við at skapa møguleikar. Í útgangsstøðuni vóru teir tríggir á toppinum. Dánial Hansen, sum higartil hevur verið í B68 verjuni, var fluttur fram á álopsplássið í høgru. At B68 var so álopssinnað hevði við [...] broyta eitt sindur upp á sína uppstilling. Eitt nú varð Hans Pauli Petersen togaður aftur av miðvallarplássinum í høgru. B68 hevði bólti meiri í fyrra umfarinum, og bólturin var nógv á helvtini hjá heimaliðnum [...] B68 rangstøðufellan og ungi maðurin var einsamallur á veg ímóti B68 málinum. Men Símun, sum hevði møguleika at spæla tvørturum til Popczynski, steðgaði á. Hann mundi halda, at linjuverjin og dómarin høvdu
Jacobsen tók við. Á posthúsinum starvast fýra fólk. Strendur Brævstøðin á Strondum lat eisini upp 1. juli 1903, men varð niðurløgd aftur í 1908. Í tíðarskeiðnum 1908 - 1918 var ein postskiftisstøð á Strondum í [...] heilt fram til 1994. Í dag er Sólbjørg Skoubo posthúsleiðari á Sandi. Trý fólk arbeiða á posthúsinum. Eiði 1. juli 1903 varð brævstøð latin upp á Eiði. Men helst hevur Eiði verið postumbýtisstað áðrenn hetta [...] við sum leiðari á posthúsinum, sum síðan 1983 hevur hildið til í egnum hølum á Fløðulið. Miðvágur Posthúsið í Miðvági lat upp tann 1. juli 1903, sum tað fyrsta posthúsið í oynni. Dánial Pauli í Beitinum
var burtur hevði við sær, at Dánial Hansen og Arnbjørn Danielsen vóru miðverjar, og at Jákup Eli Olsen kom beinleiðis úr Danmark, har hann hevur verið knappliga í eitt ár, og á vongverjan í vinstru. Tað var [...] Johannesen. B68 var á odda, og tað var akkurát tað, sum skuldi til fyri at varðveita spenningin og harvið undirhaldsvirðið. Misbrúkti og bøtti um HB hevur ofta havt trupult við at fáa fulla úrtøku á Svangaskarði [...] Bjarni Jørgensen hevði fingið møguleikan á vinstra vongverjanum í staðin fyri Janus M. Joensen, sum var sjúkur. Ivaleyst ætlaði HB, at tað mesta skuldi ganga fyri seg á helvtini hjá toftamonnum, men tað eydnaðist
ótilgjørd tulking og kronologisk endursøgn av tí, sum kanska hendi í fornari tíð við serligum denti á tíðarskeiðið, tá ið menn fyrst nomu land og royndu at sættast sum frægast. 60 milliónir ár Upprunaliga [...] um uppruna, landnám, norrøna búseting og fleiri kvæði og sagnir eru við. Brestis kvæði, sum Mikkjal á Ryggi yrkti, og Sigmunds kvæði yngra, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti, eru endurgivin í fullari longd. [...] Lærarafelags í tíðindaskrivi. Føroya krønika er 62 síður, innbundin í stíva permu. Hon kostar 150 krónur. Dánial Hoydal týddi tekstin til føroyskt.
Fótbóltur Á Toftum slikka teir sárini. Fyri fyrstu ferð nakrantíð taptu teir sunnudagin stig ímóti FS Vágum. Og teir taptu ikki bara eitt, men gestirnir fóru avstað við øllum trimum stigunum. At vágamenn [...] vágamenn vóru ovur fegnir var einki at siga til. ? Vit fóru á Svangaskarð við tí í kvittanum, at vit skuldu halda tørn um málleysa javnleikin. Úrslitini higartil í ár hava sagt okkum, at B68 hevur havt trupult [...] trupult við at fáa mál. Tá ið tað harafturat tíðliga í 2. hálvleiki eydnaðist okkum at leggja okkum á odda, snúði tað seg uppaftur meiri um at halda tørn. B68arnir trýstu og trýstu, og tað bar við sær, at
Fróði Hansen, Dánial Hansen og Fróði Benjaminsen løgdu trýst á. Eitt stórt korter var farið, tá ið hetta hornasparksinnleggið, eftir at hava ferðast á fleiri høvdum, datt fyri føturnar á Súna Fríða Johannesen [...] sum tók í økslina á Øssuri Hansen og í høvdið á Messiasi, áðrenn bólturin sigldi inn í málhornið. Málið sá vakurt út, men tað var rættuliga tilvildarligt. Messias, sum hevur verið á Toftum í trý ár, men [...] skjótari og sterkari í nærdystunum, og tað gekk meiri fyri seg á B68 válinum enn hinumegin. Í 2. hálvleiki royndi NSÍ ? teir saknaðu skadda Kára Hansen á miðvøllinum og góvu eftir steðgin Rúna Rasmussen møguleikan
ein mann á toppinum, og tá ið spælararnir í næstu røð ikki eru altráðir at koma fram í brotsteigin, sigur tað seg sjálvt, at trýstið á málini ikki verður nakað serligt. Tá ið so nógvir eru á miðvøllinum [...] ferðir fokuserað upp á tann partin, og tølini siga, at tað er væl tættari. KÍ er tvær ferðir farið av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur skorað. B68 hevur spælt tríggjar dystir á rað, uttan at mótstøðuliðið [...] uttaru síðuna av stólpanum. Niklas á Líðarenda leiddi hóvliga. Hann setti ongantíð seg sjálvan í miðdepulin. Fimm minuttir undan steðginum kundi hann havt reyða kortið á lofti, men hann valdi bleytu loysnina
einki mál afturat, men tað løgdu teir á heimaliðnum vertin í. Lagið á B36 viðhaldsfólkunum, sum í góðveðrinum høvdu brúkt dýrabærar bensindropar upp á túrin inn á Toftir, var einki serligt. Tað var lætt [...] sum vóru á Svangaskarði, tá ið B36 vitjaði hósdagin. B68 vann 1?0. Men teir høvdu onga roynd innanfyri málrammuna hjá B36! Einasta málið kom longu í 4. minutti. Bogi Petersen, sum var á beinkinum á Skála [...] báðar og B36, so var málverjin á veg fram, og bólturin trillaði framvið honum og í málið. Málið var akkurát tað, sum heimaliðið hevði brúk fyri og køld pøs í andlitið á B36. René Tórgarð var ikki sannførandi
hjá landsliðsmanninum, so lá hann flatur. Jens Petur Brattalíð peikaði á ellivu metra blettin, eingin hevði orsøk at mótmæla, og Dánial Hansen var púra kaldur, tá ið hann við innaru síðuni trillaði bóltin [...] umfarinum í landskappingini. Á Skála var Arnbjørn Danielsen við fyri fyrstu ferð, og venjarin valdi 3?5?2 spælskipanina. Hans Fróði Hansen var aftastur, og tað sást væl á avrikinum hjá honum ? serliga [...] var heilt uppi á dubbunum. Tvær ella tríggjar ferðir var um uppi í kiksaðum uppspæli, sum bar næstan møguleikar við sær til lættbeintu Jónhard Frederiksberg og Alexandur Johansen. Dánial Hansen og Arnbjørn
manna sum løgmaður, landsstýrismaður, løgtingsmaður og grannskoðari. Jógvan er sonur Honnu Jensen (á Dul) og Hans Sundstein. Hann er giftur við Lydiu Marsten úr Klaksvík, og tey búgva í Havn. Børnini eru [...] valið varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum einsamallir høvdu meiriluta á tingi. Jógvan Sundstein gjørdist tá landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum var eitt sera krevjandi starv [...] størsti veikleiki? - Optimisma! Og tað var vist væl svarað. Jógvan Sundstein er gjørdur optimistur upp á gott og ilt, og tað hevur stundum verið ein styrki, aðrar tíðir ein veikleiki.