Tá ið VÍF gjørdist føroyameistari í kvinnuhondbólti var tað eftir eitt flott kappingarár frá øllum leikarum.
Hondbóltsføroyar hildu tó, at ein leikari skaraði fram um allar aðrar leikarar í deildini í ár, og tí varð Agnas Olsen, spælskiparin hjá VÍF, vald til ársins leikara fyri kappingarárið 2017/18.
Agnas Olsen sigur í samrøðu við In.fo at hon er sera glað og errin um heiðurin, og serliga ta viðurkenning hon hevur fingið frá kappingarneytum, landsliðsvenjara og fjølmiðlum.
Spælskiparin heldur at hetta hevur verið hennara besta kappingarár, har bæði hon og liðið hava vant so nógv sum til ber.
Liðið stóð seg eisini serstakliga væl í farna kappingarári, og tað gjørdist skjótt greitt at VÍF fór at vera tungt at syfta hjá kappingarneytunum.
Vestmannakvinnur eru tó fyrr byrjaðar væl, men ofta hevur liðið fingið trupulleikar av skaðum og øðrum avbjóðingum, men so var ikki hetta árið. Gaman í komu skaðar, men Agnas og liðfelagarnir megnaðu at basa hesum avbjóðingum, og vóru greitt oddalið alt árið, ið tær endaðu sum greipuvinnarar.
-Í ár hevur nærum alt gingið upp í eina hægri eind, sigur Agnas Olsen, ið sjálv skjeyt 154 mál hetta kappingarárið.
Persónliga avrikið hjá spælskiparanum gekk eisini upp í eina hægri eind, og hon vísir á, at treytirnar hava verið góðar við góðum leikarum rundan um seg.
Hon nevnir liðfelagarnar á bakkunum, Liljan Djurhuus og Duritu Jojic, ið hava skapt stórt pláss til miðjuna, eftirsum at øll liðini hava verið noydd at taka atlit til skotstyrkina hjá teimum. Harafturat hevur góða kropsliga vengingin eisini givið fyrimunir.
- Eg fái nógv mál av at renna skjótt fram í álop, tað hevur helst hjálpt, sigur ársins leikari.
Venjingin verður eisini týdningarmikil komandi kappingarár, tá ið kappingarneytarnir ivaleyst vilja gera alt teir eru mentir at koppa VÍF.
Agnas verður eftir ætlan aftur at síggja á miðuni hjá VÍF komandi kappingarár, og fer sjálvandi at royna at gera tað so gott sum tilber.
- Eg fari at royna at venja í summar og at halda meg í form til komandi kappingarár. So eg ætli mær í undir øllum umstøðum, at gera alt eg eri ment at fyrireika meg mest møguligt, sigur ársins leikari, Agnas Olsen at enda