genta við ADHD. Eg haldi tað er ringt at liva í Føroyum og hava ADHD og onga hjálp fáa. Eg hevði ynskt, at tað hevði verið nógv meira hjálp at fáa í Føroyum, bæði í skúlum, heima og á stovnum. Eg varð send [...] familju og vinum. Nú havi eg fingið hjálp, men eru tað ikki nógv fleiri børn í Føroyum, sum hava ADHD og onga hjálp fáa í Føroyum, men vera send niður til Danmarkar ella bara skulu liva sum onnur børn, sum [...] problem kemur í millum, so haldi eg altíð, at tað er mín feilur, tí eg eri so býtt, eg eri ónd og sovorðið tvætl, sum kemur inn í mítt høvd. Eg kann eisini lætt blíva ill, tá alt ikki gongur eftir mínum høvdi
Í 2035 skal allur føroyskur ungdómur búgva og virka í Føroyum, heldur enn at flyta av landinum at búgva. Tað skal okkara aðalmál vera, heldur Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir [...] vera avgerandi fyri, at føroyingar fara av landinum at arbeiða. Skattaskipanin skal eggja til, at tað altíð loysir seg at taka eitt eyka tak. Lønarskatturin í Føroyum er høgur, tí útboðið av vælferð [...] fortreyt er, at skattaskipanin verður broytt, tí hon er ikki tíðarhóskandi í einum vælferðarsamfelagi, sum vil mennast. Í tí sambandi mæla tey til, at serligar stuðulsskipanir vera strikaðar, tí tað
tey fylla 67 ár, og verða í staðin flutt í annað starv í kommununi. Í serligum føri kunnu fólk eisini fáa loyvi at halda fram at starvast hjá kommununi, eftir at tey eru fylt 70. Í næststørstu kommununi, [...] Starvsmannafelagið. - Í Tórshavnar kommunu, ið er nógv størsta kommunan í landinum og hevur umleið 1400 fólk í starvi, hevur býráðið samtykt, at fráfaringaraldurin skal vera 70 ár. Fólk í leiðandi størvum skulu [...] hjá landinum kunnu vera í starvi. - Starvsfólk í Tórshavnar kommunu og í Vága kommunu sleppa eisini at arbeiða, til tey verða 70 og onkuntíð longri. - Men í Tvøroyra kommunu, og í fleiri av hinum størru
Kypros. Rólant Højsted, formaður, sigur, at í Sundalagnum eru tey fyrireikaði, soleiðis, at leikararnir og leiðslan sleppa undan sjúkuni. - Vit fara at ansa væl eftir. Vit hava kunnað okkum væl um sjúkuna og [...] uppskrift sum so, uttan at vit sjálvsagt ikki vilja í samband við ov nógv fólk. Vit ræðast ikki sjúkuna, tí tað er ikki meira enn eitt vanligt krím. Men vit fara at gera alt fyri at sleppa undan tí, sigur Rólant [...] Í farnu viku varð staðfest, at fótbóltsleikararnir Anders Jochumsen og Micah Richards hava fingið H1N1-virus, sum eisini verður rópt svínakrím. Báðir hava verið á Kypros í summarfrítíðini, har teir eru
síðan búðu fólk í eini 20 húsum í Skúvoy; nú býr fólk kanska í 13, og í fleiri húsum er bara eitt fólk. Skrásett at búgva í Skúvoy eru 27 fólk, men hetta er ikki tað veruliga talið av fólki, sum er í bygdini [...] upp í Skúvoy í apríl í 1975, og soleiðis verða tað 50 ár síðan í apríl næsta ár, um alt gongur, sum ætlað, sigur hann. Mánadagin í vikuni hittu vit fryntliga mannin í hugnaliga og fjálga heiminum í Skúvoy [...] fleiri álitisstørv í bygdini. Hann er formaður í kirkjuráðnum; hann lesur lestur í kirkjuni, sum hann hevur gjørt í mong ár, og hann ber framvegis postin út, eins og pápin gjørdi í nógv ár. Í 44 ár hevur Meinhard
Súlustovnurin í Norðurhøvum minkaði nógv í 1800-talinum, og hildið varð, at ovurveiða var orsøkin til minkingina. Súlurnar vórðu tí friðaðar í flestu støðum, og síðani fyrst í 1900 hevur stovnurin verið í stórum [...] vøkstri; úr 50.000 pørum upp í 400.000 pør. Nú er tað bert í Føroyum, at súlan ikki er friðað. Í Skotlandi hava tey tó undantaksloyvi at taka 2.000 grásúlur (vaksnar ungar), og í Íslandi veiða tey um 1.000 [...] Havstovan telur súlurnar í Mykineshólmi við o.u. 10 ára millumbili. Fuglarnir verða taldir eftir myndum, og í summar hava vit tikið myndir við eini dronu. Trupulleikin er, at allar súlurnar síggjast ikki
Deildarleiðarin í Sparikassunum í Gøtu og her í Fuglafirði, Sigmar Davidsen, vil hava rásarúm. Rættiliga longi, hevur verið tosað um at fara undir at byggja nýggjan sparikassa til viðskiftafólkið í Fuglafirði [...] leiðslan í kommununi væntar, at eini tíggju byggiloyvi fara at vera givin tilsamans í ár. Hetta sæst aftur í kassanum hjá Sigmari Davidsen. ? Fyrst og fremst eru tað sethúsini, vit leggja okkum eftir at fíggja [...] so viðskiftafólkið ikki noyðist á høvuðsdeildina í Havn. Lata IKKI aftur í Gøtu Fimm fólk starvast á deildini í Fuglafirði, meðan tey vanliga eru trý í Gøtu. Spurdur um gøtufólk kunnu vænta, at deildin
aftur lív í flakavirkinum í Sørvági ein av fyrstu døgunum. Nýtt felag er stovnað, sum hevur leigað virkið og maskinurnar frá Vesturvón. Tað er felagið Vestís Seafood, sum fer at reka flakavirkið í Sørvági [...] saman við Vesturvón í Sørvági eigur. Jóhan Páll Joensen, sum er annar høvuðspartaeigarin í Norðís, sigur, at tað er felagið Maru Seafood, sum eigur tveir triðingar av partapeninginum í Vestís Seafood, meðan [...] saman við skyldmanninum Jóhan Davidi Joensen. Teir eiga eisini saltfiskavirkið Sammut í Klaksvík. Virkið í Sørvági er í rímiliga góðum standi, og tí er lítið at gera við tað, sigur Jóhan Páll Joensen. Tað
av tekniskari útgerð í Føroyum. Stovnurin ásannar tó, at regluverkið í Føroyum ikki er eins væl útbygt, sum eitt nú í Danmark, tá ræður um arbeiðsumhvørvi sum heild. - Er nakar í iva um, hvørjar reglur [...] Arbeiðseftirlitið vísir á, at í byrjanini av umrøddu grein stendur (sitat): "Í Føroyum eru eingi krøv til innfluttar vørur. Alt kann keypast ella seljast." - Hetta er ikki rætt. Eftir arbeiðsumhvørvislógini eru [...] vent sær til Sosialin við viðmerkingum til greinina, vit høvdu í blaðnum um miðjan september um eina CE-góðkenning, sum ketlavirkið, Hógv í Søldarfirði, hevur fingið. Stovnurin heldur, at greinin er áhugaverd
eru nú koppsettir ímóti covid-19. Fyrsta dagin vórðu 120 fólk koppsett fyrru ferð, og nú eftir ársskiftið verður farið undir at koppseta fleiri fólk. Fyrsta sendingin av koppingarevni var við 975 skamtum [...] skulu til at koppseta hvørt fólk. – Tað er gott, at vit eru byrjað at koppseta, men tað tekur tíð at fáa flokkimmunitet. Avbjóðingin verður ikki sjálvt arbeiðið at vaksinera fólk. Veitingin av vaksinu avger [...] Lars Fodgaard Møller, landslækni. – Eg vóni, at tey flestu fara at siga ja til at verða koppsett. Tað er sjálvboðið, men vit skulu upplýsa fólk sakliga um koppsetingina, og so vóni eg, at tey flestu taka