Tað er ikki óvanligt, tá stjórn stendur við stórum trupulleika av stovni ella øki, at ein letur ráðgevarafyritøku kanna trupulleikarnar. Tá ein so vil leggja serstakliga stóran dent á kanningina verða nýttar fríðkandi máliskur sum hvør steinur skal vendast . Tað kemur sjáldan nakað nýtt og gott burturúr slíkum kanningum, og kanning og kanningartilgongd eru oftast órógvandi fyri viðkomandi stovnar. Slíkar kanningar avdúka sjáldan nakað, ið avvarandi myndugleikar ikki vistu frammanundan. Men slíkar kanningar eru góðir snarljósleiðarar og henda ”steinvendingin” er helst prísurin fyri at komast kann burtur úr aktuellu politisku kreppuni og fíggjar- og stovnskreppuni í sjúkrahúsverkinum.
Starvsfólkið á sjúkrahúsunum skal sostatt fyrireika seg til enn eina tíð við ótryggleika og órógv. Vit skulu ikki avvísa, at henda kanning fer at gagna sjúkrahúsverkinum. Tað velst í fyrstu atløgu um, hvat kanningarúrslitini koma at vísa. Í øðrum lagi velst um, hvørjar politiskar niðurstøður landsstýrið samlað kemur til við atliti at kanningini. Í triðja lagi velst um politiska viljan og dirvið at seta í verk tey tilmæli, sum Valcon ivaleyst fer at koma við. Hugsa vit okkum, at Valcon kemur við tilmælum, sum politiskt fella samgonguni væl og semja er um tey, ja, so er lag á manni at leggja til brots og seta tilmælini í verk. Men hugsa vit okkum hin møguleikan, at tilmælini, ella týðandi partar av tilmælunum, ikki politiskt kunnu góðtakast av pørtum av samgonguni, er líka vítt sum sítt. So hendir als einki - ótryggleikin og órógvin halda fram til ógagns fyri alt sjúkrahúsverkið, les tó serstakliga Landssjúkrahúsið.
Tað er sostatt ikki ein vandaleys tilgongd, sum samgongan hevur sett í verk, og stígast má sera varliga, um ikki steinvendingin skal gera meira skaða enn gagn. Hinvegin fara vit hvørki at kolldøma avgerðina um kanning ella kanningina sjálva – hon má nú standa sína roynd og so mugu politikararnir standa teirra roynd, tá úrslit og tilmæli eru komin á borðið. Vit vísa bert á vandar og ivamál og mæla til varsemi, so steinvendingin ikki endar í eini botnvending í sjúkrahúsverkinum. Uttan mun til, hvør endin á hesum máli verður, so broytir ein kanning sum hendan neyvan grundleggjandi trupulleikan, at vit ongan yvirskipaðan heilsupolitikk hava – at ikki verður ásannað, at kreppan grundleggjandi er, bygnaðarlig, strukturel! Hendan trupulleikan skal Valcon eftir arbeiðssetninginum at døma ikki viðgera. Tað er tí lítið útlit til, at kanningin fer at elva til ein heilsupolitikk, har grundleggjandi trupulleikar, eitt nú ein avoldaður sjúkrahúsbygnaður, verða loystir, so er hóast alt okkurt gott komið burturúr.
Sosialurin










