Fiskivinna
Væntandi verður aftur lív í flakavirkinum í Sørvági ein av fyrstu døgunum. Nýtt felag er stovnað, sum hevur leigað virkið og maskinurnar frá Vesturvón.
Tað er felagið Vestís Seafood, sum fer at reka flakavirkið í Sørvági, nú tað verður latið uppaftur. Hetta er felag, sum leiðslan á Norðís á Eiði saman við Vesturvón í Sørvági eigur.
Jóhan Páll Joensen, sum er annar høvuðspartaeigarin í Norðís, sigur, at tað er felagið Maru Seafood, sum eigur tveir triðingar av partapeninginum í Vestís Seafood, meðan Vesturvón eigur tann triðja.
Maru Seafood er eisini felagið aftan fyri flakavirkið Norðís á Eiði. Jóhan Páll Joensen eigur Maru Seafood saman við skyldmanninum Jóhan Davidi Joensen. Teir eiga eisini saltfiskavirkið Sammut í Klaksvík.
Virkið í Sørvági er í rímiliga góðum standi, og tí er lítið at gera við tað, sigur Jóhan Páll Joensen. Tað var opið til fyri umleið hálvum ári síðan, og hann væntar at fáa góðkenning ein av komandi døgunum, so farast kann í gongd sum skjótast.
Jóhan Páll Joensen sigur, at ætlandi verður farið at arbeiða saltfisk á Vestís Seafood, nú byrjað verður. Men seinni verður, um tað gongst eftir ætlan, eisini farið at arbeiða fesk fløk eins og heilan fisk. Hann nevnir í hesum førinum eitt nú svartkalva, sum kann koma upp á tal.
Tað verður ikki sligið so øgiliga stórt upp beinanveg, sigur Jóhan Páll. Kanska fáa tey eini 800-1.000 tons ella so árliga. Og tað vil so aftur siga, at tað verður heldur ikki so øgiliga nógv fólk til arbeiðis, nú byrjað verður aftur. Til saltfiskaarbeiðið væntar hann arbeiði til eini 12 fólk ella har á leið.
Vestís Seafood fer á marknaðin at kappast um at fáa fisk. Og selt verður eisini á fría marknaðinum. Jóhan Páll Joensen sigur, at teir fara at selja saman við Norðís og Sammut. Tað liggur í, at har verður samstarv allan vegin heldur enn kapping, sigur hann.
Men hann væntar harða kapping yvirhøvur á marknaðinum. Eftirspurningurin á heimsmarknaðinum er stórur, so líkt er til, heldur Jóhan Páll Joensen, at prísirnir fara at halda sær enn eina tíð.
Hann sigur, at avtalan við Vesturvón er slík, at hon gevur góðar vónir til, at tað skal fara at bera til at reka eitt flakavirki í Sørvági.