Stórt skrædl á Svangaskarði

Fuglfirðingar fóru inn aftur við eyðmýkjandi tapi, sum minnir um tennisúrslit

Tað eru várdagar í Nes kommunu í hesi vikuni, og bátafestivalur er á Toftum í dag. Veðrið hevur ikki verið nakað serligt, men lagið er gott – í hvussu so er fótbóltslagið.

 

Tað vóru tey bæði, ið verða roknað at hava møguleika næsta ár aftur at spæla í fremstu røð, sum seinnapartin hittust á Svangaskarði.

Harvið var talan um toppuppgerð, men talan var á ongan hátt um spenning.

ÍF noyddist av Svangaskarði við 6-1 tapi, og harvið var talan um úrslit, sum minnir um sannførandi settúrslit í tennis.

 

B68 var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, tá ið heimaliðið hevði fríska lotið ímóti. Eftir steðgin økti B68 til 3-0, áðrenn Símun Eliasen minkaði um munin til 3-1.

So spøkti møguleikin eina lítla løtu fyri, at tað fór at verða spennandi. Men eftir at Sveinur Justinussen økti um munin til 4-1, var tað bara spurningurin, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

Jann Ingi Petersen økti um munin til 5-1 við fínum máli av brotsteirgarmarkinum, eftir at bólturin varð trillaður uppá tvørs, og innskifti Emil Ronaldsson staðfesti rimmar sigurin við handara stólpa, eftir at lagt var innfyri úr høgru.

 

Inntil tað restaðu fýra minuttir av fyrra hálvleiki var tað einki, sum  bendi á, at talan fór at verða um stóran heimasigur. Tað var ikki fyrrenn í 41. minutti, at vereranurin Jóhan Dávur Højgaard setti hol á. Tveir minuttir seinni økti Esmar Clementsen til 2-0, og sjey minuttir eftir steðgin varð Esmar Clementsen tvífaldur málskjútti.

 

B68 er nummar tvey og harvið á uppflytingarplássi við 21 stigum, og ÍF er á fjórða plássi við seytjan stigum.