Tann 1. juli 1903 varð ein verulig nýskipan sett í verk viðvíkjandi postverkinum í Føroyum. Tá vórðu átta brævstøðir latnar upp. Fimm av hesum komu at hoyra undir postavgreiðsluna í Tórshavn. Hesar vóru: Sandur, Miðvágur, Vestmanna, Eiði og Strendur. Fuglafjørður kom at hoyra undir postavgreiðsluna í Klaksvík, og Vágur og Hvalba komu at hoyra undir postavgreiðsluna í Trongisvági. Í skrivi frá aðalstýrinum í Keypmannahavn til postavgreiðslurnar í Tórshavn, Klaksvík og Trongisvági varð sagt frá hvussu nýggju brævstøðirnar og postútberingin skuldu skipast. Eisini varð staðfest at nýskipanin skuldi metast sum ein royndarskipan. Eftir hetta lótu fleiri og fleiri brævstøðir upp, og er talið í dag komi upp á 41 brævstøðir kring oyggjarnar.
Fuglafjørður
Posthúsið í Fuglafirði lat upp 1. juli 1903. Fyrsti postavgreiðslumaðurin var Tummas Juul Petersen, sýslumaður í Eysturoy. Tá hesin flutti til Klaksvíkar í 1910, tók bróðir hansara, Hans Jacob Petersen, við sum postavgreiðslumaður. Í 1926 tók dóttir Hans Jacob, Alma Rustin, ábyrgdina av postviðurskiftunum í bygdini. Meginpartin av tíðarskeiðnum fram til 1975, tá Alma fór frá, var posthúsið í hølum í heimi hennara. Alma valdi at fara frá í sambandi við, at posthúsið flutti í nýggj høli. Dóttir hennara, Margretha Rustin Johannesen, tók síðan við sum posthúsleiðari og sat í starvinum til 1994, tá núverandi posthúsleiðarin, Sigrun Jacobsen tók við. Á posthúsinum starvast fýra fólk.
Strendur
Brævstøðin á Strondum lat eisini upp 1. juli 1903, men varð niðurløgd aftur í 1908. Í tíðarskeiðnum 1908 - 1918 var ein postskiftisstøð á Strondum í krambúðini hjá Hans Jacobi Poulsen niðri í Heygsstøð. Brævstøðin varð síðan latin uppaftur í 1918 í krambúðini hjá Hans Jacob Johansen, sum tá gjørdist brævsavnari. Eftir ein eldsbruna í 1932, har allur posturin brendi, flutti brævstøðin inn í eitt annað hús hjá Hans Jacobi har posthúsið húsaðist til 1967, tá Martin Johansen tók við sum brævsavnari. Síðan flutti posthúsið inn aftur í tann upprunaliga bygningin, sum var karmur um brævstøðina frá 1918, og í 1981 lat posthúsið upp í bygningunum hjá Føroya Banka. Martin Johansen fór frá vegna aldur í 1997, og hevur Joan Sandursdóttir síðan verið posthúsleiðari á Strondum.
Sandur
Fyrsta brævstøðin í oynni lat upp heima á Sandi 1. juli 1903 í krambúðini hjá Rasmus Petersen. Hesin hevði ábyrgdina av postinum til 1925, tá Edward Hjalt, timbursmiður, gjørdist brævstøðarmaður og posturin varð fluttur í heim hansara. Dóttir Edward, Marianna Hjalt tók síðan við postinum í 1949 og hevði hann um hendi heilt fram til 1994. Í dag er Sólbjørg Skoubo posthúsleiðari á Sandi. Trý fólk arbeiða á posthúsinum.
Eiði
1. juli 1903 varð brævstøð latin upp á Eiði. Men helst hevur Eiði verið postumbýtisstað áðrenn hetta. Fyrsti postmaðurin var Niels Kruse, keypmaður, sum sat við postinum frá 1903 til 1926. Helst hevur krambúðin hjá honum verið postumbýtisstað áðrenn bygdin fekk brævstøð.
Í 1926 fekk Anthon Martin Ellingsgaard ábyrgdina av postinum. Hann sat við postinum til hann doyði í 1957. Síðani hava ættarfólk hansara umsitið postviðurskiftini á Eiði. Núverandi posthúsleiðarin, Elinborg Reinert, tók ábyrgdina av postinum frá í 1995. Í januar 1998 flutti posthúsið á Eiði fyri fyrstu ferð inn í egin høli, sum postverkið hevur keypt og umbygt.
Vestmanna
Brævstøðin í Vestmanna lat upp 1. juli 1903. Fyrsti brævstøðarmaðurin var Jógvan Winther, sum keypti gomlu sýslumanshúsini og hevði postin har. Tá Jógvan Winther flutti úr Vestmanna í 1923, gjørdist Niels Kristoffer Poulsen nýggjur brævsavnari í bygdini, og varð posturin sostatt fluttur til heim hansara. Hann var stýrimaður og sigldi nógv sum flaggskipari við norskum hvalabátum, og tí var tað í stóran mun konan, sum tók sær av postinum. Niels Kristoffer Poulsen gekk burtur í 1932, og tók kona hansara, Kristianna Poulsen, tá ábyrgdina av postinum. Í februar 1955 gjørdist postavgreiðslan í Vestmanna veruleiki. Sama ár segði Kristianna Poulsen seg úr starvi, og varð dóttir hennara, Anna S. Durhuus tá sett í starv sum postavgreiðsluleiðari. Anna sat í starvinum til 1960, tá núverandi postavgreiðsluleiðarin, Jógvan Durhuus, tók við ábyrgdini av posthúsinum. Á posthúsinum í Vestmanna starvast fimm fólk.
Vágur
Brævstøðin í Vági lat upp tann 1. juli 1903, og longu í august 1904 varð brævstøðin umskipað til postavgreiðslu. Danin, Anders Olsen var tann fyrsti brævsavnarin og fyrsti postavgreiðslumaðurin í bygdini, og hevði hann postin heima hjá sær í Toftum. Anders Olsen sat við postinum fram til 1933, tá Andreas Djurhuus tók yvir og samstundis flutti postin úr Toftum í heim hansara í Tippunum.
Í 1980 fór Andreas Djurhuus úr starvinum sum postavgreiðslumaður, og Petur Vilhelm varð settur í starvið. Tá hann fór frá vegna aldur í 1990, tók núverandi posthúsleiðarin, Marianna Eystberg við sum leiðari á posthúsinum, sum síðan 1983 hevur hildið til í egnum hølum á Fløðulið.
Miðvágur
Posthúsið í Miðvági lat upp tann 1. juli 1903, sum tað fyrsta posthúsið í oynni. Dánial Pauli í Beitinum hevði ábyrgdina av postinum tey fyrstu nógvu árini. Hann sat við postinum til hann andaðist í 1934. Beitishúsið var fyrsti karmurin um postviðurskiftini í Miðvági. Eftir Dánial Paula tók sonur hansara, Sørin Danielsen við starvinum, og varð posturin tá fluttur heim til Sørin. Posthúsið var har í húsunum í 36 ár fram til 1970. Eftir at Sørin í Beitinum legði frá sær í 1964, tók Bodil Ellefsen við sum posthúsleiðari. Í 1969 keypti hon eini hús í bygdini og flutti hagar við postinum. Í 1983 keypti hon gomlu kommunulæknahúsini til sethús og posthús, og vóru hesi húsini karmur um postviðurskiftini til 1996, tá posthúsið flutti í leigaði høli hjá Føroya Banka. Á posthúsinum í Miðvági starvast tvey fólk, umframt núverandi posthúsleiðaran, Jóhannes Ellefsen.
Hvalba
Brævstøðin í Hvalba varð skipað 1. juli 1903 í miðhæddini í Stórstovu, sum var heimi hjá fyrsta brævstøðarmanninum, Jógvani Nattestad. Í 1916 verður sonur Jógvan, Niels Jacob Joensen Nattestad settur sum brævstøðarmaður. Hann er í hesum starvi til 1950, tá sonur hansara, Óli Nattestad varð settur í starv sum brævstøðarmaður í bygdini. Frá 1956 fekk Esther Johanna Nattestad ábyrgdina av brævstøðini í bygdini. Maður hennara keypti ein bygning, sum varð nýttur til posthús. Í 1992 tók núverandi posthúsleiðarin í Hvalba, Astrid Nattestad við sum leiðari á posthúsinum, sum síðan 1996 hevur hildið til í leigaðum hølum.
Kelda: Postur í Føroyum v. Vilhelm Johannesen
Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson