Plásstrot í Trongugøtu

Stendur tað til deildarleiðaran, Sigmar Davidsen, fara økta virksemið og framtíðarætlanirnar hjá Føroya Sparikassa at hava við sær ein spildurnýggjan sparikassa í Fuglafirði

Deildarleiðarin í Sparikassunum í Gøtu og her í Fuglafirði, Sigmar Davidsen, vil hava rásarúm. Rættiliga longi, hevur verið tosað um at fara undir at byggja nýggjan sparikassa til viðskiftafólkið í Fuglafirði, men enn er ætlanin ikki sett í verk.

Deildarleiðarin, ið er úr Runavík, sigur, at umstøðurnar í og við fimti ára gomlu hølini í Trongugøtu, ikki eru nóg góðar; hvørki fyri starvs- ella viðskiftafólk. Parkeringsviðurskiftini eru vánalig við húsið, og tað ber ikki til at byggja upp í sjálvan bygningin har á staðnum.

Fuglafjarðar Kommuna hevur víst Føroya Sparikassa á pláss við miðstaðarøkið í býnum, men enn hevur leiðslan í Føroya Sparikassa ikki tikið endaliga avgerð um nýbyggingina.


Fuglfirðingar byggja

Tað er ongin loyna, at Føroya Sparikassi í stóran mun livir av at fíggja sethús, og her í Fuglafirði er hetta virksemið økt munandi, nú uppgangurin aftur hómast kringum í landinum.

Í ár hevur Fuglafjarðar Kommuna latið 5 byggiloyvi til sethús, umframt tvey til stórar umbyggingar. Kommunan hevur eisini selt fleiri grundstykki, og leiðslan í kommununi væntar, at eini tíggju byggiloyvi fara at vera givin tilsamans í ár. Hetta sæst aftur í kassanum hjá Sigmari Davidsen.

? Fyrst og fremst eru tað sethúsini, vit leggja okkum eftir at fíggja, og vit merkja væl, at fólk aftur eru farin at byggja og umhugsa bygging, sigur deildarleiðarin, ið tó væntar, at Føroya Sparikassi í størri mun fer at royna at nærkast vinnulívinum. Hann leggur afturat, at mál teirra erq at kunna veita allar tænastur á staðnum, so viðskiftafólkið ikki noyðist á høvuðsdeildina í Havn.


Lata IKKI aftur í Gøtu

Fimm fólk starvast á deildini í Fuglafirði, meðan tey vanliga eru trý í Gøtu. Spurdur um gøtufólk kunnu vænta, at deildin har á staðnum fer at lata aftur, verður ein stórur sparikassi bygdur í Fuglafirði, svarar deildarleiðarin, at tað ikki kemur uppá tal, tí at partur av framtíðarætlanunum hjá sparikassanum so fer í vaskið:

? Endamálið er jú, at kunna veita fólkið á staðnum eina góða tænastu, sigur hann avgjørdur.

Sigmar Davidsen, sum í 1987, bert 26 ára gamal, gjørdist deildarleiðari, vónar, at tey skjótt kunnu fara undir byggingina. Tey kanna í løtuni, hvussu plásstørvurin verður framyvir, men sjálva byggingina verður valla farið undir hesumegin ár 2000.