Hóast Meinhard Hentze fyllir 83 ár um góðar tveir mánaðir og skjótt hevur havt handil í Skúvoy í eina hálva øld, so hevur hann ikki bara verið handilsmaður. Hann hevur eisini verið fiskimaður, er skiparalærdur og hevur ført skip.
Virkni maðurin í Skúvoy hevur eisini fleiri álitisstørv í bygdini. Hann er formaður í kirkjuráðnum; hann lesur lestur í kirkjuni, sum hann hevur gjørt í mong ár, og hann ber framvegis postin út, eins og pápin gjørdi í nógv ár.
Í 44 ár hevur Meinhard havt postin, og í eini 15 ár hevði hann IRF, men tað hevur hann ikki havt seinnu árini.
Sjálvur heldur hann fyri, at um lív og heilsa verður, er málið hjá honum í fyrstu syfti at hava handilin opnan fram til apríl næsta ár.
- Vit lótu handil upp í Skúvoy í apríl í 1975, og soleiðis verða tað 50 ár síðan í apríl næsta ár, um alt gongur, sum ætlað, sigur hann.
Mánadagin í vikuni hittu vit fryntliga mannin í hugnaliga og fjálga heiminum í Skúvoy. Í kjallarahæddini hevur hann sjálvtøkuhandil, og her hevur handilin verið meginpartin av handilstíðini hjá honum.
- Vit byrjaðu at handla í leigaðum hølum við vørulagrinum á loftinum, og her róku vit handilin tey fyrstu árini. Tá vit lótu upp, hevði handilin í Skúvoy verið stongdur tað mesta av einum ári.
Framsíggin maður
Tá var meira lív í bygdini, enn tað er í dag. Her búðu eini 100 fólk, og nógv fólk komu á gátt í handlinum. Skjótt sá hann, at tá nógv vøra fer út, er eisini neyðugt at fylla uppaftur.
- Jú, dagurin kundi saktans gerast strævin, tá tú bæði skuldi avgreiða nógv viðskiftafólk, samstundis sum tú skuldi fylla upp á hillarnar aftur.
Tí visti Meinhard, at tá hann hevði bygt sær og familjuni hús í Skúvoy, skuldi sjálvtøkuhandil vera í kjallaranum. Hann var framsíggin, og tískil er sjálvtøkuhandil enn tann dag í dag í Skúvoy.
Tað hevði annars ikki verið ein tanki hjá honum, at hann meginpartin av lívinum skuldi fara at arbeiða í handli.
Hann hevði bygt sær hús í Bóndabrekku í vesturbýnum í Havn. Hann var skiparalærdur og var í Grønlandi sum skipari við Baki hjá Skipafelag Føroya.
- Bakur var frystiskip, og vit royndu eftir laksi við gørnum árini frá 1969 til 1974, og hesi árini gjørdu vit eisini ein hemaratúr.
Meinhard Hentze slapp ongantíð av við sjóverkin, sum plágaði hann øll árini á sjónum.
- Tað tykist tó løgið at hugsa sær, at tað skjótt er ein hálv øld, síðan eg legðist uppi og gjørdist handilsmaður – ja, hetta tykist mest sum óveruligt. Tíðin er runnin skjótt, síðan eg fór í land seinastu ferð, heldur hann fyri.
Á seinasta túrinum við Baki var tað ein skúvoyingur, sum hevði á orði, um Meinhard ikki hevði hug at lata handil upp í bygdini.
- Hesin bað meg vælsignaðan koma at hjálpa teimum, nú handilin í bygdini var stongdur, men satt at siga hevði eg slett ikki hugsað tankan, sigur hann.
Gjørdist nýrasjúkur
Tað var, meðan Meinhard var niðri í Týsklandi og seldi við Baki seint á árinum í 1974, at hann fekk stórar trupulleikar við nýrunum. Vinstra nýrað virkaði slett ikki, og hann fekk nýrastein í høgra nýrað.
Úrslitið varð, at hann sum 33 ára gamal varð sendur niður á Ríkissjúkrahúsið. Um hetta mundið var hann giftur, og fyrsta barnið var komið.
Lækni í Føroyum hjá honum var Jacob Højgaard, og hóast hann hevði verið sera illa fyri, læt Meinhard læknan vita, at hann als ikki ætlaði sær at gevast á hendur.
Uttan at fara niður í smálutir við sjúkugongdini hjá Meinhardi, gjørdu hann og konan nú av at lata systir hansara yvirtaka húsini í Bóndabrekku í Havn, samstundis sum tey gjørdu av at byggja sær nýggj hús í Skúvoy.
Tað tók sína tíð, áðrenn nýggju húsini stóðu uppi, men so skjótt, sum tey komu út til Skúvoyar at búgva, lótu tey handil upp.
- Vit eiga fýra børn, sum eru fødd í 1974, 1976, 1979 og 1987, og vit áttu trý av børnunum, áðrenn vit fluttu í nýggju húsini í Skúvoy og lótu handilin upp í kjallaranum her.
##med2##
Keypti ov nógv inn
Í fleiri ár fekk hann at vita frá viðskiftafólki, at vørurnar í handlinum hjá honum í Skúvoy vóru bíligari enn vørurnar inni á meginlandinum.
- Men, tá vit seinni fingu teir stóru handlarnar og handilsketurnar, gjørdist vøran í heilsøluni líka so dýr sum tilboðini, ið teir stóru handlarnir kundu bjóða, og tá gjørdist tað sjálvsagt ómøguligt at kappast við handilsketurnar.
Í dag selur handilin hjá Meinhardi mest gerandisvørur, men hendan dagin vit vitjaðu í Skúvoy, sást skjótt, at handilin hevur eitt breitt útboð.
- Tað var tann tíð, tá eg hevði eitt nógv størri útboð av øllum møguligum, enn eg havi í dag. Brosandi heldur hann fyri, at kanska var ikki altíð so nógv skil í innkeypinum, tí hann vildi hava so nógva ymiska vøru í handlinum í Skúvoy.
Hann vísir á, at tað, sum hann ikki seldi – ella ikki seldi so nógv av – eisini skuldi gjaldast, og haraftrat vóru fleiri vørur merktar við útgongudegi.
- Jú, eg haldi, at innkeypið mangan var ov stórt og ov lítið umhugsað, men soleiðis var mítt lyndi, leggur hann brosandi aftrat.
Partur av tí sosiala
Tað er nógv broytt í Skúvoy hesa skjótt hálvu øldina, síðan Meinhard læt handilin upp á fyrsta sinni.
- Ja, tá vóru vit eini 100 fólk her úti; nú eru vit kanska eini 12-15, sum eru her burturav.
Handilin í Skúvoy er opin tríggjar dagar um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag.
- Týsdag og hósdag havi eg opið tveir tímar fyrrapart og tveir tímar seinnapart, og leygardag havi eg opið til miðdags.
Men, ein handil í einari so lítlari bygd, sum Skúvoy er, er meira enn ein handil, og her koma eisini fólk, sum seta seg niður at práta eina løtu.
Soleiðis er handilin eisini ein partur av sosiala lívinum í bygdini.
- Her kemur altíð onkur á gátt. Summi keypa alt her, sum tey brúka, og onnur keypa nakað. Men, tað er eisini onkur, sum slett ikki keypir her, sigur Meinhard.
Sjálvandi gleðist hann um, at tað eru fólk, sum seta prís upp á at hava ein bygdahandil, tí tað er eingin sjálvfylgja, at handil er í Skúvoy, nú fólkatalið er so fáment.
Mest einsamallur
Tað mesta av tíðini stendur hann sjálvur í handlinum.
- Eg havi ongantíð viljað kasta hetta arbeiðið um hálsin á nøkrum øðrum, men sjálvandi hevur konan hjálpt til, tá eg havi havt ørindi ella aðrar uppgávur.
Tað er serliga um heystarnar, tá skurðfjøllini verða gingin, at fólk, sum ikki eru fastbúgvandi í Skúvoy, leita sær út aftur í oynna.
- Um høgtíðirnar og um sumrarnar vitjar fitt av fólki í oynni, og tað kann gott merkjast á søluni í handlinum, tá vit eru fleiri fólk í oynni, sigur hann.
Fekk krabbamein
Í fjør summar fekk Meinhard staðfest krabbamein, men hann føldi seg ongantíð sjúkan. Hann varð skurðviðgjørdur og fekk ikki aðra viðgerð, hvørki strálur ella kemo.
Nú er ein tíð frá liðin, og maðurin sær í allar mátar frískur út og hevur tað gott.
- Eg vóni sjálvsagt, at allar kanningar frameftir verða góðar, soleiðis sum tað hevur verið higartil, og at krabbasjúkan verður verandi burtur.
Meinhard heldur, at hóast hann er komin nakað upp í árini, er tað gott at hava okkurt at fara upp til.
- Umframt handilin, sum eg havi at síggja til, vóru fimm dagar við posti fyri ikki so nógvum árum síðan. Tá var tað bara leygardag og sunnudag, at eingin postur var. Nú er postur tríggjar dagar um vikuna, mánadag, mikudag og fríggjadag.
Fyri ikki so langari tíð síðan búðu fólk í eini 20 húsum í Skúvoy; nú býr fólk kanska í 13, og í fleiri húsum er bara eitt fólk.
Skrásett at búgva í Skúvoy eru 27 fólk, men hetta er ikki tað veruliga talið av fólki, sum er í bygdini ein vanligan dag og eitt vanligt kvøld.
- Eg royni altíð at bera postin út beinanvegin um morgunin. Tað plagdi at vera soleiðis, at vóru fólk ikki uppi, tá eg kom, og eingin postkassi var, tók eg bara posttaskuna við í handilin. So, kundu tey fáa postin her, um tey komu á gátt, sigur Meinhard Hentze.