Oddagrein· Spara har tørvurin er størstur

Tað mundi koma óvart á nógv at hoyra, at rætturin til heimahjálp, ið hevur verið ein sjálvfylgja í nógv ár, nú knappliga ikki er so sjálvsagdur, sum hann hevur verið. Áhugavert verður at hoyra frá samgonguni, hvussu hetta sampakkar við lyftini um, at blokkniðurskurðurin uppá 366 milliónir um árið, ikki fór at fáa nakra ávirkan.

Hetta sigur nakað um, hvussu sitandi samgonga raðfestir. Ábyrgdarleysi risastóri ? við einum høggi - blokkniðurskurðurin skal ganga útyvir tey gomlu, meðan umsitingin setir met í útreiðslum.

Tað er upplýsandi fyri borgaran, og harafturat alla æru vert, at starvsfólkini í Heimarøktini siga, sum er. Tað er nú einaferð soleiðis við pengum, at virðið av teimum kann ikki lata seg diktera av kenslubornum loysingarretorikki. Tað er at vóna, at samgongan nú tekur seg um reiggj, og fær peningin til vega, ið heimarøktini tørvar, við at endurraðfesta almennar útreiðslur. Hetta kundi til dømis verið gjørt við spardari umsiting, tí eitt er vist, og tað er, at eftir blokkniðurskurðin, er ikki ráð til at økja um samlaðu almennu rakstrarútreiðslurnar.

Tað er nú tíð uppá, at samgongan etur orðini í seg aftur um, at blokkniðurskurðurin ikki fór at fáa nakra ávirkan. Hetta síggja vit í dag, har vunnin vælferðarrættindi verða strikað, og eykaavgjøld verða løgd á brúkaran fyri so dánt at fáa endarnar at røkka saman.

Teir politikarar, ið samtyktu alt ov stóra blokkniðurskurðin, fara neyvan í søguna sum teir mest framskygdu politikararnir, vit hava havt. Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava tikið alt ov rívan til í blokkniðurskurðinum. Tjóðveldistingmenn og fólkatingsmaðurin høvdu viljað sloppið at skorið meir í blokkinum, meðan fólkafloksmenn helst eru eitt sindur kløkkir av stóru ávirkanini av blokkniðurskurðinum. Hvat núverandi leiðsla í Sjálvstýrisflokkinum heldur um blokkniðurskurðin er ilt at siga, men undanfarna leiðsla við Helenu Dam á Neystabø á odda gekk heilhjartað inn fyri niðurskurðinum. Óivað var hetta medvirkandi til, at fyrrverandi formaður Sjálvstýrisfloksins ikki slapp at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, ið saman við Sambandsflokkinum staðiliga ávaraði ímóti ógvusliga blokkniðuskurðinum.

Tað, ið kann undra mest, er, hví búskaparfrøðingarnir hjá landinum ikki ávaraðu ímóti avleiðingunum av ógvusliga blokkniðurskurðinum. Heimarøktin og sodavatnsavgjald er bara byrjanin, og nú mugu allar góðar kreftir í Tinginum og aðrastaðni stríðast fyri at avmarka skaðan, soleiðis at grundleggjandi vælferðartænasturnar ikki verða skerdar, hóast útreiðslustøðið hjá tí almenna má skerjast munandi, sum ein beinleiðis avleiðing av blokkniðurskurðinum. So kann samgongan tosa um ?kunstiga vælferð?. Vælferð er ikki kunstig, hjá teimum, ið tørva hana. Tað verður ikki talan um, at vit her í Føroyum skulu raðfesta soleiðis, at gomul, sjúk og skúlaungdómur skulu svíða fyri ábyrgdarleysar samgongupolitikarar. Hava tað verið boð eftir andstøðuni fyrr, so eru hesi boð meira neyðug nú enn nakrantíð.

Sosialurin