endanum av 2013 búðu 1212 fólk í Nes kommunu, og herfyri fór fólkatalið um tey 1300. Nógv nýggj sethús eru bygd, og nú er neyðugt við nýggjum útstykkingum, tó at onkur grundstykki enn eru eftir. Av teimum [...] Samstundis, sum kommunan roynir at útvega nýggj byggiøki, arbeiða Bústaðir eisini við einari verkætlan á Toftum, har 16 til 20 íbúðir ætlandi skulu byggjast Á Kneysum á einum øki, sum kommunan eigur.
Tað eru várdagar í Nes kommunu í hesi vikuni, og bátafestivalur er á Toftum í dag. Veðrið hevur ikki verið nakað serligt, men lagið er gott – í hvussu so er fótbóltslagið. Tað vóru tey bæði, ið verða roknað [...] Svangaskarði. Harvið var talan um toppuppgerð, men talan var á ongan hátt um spenning. ÍF noyddist av Svangaskarði við 6-1 tapi, og harvið var talan um úrslit, sum minnir um sannførandi settúrslit í tennis [...] , hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Jann Ingi Petersen økti um munin til 5-1 við fínum máli av brotsteirgarmarkinum, eftir at bólturin varð trillaður uppá tvørs, og innskifti Emil Ronaldsson staðfesti
verður punktum sett fyri fyrsta triðingin av landskappingini í næstbestu deildini. Níggjunda umfar er á skrá. Higartil er tað bara eitt lið, sum ikki er farið av vøllinum uttan úrtøku. Oddaliðið KÍ fer tíðliga [...] steypakappingini – fær vitjan av Skála, sum síðsta leygardag vann 1-0 á heimavølli ímóti Giza Hoyvík. Suðringar, sum síðsta leygardag spældu 2-2 á heimavølli ímóti Víkingi, fáa vitjan av NSÍ, sum saman við ÍF [...] umfari eru tað tólv stig frá Víkingi og fram til KÍ. Í kappingini um at flyta upp er lyklauppgerð á Toftum, har tey halda várdagar. B68 er næstfremst, og ÍF er á triðja plássi – eitt stig aftanfyri toftamenn
Tá ið VÍF gjørdist føroyameistari í kvinnuhondbólti var tað eftir eitt flott kappingarár frá øllum leikarum. Hondbóltsføroyar hildu tó, at ein leikari skaraði fram um allar aðrar leikarar í deildini í [...] kappingarneytunum. Vestmannakvinnur eru tó fyrr byrjaðar væl, men ofta hevur liðið fingið trupulleikar av skaðum og øðrum avbjóðingum, men so var ikki hetta árið. Gaman í komu skaðar, men Agnas og liðfelagarnir [...] na hjá teimum. Harafturat hevur góða kropsliga vengingin eisini givið fyrimunir. - Eg fái nógv mál av at renna skjótt fram í álop, tað hevur helst hjálpt, sigur ársins leikari. Venjingin verður eisini
Nú línubáturin, Fiskivarði hevur landað á Toftum í vikuni, hevur skiparin, Fróði L. Ejdesgaard, eitt hjartasuff. - Eg var umborð henda dagin frá klokkan 06 til 17.30, men einastu tandur, sum vitjaðu, vóru [...] vóru tvær krákur, sum vóru her um middagsleitið. Har lá eitt lok av einum Kærgården-margarinpakka á yvirdekkinum, sum tann eina krákan ætlaði at fara avstað við. Hjartasuffið hjá Fróða L. Ejdesgaard snýr
Jóan Símun Edmundsson. - Eg var sera stoltur av honum, tá ið Newcastle var eftir honum á sinni. Hann var júst blivin toppskjútti á Toftum, og vit vóru keddir av at lata hann fara, men vit vildu sjálvandi [...] hansara leið. Hann hevur tikið Superliguna og víst hvat hann kann, og tað er ótrúliga djarvt og flott av unga manninum, at hann nú skiftir til týskan fótbólt, heldur Bill. Bill McLeod Jacobsen, sum undan hesum [...] hvat hann kann, hvørjum hann er gjørdur av og stendur fyri. Og so hjálpir tað sjálvandi væl, um hann ger mál, sigur Bill og at enda leggur afturat: - Eg eri errin av honum. Nú vóni eg bara, at hann bítur
Midjord og Sophus Dal-Christiansen, hava valt. Liðið varð kunngjørt á hondbóltsgallaveitslu í kvøld. Fimm av sjey leikarum á ársins liði í Hvonn-deildini eru úr VÍF: Kristina Griksaite, málverji – VÍF Turið Arge [...] VÍF Durita Christophersen Jojic, høgri bakkur – VÍF Heidi Maria Akselsen, høgri vongur – VÍF Durita Toftum Joensen, strikuspælari – H71
heimavølli ímóti KÍ. Umframt tapiða á Toftum fyri viku síðani misti NSÍ stig í fyrsta umfari, tá ið heimadysturin ímóti KÍ endaði 2-2. Skála fær seinnapartin vitjan av Giza Hoyvík. Felags fyri hesi liðini [...] fyri at vinna uppflyting. Bæði B68 og ÍF eiga stórar avbjóðingar á útivølli. Í kvøld fær KÍ vitjan av B68. Burtursæð frá javnleiki í fyrsta umfari í Runavík hevur KÍ vunnið hvørja ferð. B68 hevur bara [...] Skála ikki hevur vunnið onnur stig enn á útivølli ímóti Suðringum í øðrum umfari. Suðringar fáa vitjan av Víkingi, sum – eftir tríggjar sigrar á rað – einki hevur fingið burturúr tríggjar tær seinastu ferðirnar
Størsta privata reiðaríið í Grønlandi, Polar Seafood, hevði eitt flott úrslit í 2017. Ársúrslitið fyri skatt gjørdist stívliga 257 miljónir krónur. Nettoumsetningurin hjá felagnum vaks í 2017 við 214 miljónum [...] Tað sigur Polar Seafood í tíðindaskrivi. - Vit eru ein grønlendsk fyritøka, og tískil eru vit errin av at kunna geva so mikið til grønlendska búskapin, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth
nakrantíð er skrásett í Nes kommunu við árslok. Fýra mánaðir seinni er talið av borgarum nú 1300 fólk. Tað eru fimtan ár síðan, at talið av borgarum í Nes kommunu fór upp um 1200. [...] borgari nummar 1300 í kommununi. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni. - Bernhard er uppvaksin á Toftum, men hevur seinastu 5 árini arbeitt í Havn og búð á Argjum. Hann fer nú at arbeiða á Skálafjørðinum