Báðir bogarnir vóru spentir til trý stig

Hóast tað síðstu løtuna tóktist liggja í luftini, at í hvussu so er eitt mál fór at koma afturat, so endaði tað javnt og harvið við eitt sindur tómari kenslu í báðum legunum

Báðir partar ætlaðu sær øll trý stigini, og sum 2. hálvleikur leið, góvu báðir partar ábendingar um, at teir vóru sinnaðir at sleppa eitt vet í verjupartinum fyri at fáa týdningarmikla málið, sum hevði borið øll trý stigini við sær.
HB vísti ungu framrættaðu monnunum Rana D. Christiansen og Pálli M. Joensen álit, og hjá B68 varð framrættaði Øssur Jacobsen settur inn fyri meiri verjukenda miðvallaran, Jann Inga Petersen, sum annars hevði røkt sína uppgávu væl. At báðir partar vóru framrættaðir, og at báðir partar samstundis sleptu eitt vet í verjuni, hevði intensitet, dramatikk og harvið spenning við sær í sera undirhaldandi uppgerð, har sannførandi málverjarnir báðir áttu týdningarmiklar leiklutir. Albert Sævarsson og Bárður Johannesen vóru tryggir á strikuni, teir vóru kringir í brotsteiginum, og teir dugdu væl at lesa spælið og at blanda seg upp í uttanfyri brotsteigin, tá ið tað í einstøkum førum var neyðugt.
Adrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen og Tór?Ingar Akselsen høvdu møguleikar at avgera HB til fyrimunar, og hjá B68 var Súni Fríði Johannesen, sum var betri upplagdur enn fyrr í ár, meiri enn eina ferð um reppið at gerast leysur. Øssur Hansen royndi við frísparki úr sekstan metra fjarstøðu og mitt fyri. Bólturin streyk dygst uttanfyri stólpan, men síðsta stóra hálva tíman eydnaðist tað ikki at fáa úrtøku, og harvið fóru báðir partar ikki meiri enn hálvnøgdir undir brúsu.

Meiri grammir
B68 hevur havt trupulleikar at fáa mál, og tað høvdu teir eisini hesa ferð. Men teir vóru meiri ágangandi, enn teir hava verið seinastu ferðirnar. Øssur Hansen var væl upplagdur á miðvøllinum, og tað var sum heild meiri stríðshuga og størri tyngd í, enn tað var, tá ið FS Vágar sunnudagin frammanundan fór av Svangaskarði við øllum stigunum.
At Hans Fróði Hansen var burtur hevði við sær, at Dánial Hansen og Arnbjørn Danielsen vóru miðverjar, og at Jákup Eli Olsen kom beinleiðis úr Danmark, har hann hevur verið knappliga í eitt ár, og á vongverjan í vinstru. Tað var strevið hjá honum, men Jákup Eli brúkti allar sínar royndir.
Í roynd at geva álopspartinum størri tyngd hevði Jóhan Petur Poulsen, sum ofta hevur verið á beinkinum, fingið møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu. Unglingaspælarin er sterkur, skjótur og grammur, og hann vísti mest sum beinanvegin, at hann lá inni við løðingini, sum skuldi til fyri at spreingja hurðina upp aftanfyri trygga HB málverjan. Smáir tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Jóhan Petur tók søkina í egnar hendur. Úr eitt sindur til vinstru rak hann mitt fyri, og úr umleið 22 metrum smekkaði hann til. Bólturin fór dygst inn undir nærru samankomingina aftanfyri Bárð Johannesen. B68 var á odda, og tað var akkurát tað, sum skuldi til fyri at varðveita spenningin og harvið undirhaldsvirðið.

Misbrúkti og bøtti um
HB hevur ofta havt trupult við at fáa fulla úrtøku á Svangaskarði. Frá fyrsta bríksli sást í góðveðrinum, at havnarmenninir vóru ikki komnir fyri at luska sær ein verjukendan javnleik við aftur til høvuðsstaðin.
Útgangsstøðan var sera framrættað og kanska eitt sindur óvæntað. Saman við Andrew av Fløtum og Carsten From var Tór?Ingar Akselsen heilt frammi í álopinum, meðan ungi Bjarni Jørgensen hevði fingið møguleikan á vinstra vongverjanum í staðin fyri Janus M. Joensen, sum var sjúkur.
Ivaleyst ætlaði HB, at tað mesta skuldi ganga fyri seg á helvtini hjá toftamonnum, men tað eydnaðist ikki heilt. At B68 var yvirmannað á miðvøllinum hevði ofta við sær, at teir høvdu lættari at finna hvønn annan, enn mótstøðumenninir høvdu tað, meðan B68 verjan ikki kom undir tað trýstið, sum tað kanska kundi roknast við, tá ið mótstøðumenninir vóru so mikið framrættaðir.
Andrew av Fløtum fekk á hálva tímanum risa møguleika at javna til 1?1. Eftir langa sending frá Halli Danielsen, royndi landsliðsmaðurin á baklinjuni at kroysta seg framvið verjuspælara, sum gjørdi tað einasta, sum hann ikki skuldi havt gjørt. Í staðin fyri at verja fyri og harvið trýsta bóltføraran at snara so at siga skeiva vegin, royndi hann at pilka bóltin til sín, og tað tilboðið segði royndi álopsspælarin ikki frá sær. Hann lá sum keylan, dómarin peikaði á ellivu metrar, men Albert Sævarsson tveitti seg til vinstru fyri seg sjálvan og bjargaði royndini, sum Andrew sjálvur tók sær av.
B68 fekk sinniliga yvirskotið, meðan HB kanska fór eitt vet niður. Men í 56. minutti bøtti Andrew av Fløtum um skaðan. Rúni Nolsøe legði flata sending inn um heimaverjuna, Andrew var fyrstur á, helt mótstøðumenninar aftanfyri seg og skoraði.
So var tað, at báðir partar spentu álopsbogan, ferðin var høg, hugburðurin góður og áskoðararnir sótu sum á nálum. Men tað komu ikki fleiri mál.

B68?HB 1?1 (1?0)
1?0: Jóhan Petur Poulsen 9.
1?1: Andrew av Fløtum 56.
Dómari Petur Skarðenni
B68: Albert Sævarsson ? Bogi Petersen, Dánial Hansen, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen ? Jann Ingi Petersen (Øssur Jacobsen, 79.), Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Súni Fríði Johannesen, Jóhan Petur Poulsen
Gult kort: einki
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Eli Thorsteinsson, Símun Eliasen, Bjarni Jørgensen ? Rúni Nolsøe, Martin Christiansen, Rógvi Jacobsen ? Tór?Ingar Akselsen (Páll M. Joensen, 73.), Carsten From (Rani D. Christiansen, 57.), Andrew av Fløtum
Gult kort: Andrew av Fløtum (men tað er ikki viðmerkt á dómaraseðlinum!)