Oddagrein· Nýggj virði

Talan um virði er nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki. Valstríð hava í áratíggjur snúð seg um undirstøðukervi, fiskivinnupolitikk, og síðan 1998 hevur fullveldi eisini verið á skránni. Víst fekk Javnaðarflokkurin sítt gjøgnumbrot í 1958 við lyftinum um fólkapensión, men tað, sum setti dagskránna eftirfylgjandi var undirstøðukervi, endurnýggjan av fiskiskipaflotanum og fiskiveiðirættindi. Politisk og mentanarlig rák uttanlanda, serstakliga í Norðurlondum, síggjast mangan skjótt aftur í Føroyum.

Eitt áhugavert dømi er danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen, sum byrjaði við at proklamera minimalstatin, altso ein stat uttan bleyt virði yvirhøvur, fyri nøkur ár seinni at enda við at reka valstríð við bleytum virðum í skildri. Hetta hevur nakað at gera við at vera í pakt við tíðaranda og tíðarrák. Fogh er tikin úr leikum sum taktikari og megnar hetta at skifta ideologi sum onnur skifta stúku væl at merkja uttan at missa meira av sínum trúvirði enn, at hann kann halda fram og gerast longst virkandi forsætisráðharri hjá Vinstra. Her hjá okkum eru nú allir flokkar samdir um, at bleyt virði eiga at standa ovaliga á politisku dagsskránni.

 

Tað er valla nakar, ið ikki fegnast um hetta skifti í føroyskum politikki. Tað er ivaleyst vælgerandi hjá mongum at sleppa undan at hoyra um tunnlar, flogvallir, tilfeingisrentu og hvat eyðkennir eitt føroyskt valstríð, tá hetta ikki snýr seg um fullveldi. Men hvørji eru so bleytu virðini? Hvussu lýsa flokkarnir hesi virði og hvørji virði raðfesta teir. Tað er ein áhugaverdur spurningur, ið veljarin ivaleyst setur sær sjálvum í hesum døgum. Um mett verður eftir tí vælfyriskipaða valfundinum í Trongisvági, snýr hetta hugtak seg um útbúgving, vælferð sum heild og serstakliga um tilboð innan heilsu- og almannaverkið. Valstríðið hevur avdúkað, at her er stórur tørvur á broytingum til tað betra, serstakliga har talan er um tilboð til børn við ymsum brekum, eftirlønarspurningar og heilsuverkið. Her er ivaleyst tørvur á nýggjum raðfestingum og mangt bendir á, at ABC samgongan, um henni skal vera lív lagað eftir eitt val, má ásanna hendan tørv, skal hon varðveita sítt trúvirði. Hinvegin tykist lítil áhugi vera fyri tí bleyta øki, ið eitur mentan. Onkur rekur uppundir at byggja mentanarstovnar í staðin fyri tunnlar, men eingin hevur í valstríðnum higartil lagt fram ein yvirskipaðan og visjoneran mentanarpolitikk. Undantakið er tó Miðflokkurin, sum hevur boðað frá, at ókristilig list, hvat tað so enn er, ikki skal stuðlast, og hetta er hóast alt eitt slag av mentanarpolitikki ella kanska skuldi ein sagt umvendum mentanarpolitikki! Mentan og list eru bleytastu partarnir av bleyta økinum, men áhugin hjá flokkunum tykist lítil og eingin, hvør orsøkin so enn kann vera.

 

Sosialurin