Tjóðveldisflokkurin er ivaleyst ikki minni fegin. Eitt fólkatingsval júst nú hevði ikki bert komið illa við - tað hevði verið einki minni enn ein katastrofa fyri flokkin. Flokkurin hevur sum øllum kunnugt stórar innanhýsis trupulleikar. Sjálvt um innanhýsis klandur vanliga ikki skaðar føroyskar flokkar, so eru trupulleikar Tjóðveldisfloksins í løtuni so álvarsamir, at flokkurin vildi havt trupult við at rikið eitt trúverdugt valstríð.
Sostatt eru øll ivaleyst fegin um støðuna, hvat valinum viðvíkur. Hinvegin gera flokkarnir helst klókt í at vera á varhaldi. Forsætisráðharrin er tikin úr leikum sum taktikari og kann tað tí væl henda, at hann tekur øll á bóli og skrivar út fólkatingsval í mars ella apríl um ikki fyrr. Fer hann longur út á árið 2005 rennur stjórnin seg í stórar innanlendis trupulleikar við teimum stóru bygnaðarbroytingunum á amtskommunala økinum eins og eitt fólkatingsval til heystar fer at gera tað torført at fáa eina líkinda borgarliga fíggjarlóg í hús.
Annars bar setanarrøðan dám av, at danir eru farnir inn í eitt valár. Forsætismálaráðharrin gav eina sera bjarta mynd av búskapinum og av støðuni sum heild í Danmark. Her gongur bara framá á øllum økjum, um farast skal eftir orðum forsætisráðharrans. Forsætisráðharrin boðaði frá, at nú skuldi ríkisfelagskapurin nútímansgerast, soleiðis at talan veruliga verður um ein felagskap millum javnt settar partar. Fyri okkum føroyingar var tað áhugavert, at forsætisráðharrin legði dent á at fáa sjálvstýrismálini avgreidd í ár. Hann gjørt tað púra greitt, at frá nú av eru tað Føroya løgting og landsstýrið, sum einsamøll stýra tilgongdini og eiga avgerðarrættin, tá tað ræður um sjálvstýrið. Vit kunnu fara so langt, sum vit ynskja tað heilt at markinum fyri ríkiseindini. Hetta kann samgongan bert vera nøgd við, meðan rættir fullveldismenn helst bíta á kampi. Soleiðis er nú einaferð í politikki. Tað gongur upp og niður.
Sosialurin