Sigursvandu TB og KÍ eru í ár í næstbestu deildini. Tey eru á uppflytingarplássunum, og seinnapartin verður toppdystur í Klaksvík, tá ið TB kemur á vitjan. Tá ið hesi bæði liðini í 4. umfari hittust á Sevmýri, endaði tað við 2-1 heimasigri.
KÍ hevur vunnið fimm ferðir á rað, og TB hevur vunnið sjey ferðir á rað.
Fyrsti dysturin í hesum umfarinum varð spældur hóskvøldið, tá ið NSÍ vann 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi.
Hósdagin 17. juni
NSÍ-EB/Streymur 2-1 (1-0)
1-0: Magnus Sørensen 30.
2-0: sjálvmál
2-1: Jens Jensen 60.
Ídag
KÍ-TB: Alex Troleis kl. 17.00
07 Vestur-HB: Bárður Mortensen kl. 15.00
Víkingur-AB: Rói Jacobsen kl. 15.00
B68-FC Hoyvík: Johan P. Michelsen kl. 15.00
Støðan
TB 28
KÍ 26
07 Vestur 22
EB/Streymur 21
HB 19
Víkingur 18
NSÍ 15
AB 10
FC Hoyvík 8
B68 2
EB/Streymur og NSÍ hava spælt 13 dystir, og hini liðini hava spælt 12 dystir