Kvinnurnar úr VÍF, sum eru bæði steypavinnarar og føroyameistarar, eru væl umboðaðar á ársins liði, sum landsliðsvenjararnir hjá kvinnum, Dia Midjord og Sophus Dal-Christiansen, hava valt. Liðið varð kunngjørt á hondbóltsgallaveitslu í kvøld.
Fimm av sjey leikarum á ársins liði í Hvonn-deildini eru úr VÍF:
Kristina Griksaite, málverji – VÍF
Turið Arge, vinstri vongur – Kyndil
Liljan Djurhuus, vinstri bakkur – VÍF
Agnas Olsen, spælskipari – VÍF
Durita Christophersen Jojic, høgri bakkur – VÍF
Heidi Maria Akselsen, høgri vongur – VÍF
Durita Toftum Joensen, strikuspælari – H71