Bernhard Johannesen tryggjaði sær eitt plass í søgubøkrunum hjá Nes kommunu, tá hann í vikuni bleiv skrásettur sum borgari nummar 1300 í kommununi. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.
- Bernhard er uppvaksin á Toftum, men hevur seinastu 5 árini arbeitt í Havn og búð á Argjum. Hann fer nú at arbeiða á Skálafjørðinum og er fluttur heimaftur at búgva, skrivar kommunan.
Upplýst verður, at við ársbyrjan búðu 1279 fólk í kommununi og at tað er tað mesta, sum nakrantíð er skrásett í Nes kommunu við árslok. Fýra mánaðir seinni er talið av borgarum nú 1300 fólk.
Tað eru fimtan ár síðan, at talið av borgarum í Nes kommunu fór upp um 1200.










