Galdandi reglur
Arbeiðseftirlitið hevur vent sær til Sosialin við viðmerkingum til greinina, vit høvdu í blaðnum um miðjan september um eina CE-góðkenning, sum ketlavirkið, Hógv í Søldarfirði, hevur fingið.
Stovnurin heldur, at greinin er áhugaverd.
- Greitt verður greitt frá, at Hógv hevur fingið ketlarnar,
sum teir framleiða, CE-góðkendar, og at hetta tryggjar, at dygdin er á høgum støði, og at orkunýtslan er so lág sum gjørligt. Hetta er púra rætt. Fyri at kunna seta eitt CE-merki á eina vøru, eru ávís viðurskifti, ið skulu vera í lagi, og er CE-merkið tað sjónliga prógvið um at so er, sigur Arbeiðseftirlitið.
- Taka vit sentralhitaketlar til upphitan av sethúsum sum dømi, skulu hesir lúka treytirnar í kunngerð nr. 79, frá 17. august 1999, dampketlar við útgerð og passing av slíkum, umframt
kunngerð nr. 129, frá 4. september 1995, um innrætting av tøkniligum hjálpartólum. Hetta eru reglur sambært arbeiðsumhvørvislógini, og verður her ikki komið inn á møguligar reglur eftir øðrum lógum.
Arbeiðseftirlitið sigur, at tá ið sentralhitaketlarnir eru CE-merktir, merkir tað, at framleiðarin - í hesum føri Hógv - hevur
tikið støðu til ávísar spurningar og hevur undirskrivað eina "EF-overensstemmelseserklæring".
- Tað er at gleðast um, at Hógv hevur eina framleiðslu á so høgum støði.
Reglur galdandi
Arbeiðseftirlitið vísir á, at í byrjanini av umrøddu grein stendur (sitat): "Í Føroyum eru eingi krøv til innfluttar vørur. Alt kann
keypast ella seljast."
- Hetta er ikki rætt. Eftir arbeiðsumhvørvislógini eru ymiskar reglur, ið skulu haldast, og eru longu nakrar av teimum nevndar omanfyri.
Arbeiðseftirlitið sigur, at reglur eru galdandi, tá ræður um framleiðslu og innflutning av tekniskari útgerð í Føroyum.
Stovnurin ásannar tó, at regluverkið í Føroyum ikki er eins
væl útbygt, sum eitt nú í Danmark, tá ræður um arbeiðsumhvørvi sum heild.
- Er nakar í iva um, hvørjar reglur eru galdandi um ávís
arbeiðsumhvørvisviðurskifti, eitt nú tekniska útgerð, innrættan av virkjum, útinnan av arbeiði, evni og tilfar, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við Arbeiðseftirlitið, sigur stovnurin.