Polar Seafood stak gott ár í fjør

- Vit eru ein grønlendsk fyritøka, og tískil eru vit errin av at kunna geva so mikið til grønlendska búskapin, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood.

Størsta privata reiðaríið í Grønlandi, Polar Seafood, hevði eitt flott úrslit í 2017. Ársúrslitið fyri skatt gjørdist stívliga 257 miljónir krónur.

 

Nettoumsetningurin hjá felagnum vaks í 2017 við 214 miljónum krónum í mun til árið fyri uppí stívliga 3.320 miljónir, og bruttoúrslitið vaks úr 912 miljónum í 2016 upp í eina lítla miljard í 2017.

 

- Framgongdin er serliga í Grønlandi, Danmark og Ruslandi, meðan aktivitetirnir hjá felagnum í Noregi framhaldandi eru í einar uppbyggingartilgongd.

 

Tað sigur Polar Seafood í tíðindaskrivi.

 

- Vit eru ein grønlendsk fyritøka, og tískil eru vit errin av at kunna geva so mikið til grønlendska búskapin, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth.

 

Hann leggur aftrat, at fyritøkan arbeiðir í einari ótryggari “bransju”, og tí fegnast felagið um góðu gongdina og úrslitini, sum grønlendskt vinnulív í løtuni megnar at skapa.

 

Í Polar Seafood vænta tey, at úrslitið hjá fyritøkuni í ár fer at verða á leið tað sama sum í 2017.