Hann er annars gøtumaður, føddur í Syðrugøtu. Hann er sonur Eriku, sum var næstelst av børnunum hjá Júlionnu og Salomon Gregersen fyri oman Oyruna í Syðrugøtu, og Høgna, sum var næstelstur av børnunum hjá Annu Sofíu og Jóan Fredrik Lervig á Kletti í Norðragøtu.
Erika og Høgni fingu tíggju børn. Finnur er nr. 7 í røðini. Erika doyði ólavsøkudag í 1962. Tá var tað yngsta barnið 13 ár.
Finnur hevur starvast sum skrivstovumaður. Hann fekk skrivstovustarv í Útvarpinum niðri á Bryggjubakka 1. apríl 1963. Tá Útvarpið seinni varð skipað í deildir, gjørdist hann leiðari á fíggjar- og fyrisitingardeildini.
Í 1984 varð tað almenna Sjónvarpið stovnað. Finnur hevði nú verið í Útvarpinum í meira enn 20 ár og hevði hug at skifta arbeiði. Hann fekk starv sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sjónvarpinum. Hann er røkin í peningamálum, og gott skil var á fíggjarviðurskiftunum undir hansara leiðslu, bæði í Útvarpi og Sjónvarpi.
Nú eru so liðin næstan 20 ár, síðani hann fór at starvast í Sjónvarpinum. Hann hevði farloyvi í tvey ár, men hevur annars arbeitt har øll árini. Av heilsuávum segði hann leiðarastarvið frá sær í vetur og hevur nú annað starv á stovninum.
Frítíðarítriv hansara hava fyri stóran part verið úti í natúruni. Honum hevur dámt væl at gingið túrar og ferðast kring um í oyggjunum við konu og børnum. Bát hevur hann átt, hevur gjørt nógv av at fara á flot, bæði at fiska og skjóta, og hann setti í mong ár hummararúsur inni á Tangafirði.
Finnur er gudsóttandi maður og hevur havt fast og virkið tilknýti til Brøðrasamkomuna.
Í 1966 giftist Finnur við Jóruni, dóttir Doru og Dánjal Nielsen í Vatnsoyrum. Jórun og Finnur eiga fýra døtur: Erika er gift við Jákup á Dul Jacobsen og býr í Reykjavík. Anna er gift við Róðin Mellemgaard og býr í Hoyvík. Birgit er gift við Heðini Klett og býr í Paris. Dora býr í Keypmannahavn.