa flestu av okkum spyrjandi: hvat var tað, sum veruliga hendi í hesum málinum, og hví var tað júst tað, sum skuldi fáa bikarið at flóta [...] bæði politikarum, embætisfólki og Tinganesi, at her má alt gravast fram, líka mikið hvør so enn er syndarin ella ábyrgdarin. Sjálvandi fer Tjóðveldi, sum sær seg alvorliga skatt, ikki at lata hetta málið